Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kringvarpsgjaldið er ein stór byrða hjá okkara eldru!

Nú hevur núverandi samgonga koyrt sína ójavnu flatskattaskipan gjøgnum og gevur fleiri hundratals milliónir til tey ríku í skattalætta, sum jú verður fíggjað við okkara pensjónskipan sum borgarin eigur. Hetta fer sjálvsagt at koma aftur um brekku, sum so AFTUR tey eldri og vit øll koma at merkja seinni, tá ið rokningin av flatskattinum skal gjaldast!

Framvegis hava vit nógv eldri, sum hava ringt við at fáa endaranir at røkka saman. Nógvar eru byrðarnar, sum oljurokning, el og umframt vanliga húsarhaldið.

Men, serliga er kringsvarpsgjaldið ein sera stór byrða hjá okkara eldru.

Núverandi samgonga kemur neyvan við nøkrum uppskoti um at leggja kringvarpsgjaldið yvir skattin, sum jú er tað rætta. Í vikuni komu fleiri tingmál á skrá, men ikki eitt orð um eina betri skipan fyri kringvarpsgjaldið, sum serliga rakar tey eldru, lesandi, støk, tímalønt og barnafamiljurnar.

Ein skipan kundi kanska verið, at tey sum høvdu hug at hyggja KVF, kundi so goldið fyri tað. Hinvegin, at geva fleiri milliónir til tey ríku og eitt nú gloyma at javnað til tey eldru og aðrar láinntøkubólkar er jú er ein beistagerð.

So her er upplagdur møguleiki eisini hjá andstøðutingfólkum, at koma á banan og at leggja eitt ítøkiligt uppskot, sum hevur til endamáls at avtaka kringvarpsgjaldið. Tíðin er til tað enn, tí mær vitandi er Løgtingið ikki farið í summarfrí enn. Hinvegin er tíðin eisini farin frá kringvarpsgjaldinum. So her skal ein onnur skipan til sum er meira javnsett.

Heldur tykist núverandi politiski boðskapurin hjá samgonguni at vera ,at vit SKULU hava eitt stættarsamfelag.

Tey eldru er ein stórur bólkur í okkara samfelag, sum núverandi samgonga gloymir - men gevur skattalætta til tey ríku og til sín sjálvan. Men her er einki til tey eldru hjá núverandi samgongu, sum jú hava bygd alt samfelagið upp.

Men andstøðan tykist eitt nú meira vera upptikin av at at yvirtaka okkara rættarskipan. Jú, alt gott um tað, men hvat við teimun sum bukka undir av núverandi flatskattaskipan. Td tey eldru og teirra fíggjarligu byrðar, sum eitt nú kringvarspgjaldið er.

Raðfestið orkuna, hvussu fólk hava tað og avleiðingar er longu stórar - í hesum stættarlandi!

Ein gongd leið - hevði verið eitt ítøkiligt tinguppskot um, at avtikið kringvarpsgjaldið og funnið eina meira javnsetta skipan.

Levi Mørk