
Kris Kristofferson saman við dóttrinum Kelly og svigarsoninum Andrew Hagar hava avgjørt at spæla enn eina konsert á Føroyaferðini. Hendan verður í Reinsarínum í Havn týskvøldið 30. august kl. 20.
Tað tók bert hálvan annan tíma at selja út, til konsertina mikukvøldið á Reinsarínum, men hava tey altso sett enn eina konsert á skrá. Inntøkan av hesi konsertini fer tó óskerd til tónleikaútgerð til Barnaheimið í Havn. Á Barnaheiminum erum tey farin undir tónleikaátak, og til hetta krevjast ljóðføri og onnur útgerð, nakað av peningi er komið til vega, og tá Kris Kristofferson hoyrdi um átakið, vildi hann fegin stuðla tí.
Tey bæði, dóttir Kris Kristofferson og sonur Sammy Hagar, manna bólkin Appalachian Murder Bunnies, og týskvøldið og mikukvøldið fara tey á pall saman við Kris í Reinsarínum.
Appalachian Murder Bunnies hevur fyrr hitað upp fyri bæði Kris Kristofferson og fyri pápa Andrew Hagar, tann navnframa Sammy Hagar, ið best er kendur úr Van Halen. Eisini hava bæði Kris Kristofferson og Sammy Hagar verið á palli saman við teimum, og Kris Kristofferson verður eisini gestur á pallinum, tá Appalachian Murder Bunnies vitja Reinsaríið.
Kelly og Andrew eru par og stovnaðu duo’ina, tí tey høvdu ein felags brennandi áhuga í tónleiki, og í sambandi við, at Kelly Kristofferson javnan spælir saman við pápa sínum, so eru tey ofta á ferð við honum.
Atongumerki á 300 kr. fáast á Reinsariid.fo frá kl. 14 og her er sera avmarkað atgongd.
---------------
Heimasíðan hoknaði undir trýstinum
Tá atgongumerkini til eykakonsertina við Kris Kristofferson vórðu sett til sølu kl. 14 í gjár, hoknaði heimasíðan undir trýstinum, nógv túsund fólk royndu samstundis at fara inn á síðuna. Hóast hetta vanliga er ein vælvitjað heimasíða, so var hetta meira enn hon kláraði.
Tøkningar arbeiddu við at fáa síðuna upp aftur, men hvørja fer hon aftura var tøk, hoknaði datagrunnurin aftur, tí trýstið var støðugt høgt.
Tað var ikki fyrr enn um kl. 15.30 í gjár, at sølan fór í gongd og eftir fáum minuttum vóru øll atgongumerkini seld.
-------