Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kringvarpið: Pynta uppá egnan leiklut

Dan Klein --- 12.04.2017 - 09:30

Í sendingini “Radarin”, sum Kringvarpið sendi í vikuni, royndu tey at lata Einglarnar spæla eina dupultrollu við at lata Jan Lamhauge, fortelja, hvussu lítið kritiskir Einglamiðlarnir í veruleikanum vóru í teirri tíðini, Eik Banki fór á danska- og europeiska marknaðin, og fram til tann dagin, bankin fór á heysin.

Ummæli úr Oyggjatíðindum:

Dan Klein, journalistur

Lagt á netið fyrstu ferð: 03.11.2014 - 08:37

Vit hoyrdu Óluvu Zachariassen, lýsa støðuna. At lofta lortinum hjá sær sjálvum, hevði Kringvarpið Øssur Winthereig, ið royndi seg sum vaskikonan á Vesterbrúgv, og gulsmiðurin, ið við Silvoglansi, skuldi fáa journalistisku gloriuna hjá Einglunum “gullreina” og blanka.

Og nú Sveinur Tróndarsson, hevur fingið hondina á høvdið frá guddommiliga, Poul Hansen, millióningi, ið hevur latið Dimmuna fáa líkklæðini hjá Lazarus, so bar til at fáa deyðan lýstan livandi, tó at bara Lotus-blomstrið hevur eginleikan, at reinsa seg við einum dropa av vatni, enntá uttan sápu.

Ørindini hjá Einglunum vóru at boða Gudi og monnum frá, at fjølmiðlarnir høvdu ikki verið nóg kritiskir, men tó var semja um, at einasti kritiski miðilin, kortini mátti sigast at vera Dimmalætting, ið skrivaði kritiska grein uppundir húsagangin í 2010.

Aftrat sær, høvdu tey valt ein einglavin frá Føroya Handilsskúla, ið varð brúktur til blandimaskinu og snóratræ, fyri líkasum at geva støðuni og nakað av svansinum, legitimitet.

Tað er ófatiligt, sum nógv verður gjørt burturúr Oyggjatíðindum, tá blaðstjórin annars er dømdur fyri úttalilsini hjá øðrum, og enntá fongslaður fyri tað sama, men aðrar tíðir er blaðið ikki til, sum Credo so væl lýsir á baksíðuni.

Men lat okkum skjótt fara í gjøgnum ein lítlan part av tí, Oyggjatíðindi viðgjørdi:

Í dag hava vit valt at taka nakrar greinar, bæði frá 2009, og 2010, sum so ella so, avdúkaði vánaliga standin hjá Eik Banka, og peningastovnunum, sum heild.

Vit skrivaðu t.d. um eitt mál við ávísing til, at tað ikki bara vóru íslendingar, ið valdu eina uppgerð fyri fíggjarsvik. Tað mátti nevndarlimurin í Eik, Jacob Leth, sanna, tá hann bleiv skuldsettur fyri at vera partur av einum ódámligum netverki.

Blaðið skrivaði:

- Bakmanspolitiið er í ferð við at greiða eitt mál, sum kann vísa seg at prógva eitt loyniligt netverk har m.a. fleiri jyskir bankastjórar hava manipulera við partabræva kursum, og harvið skora stóran persónligan vinning.

Tað gav ein ávísan skelk, tá tað kom fram, at Jacob Leth, eisini hevði verið dómari við Føroya Rætt, ið, sum skilst, skundaði sær at rætta tíðindini til, at Leth bara hevði starvast við Føroya Rætt, og at Joen H. Andreassen, var einadómari tá Jacob Leth, arbeiddi í Føroyum.

Í 2006 var Jacob Leth, og aðrir framstandandi bankastjórar, saman við konum, og potentiellum kundum og kundaevnum á strategifundi í Føroyum.

Hetta verður nevnt ein strategitúrur, men loyniligt var hvat strategiin gekk út uppá. Danska blaðið Jyllands Posten skrivar m.a. um túrin, 22. oktober 2008.

Lat okkum so venda aftur til dómaragerningin hjá Jacob Leth í Føroyum. Her er keldan Berlinske Tidende:

»Jeg betragter Færøerne som mit andet hjem. Jeg kom der op til en meget udfordrende stilling som fungerende dommer i en meget ung alder. Da det var god oplevelse, har det faccineret mig for livet.

Aðrastaðir í blaðnum er eisini grein um ein danskan horukassa, sum Eik Danmark, fíggjaði uttan trygd. Hetta varð skrivað longu í 2009. Fleiri greinar um “Svarta holið hjá Eik í Ánunum” skrivaðu vit eisini um sama ár, og um Petur Holm, táverandi stjóra í Kaupthing Føroyar, og nevndarlimin, Jógvan Páll Marius Lassen, advokat, sum stovnaðu partafelag, 6. Mars 2007 við fleiri undirnøvnum.

Sendingin hjá Kringvarpinum í gjárkvøldið lýsti hvussu eitt tómt partafelag, Eystfalsskerð, hevði keypt partabrøv fyri yvirprís fyri at pynta uppá roknskapin.

Ikki ein spurningur verður settur við tað, sum Jørn Astrup, oftani bar uppundir, nevniliga um “kreativa bókføring”.

Heldur ikki varð spurningurin settur, um, hvussu Eik manereraði og broderaði fíggingina av Kaupthing-keypinum.

Vit síggja og hoyra hvussu Sigrun Brend, journalistur, er í tíðindastólinum og lýsir Eik um hetta mundi, aftaná, at hon er komin aftur í gamla starv sítt í Kringvarpinum, sjálvt um hon tá hevði verið starvssett í Eik, sum ikki fær eitt orð við á vegnum.

Roynt verður at gera Jan Lamhauge til tann reina, sum kann kasta fyrsta steinin, tí hann næstan var barna- ella ungdómsjournalistur hesa tíðina, og tí ongan skaða kundi hava gjørt, men vit øll minnast hvussu ósakliga og ógrundað, hann hevur forfylgt borgarstjóranum í Havn í t.d. “Brandfelluni”, og Jørgen Niclasen, sum afturfyri hevur stevnt honum og øðrum fyri ærumeiðing, og nú stendur hann í sending, og setir spurningar til Marner Jacobsen, sum fleiri mugu sigast at vera trúnaðarupplýsingar.

Hvørji eru hansara ørindi í sendingini? Hvønn rennir hann fyri, og hvat verður hann brúktur til:

Einglarnir vilja framvegis hava leiklutin, sum statistar, men teir eiga so sanniliga eisini sín egna leiklut í Eik-ævintýrinum. Einglarnir megna ikki at gerast reinir. Teir hava ongan integritet, eru ikki sakligir, men øll trúgva teimum, tá tey siga, at tey vóru ikki kritisk, men heldur viðspælarar hjá Eik, men eingin trýr einglunum, tá teir taka æruna fyri at vera einastu, ið kritiskt fóru eftir Eik.

Einglarnir royna at pynta uppá egnan leiklut, men teir renna journalistisku jolluna uppá land enn einaferð.