Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kringvarpið uttan fyri pædagogisk rækkevidde

Samstundis, sum KvF loyvir sær ódokumenterað álop á persónar, serliga politikarar, undir heilaga navninum av kritiskum journalistikki – og sum í veruleikanum onki hevur við hetta hugtak at gera – so er sama KvF sera erkvisið, um onkur loyvir sær at seta fram kritikk av KvF

Beint fyri jól hevði Sosialurin eina grein, har tríggir fyrrvernadi leiðarar av Kringvarpinum – ella Útvarpi og Sjónvarpi, sum tað æt tá – søgdu sína meining um henda mest maktfulla miðilin í Føroyum.

Hesir tríggir vóru allir samdir um, at trúvirðið hjá KvF var ov veikt orsakað av serliga teimum trimum sendingunum um CIP- og tollmálið og um fiskivinnuna.

Onki við kritiskan journalistikk at gera
Hetta eru sendingar, sum KvF kallar kritiskur journalistikkur, men sum í veruleikanum onki hevur við kritiskan journalistikk at gera, av tí at sendingarnar eru einsíðugar og í stóran mun ódokumenteraðar.

Teir tríggir - Jógvan Jespersen, Árni Gregersen og Hans Jørgensen – siga m.a. í viðtalinum við Sosialin, at trúvirðið hjá KvF er ov veikt, KvF er ov lítið tilvitað um týdningin av sínum trúvirði, KvF insinuerar uttan prógv, er ov lítið sjálvkritiskt, tykist sum slatur uttan belegg verður borðreitt sum tíðindi, upptøkur verða gjørdar t.d. í myrkri fyri at geva eina negativa  og korrupta fatan av persónum og at sendingarnar til tíðir eru á eggini til at vera tendensiøsar.

Áttu at lagt frá sær
Teir halda eisini, at kringvarpsfólkini, sum vóru blandað upp í tollmálið eftir dómin í Føroya Rætti áttu at havt tikið avleiðingar av sínum mistøkum. Hóast tey vóru fríkend í landsrættinum, hevur trúvirðið hjá Kringvarpinum fingið eitt skot fyri bógvin.

Hóast hendan varna og sakliga kritikk, so prellar alt av hjá leiðsluni á KvF - ja tey eru enntá í aftursvari firtin um, at nakar skal loyva sær at koma við ”ósakligum álopum”, sum tey kalla tað, á ”kritiska journalistikkin”, tí hann er ein týðandi partur í fólkaræðinum.

Kringvarpsfólkini brúka júst sama taktikk mótvegis teimum trimum fyrrverandi kringvarpsleiðarunum, sum tey gera í sínum sendingum – at kritikkkurin er einsíðugur, ikki í samsvar við veruleikan, KvF insinuerar ikki osfr.

Tiga um heildina, men geila smálutir upp
Sum dømi um, at tey hava gjørt eitt gott journalistiskt arbeiði nevna tey, at í kanningini hjá Gammeltoft-Hansen bleiv staðfest, at fyrrverandi løgmaður Kaj Leo Johannesen hevði sagt ósatt fyri løgtinginum og harvið brotið lógina um ábyrgd landsstýrisins og at KvF insinueraði ikki.

At fyrrverandi løgmaður gjørdi ein fótfeil og eftir hart orðaskifti í løgtinginum gav ”urigtige oplysninger” um ein fund, verður geilað upp aftur og aftur og gjørt til tað stóra lógarbrotið, hóast sama kanning vísir á, at onki í sjálvum málinum um Skálafjarðartunnilin var ólógligt. 

Men hetta siga kringvarpsfólkini onki um, hóast tey skuldsettu, insinueraðu og niðurgjørdu høvuðspersónarnar í málinum óteljandi ferðir. Bara í sendingini um Skálafjarðartunnilin kunnu vit lættliga telja eini 50-60 ferðir, har fyrrverandi løgmaður og landsstýrismaður blivu skuldsettir, útsettir fyri insinuatión og/ella niðurgjørdir. Hetta er ikki seriøst og vísir, at kringvarpafólkini hava ikki virðing fyri sínum faki.

”Kritiski” journalistikkurin hjá KvF er einsíðugur, villleiðandi og niðurgerandi
KvF er bundið av fleiri ásetingum, m.a. kringvarpslógini, lóg um fjølmiðlaábyrgd, public service sáttmála (hóast hann í løtuni er útgingin, verður hann praktiseraður), ásetingar um góðan fjølmiðlasið og egnar hugsjónir sambært egnu heimasíðuni.

Hesar ásetingar binda tíðinda- ella aktualitetsdeildina, sum altíð hevur verið flaggskipið hjá KvF m.a. at senda sakligar, álítandi, óheftar, fjølbroyttar og viðkomandi upplýsingar, hava javnvág í at lýsa sjónarmið frá fleiri síðum og hava ein høviskan atburð.

Júst hesar ásetingar skúgvar aktualitetsdeildin hjá KvF fullkomuliga til viks í omanfyri nevndu sendingum. Og hóast tað, kallar KvF sendingarnar fyri ”kritiskan” journalistikk. Hetta hevur als onki við kritiskan journalistikk at gera, men er einsíðugur, villleiðandi og niðurgerandi journalistikkur.

Uppbygt trúvirði í hálva øld niðurbrotið upp á stutta tíð
Tað hevur eyðnast tíðindadeildini ella aktualitetsdeildini, sum hon nú kallast, at niðurbróta tað trúvirði, sum dugnaligir journalistar og leiðsla av útvarpi og sjónvarpi høvdu bygt upp í meiri enn eina hálva øld, og sum als ongin setti spurnartekin við.

Sum fyrrverandi útvarps- og sjónvarpsnevndarformann harmar tað meg ómetaliga nógv, at ódugnalig leiðsla, sum ikki hevur virðing fyri sínum faki, so skjótt kundi oyðileggja ein annars vælfungerandi miðil. Alla mína tíð sum formaður var aðalreglan, at kringvarpið hvørki mátti vera ella haldast at vera partískt. Hóast ávarðingar prellar allur kritikkur nú av upp á leiðslu KvF´s.

KvF ein hóttan mótvegis fólkaræðinum?
Og hesin ”kritiski” journalistikkurin er ein týðandi partur av fólkaræðinum, siga kringvarpsfólkini! Sjálvur haldi eg, at KvF er ein hóttan móti fólkaræðinum, soleiðis sum KvF førir seg fram.

Men lat tað verða sagt, at hesin kritikkurin ikki er settur fram móti mentanardeildini, sum hóast lýtir ger nógvar stak góðar og viðkomandi sendingar. 

Men aktualitetsdeildin er ikki uppgávu sína vaksin. Og hóast trúvirðið hevur fingið eitt skot fyri bógvin, avvísir leiðslan og onkultir journalistar allan kritikk.

Havi hug at enda við einum grukki hjá Piet Hein:

Ingen kan hæve
sin lod ved at kræve.
Livsloven lyder:
man er hvad man yder.

Johan Petersen
fyrrv. útvarps- og sjónvarpsnevndarformaður