Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kringvarpið í summar

Arbeiðið at flyta alt Kringvarpið niðan í Sortudíki fer at ávirka sjónvarpsskránna í summar. Eitt nú fer Dagur og Vika í summarferiu, og sjónvarpstíðindasendingin verður ikki á skránni í juli og tvær vikur í august.

- Tað er sjálvandi harmiligt, at Kringvarpið hevur so langan steðg við sjónvarpstíðindum, men vit vóna, at hyggjararnir bera yvir við okkum. Tøkniliga útgerðin hjá sjónvarpinum í Vørðsluni skal takast niður og setast upp aftur í Kringvarpshúsinum í Sortudíki, og hetta er eitt stórt arbeiði, sigur Dia Midjord, stjóri í Kringvarpinum.

Nýggj sjónvarpsstova verður innrættað í einari av teimum størru útvarpsstovunum. Eftir ætlan verður arbeiðið liðugt í september. Bygningarnir í M.A.Winthersgøtu eru seldir, og sjónvarpið skal flyta út í summar. Í hesum sambandi er neyðugt at gera eina fyribils sjónvarpsstovu, haðani vit senda Dag og Viku, til nýggja sjónvarps-stovan er klár í heyst.

Útvarpið í summar

Summarskráin í útvarpinum byrjar 10. juni.

Góðan Morgun Føroyar verður til Summarmorgun, og sendingin verður nakað stytt. Barnaútvarpið steðgar gerandismorgnar, men heldur tó fram um vikuskiftini. Brunsj fer í summarsteðg og í staðin verður tónleikasending við lættari práti á skránni.

Fyrrapartar kl. 11 hava vit eina endursending úr savninum. Seinnapartar eru lættar tónleikasendingar, men kl. 15 hava vit eina beinleiðis summarsending, har samrøður, undirhald og góður tónleikur er at hoyra í tveir tímar. Eftir tíðindini á kvøldi verða skaldsøgur lisnar, eins og hoyrispøl eru at hoyra. Útvarpið gevst við sendingum eftir tíðindini kl 21, tá náttarrásin tekur yvir.

Um vikuskiftini hava vit eina ítróttarsending, nú fótbólturin og kappróðurin eru í “hásesong”. Eisini fer útvarpið at vitja á stevnum og festivalum, umframt at vit sjálvandi eisini senda nógv frá ólavsøkuni.

Aðrar sendingar um vikuskiftið, so sum Also, Surk og Meg Minnist fara somuleiðis í summarsteðg, men guðstænastur og morgunlestrar halda fram sum vanligt.

Sjónvarpssendingar í summar

Í sjónvarpinum verða eisini færri sendingar í summar. Føroysku hóskvøldssendingarnar steðga um mánaðarskiftið mai/juni, og ítróttarsendingin 3-2 fer í summardvala 24. juni. Sjónvarps-guðstænastur og andaktir fara í summarsteðg seinast í juni.

Summarskráin varir til síðst í august og fyrst í september, tá vetrarskráin so við og við tekur yvir aftur.