Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kringvarpið brýtur avtalu við hyggjaran

Føroysk Miðlafólk átala harðliga avgerðina hjá Kringvarpinum at leggja Dag og Viku niður í summar.

Í einum lítlum miðlaheimi sum tí føroyska, er sera týðandi at hava allar miðlar við – skrivaðar, útvarp, netmiðlar og sjónvarp. Við avgerðini hjá Kringvarpinum er tann miðilin, sum mong meta sum tann sterkasta, nevniliga sjónvarp, tikin burtur úr tíðindaheiminum í sjey vikur. Hyggjarin rindar, men vakthundurin leggur seg at sova alt summarið.

Prinsippið í tíðindum er, at tey koma, tá tey eru aktuell og verða fylgd upp so hvørt. Tað er sjálvsagt. Og tí er tað sjálv kontraktin millum hyggjara og tíðindafólk, sum verður brotin, tá miðilin, sum skal bera fram tað týdningarmesta, og tað nýggjasta, hvørvur .

Føroysk Miðlafólk heita á Kringvarpið um at taka sáttmálan millum Mentamálaráðið og Kringvarpið í álvara. Public Service-sáttmálin krevur, at Kringvarpið raðfestir tíðindi ovarlaga bæði útvarpi og sjónvarpi. Hesum eigur stýrið fyri Kringvarp Føroya ikki at loyva leiðsluni í Kringvarpinum at síggja burtur frá, hóast stovninum manglar pengar.

Nevndin í Føroyskum Miðlafólkum

Ingrid Bjarnastein

Jógvan Hugo Gardar

Katrin Petersen

Anna Ellingsgaard

Georg L. Petersen

Jógvan Jákupsson

Emil L. Jacobsen