Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kringvarpið og PLO: Hond í hond so skela glað

Jan Lamhauge, má kunna metast, sum elefanturin í glashúsinum, tá hann biður um alment innlit í annað alment innlit hjá Havnar kommunu, og blandar innlitsbøn um somu viðursgiftir hjá fyrrverandi leiðaranum hjá Brunaumsjón Landsins.

Knappliga hevði Kringvarpið funnið útav, at Havnar kommuna, hevði biðið Tvøroyrar kommunu um alment innlit í samband við virkið, Varðin Pelagic á Tvøroyri, og beinanvegin fekk karaktermorðið hjá Kringvarpinum enn eitt bein at ganga á….

….Kringvarpið helt seg hava prógv fyri, at Havnar kommuna av berari hevnusøku, hevði biðið um alment innlit á Tvøroyri, tí PLO hevði staðið fyri brunateknisku ráðgevingini hjá felagnum á Tvøroyri.

Tað fall bara ikki í góða jørð, at Havnar kommuna, hevði tikið innlitsbønina aftur, tí kommunan hevði fingið teir upplýsingar, brúk var fyri, frá Tvøroyrar kommunu.

Hetta hevði fingið borgarstjóran á Tvøroyri, at siga, at hann ikki metti at havar kommuna hevði nakað innlitsmál , men sambært fyrisitingarlógini er hetta sjálvandi ikki rætt, og Havnar kommuna hevur heldur ongantíð avvíst, at hava biðið um innlit, sum síðani varð tikið aftur.

At Havnar kommuna vildi hava alment innlit í bygimálið á Tvøroyri, tí kommunan arbeiddi við einum líknandi prosjekti, vildi Kringvarpið als ikki góðtaka, tí so gjørdist sjussurin so tunnur, at onki brús var eftir í karaktermorðinum.

Tað var Petur á Lava Olsen, sum longu 14. Juni 2012, sendi Havnar kommunu eina innlitsbøn, har hann krevur, at Havnar kommuna gevur hinum innlit í alt tilfar, sum kommunan fær at vita um virkið á Tvøroyri.

Og so sigur Jan Lamhauge: ....”og havi eg bert brúk fyri, at tú váttar innihaldið í svarunum, og so eisini svarar uppá tann eina spurningin, tit ikki svaraðu Petur á Lava Olsen uppá, skrivar journalisturin hjá Kringvarpinum, og heldur fyri, at hetta ómøguligt kann taka kommunustjóranum alla vikuna at svara uppá....

Soleiðis ferðast Kringvarpið og PLO “hond í hond so skela glað”...

 ---

Lesi hesa og nógvar aðrar sera avdúkandi greinar í blaðnum.

Og visti tú, at Danlæknin er at finna í blaðnum

Keypið blaðið á netinum:

Trýst á ADD TO CART, síðani til check out vith PayPal, og betal við korti, sum PayPal gestur uttan nakað hóvasták.

http://oyggjatidindi.com/arkiv.html

 

Add to Cart