Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kringvarpið sendir allar HM undankappingardystirnir hjá føroyska A-landsliðnum

Tíðindaskriv frá Kringvarpi Føroya:

Nú er greitt, at allir HM undankappingardystirnir hjá føroyska A-landsliðnum verða at síggja og hoyra í Kringvarpi Føroya. Bæði heima- og útidystirnir, tí avtala er gjørd um rættindini til allar dystirnar.

Seinnapartin mikudagin undirskrivaðu Kentaro, sum eigur sjónvarpsrættindini til bæði heima- og útidystirnar hjá Føroyum, og Kringvarp Føroya ein samstarvssáttmála, sum fevnir um alla komandi kappingina.

Í stuttum gongur avtalan út uppá, at Kringvarpið hevur játtað seg til at framleiða dystirnar í Føroyum fyri Kentaro – tó ikki dystin millum Føroyar – Týskland, tí har er eitt HD krav, sum vit ikki kunnu liva upp til – og afturfyri fær Kringvarp Føroya rættindini til allar útidystirnar – eisini Týskland – Føroyar í Hannover nú fríggjakvøldið. Rættindini fevna eisini um streaming á heimasíðuni – tó einans í Føroyum.