Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kringvarp Føroya: Statistar í egnum ævintýri

Perla: Hóskvøldið royndi Kringvarpið seg aftur við sending, sum hevði eitt áhugavert og forvitnisligt innihald. Lýst var hvussu Eik Banki fór á heysin, tí krimilingar vóru teir, ið hildu vónini uppi um dreymin hjá Eik-leiðsluni. Alt bar til tí leiðslan stýrdi eisini pengagrísinum, Eik-grunninum, og smiðjumanninum, til grísurin varð sogin tómur, og endaði ævintýrið. Talan var í veruleikanum um ákæruritið hjá Fíggjarligum Støðufesti. Kringvarp Føroya hevði skift hest frá Gamla Eik til Financiel Stabilitet, og førdu seg fram sum statistar í egnum ævintýri.

Dan Klein, journalistur ummælir. 
Seinast lagt út 26.09.2016 - 09:15

Sendingin byrjaði við, at Vagn Andresen, kom inn í Eik banka við tómum lummum, men tveimum følskum málningum, og fór útaftur fullfermdur av milliónum. So vit kunnu ikki siga annað, enn at Jan Lamhauge og Jógvan Eli Dam, sum leggja sendingina til rættis, byrja við at lýsa býttleikan, sum teir so sjálvandi eisini enda við, men gloyma at geva hyggjarunum millumrokningina um sín egna journalistiska leikult.

Tað løgna við sendingini var, at gjøgnum alt hetta ævintýr, var Kringvarpið ein avgerandi orsøk til at Århus-bandin klaraði at villleiða allar føroyingar. Gjøgnum alla sendingina vóru víst tíðindabrot frá stórhendingum í Eik Banka, m.a. tá risalán vóru tikin, tí tað var ein partur av strategiini, at flagga við slíkum.

Hyggjarnir fingu at vita, at Eik keypti internetbanka, fyri at tøma aktivini út í váðafús prosjektir til fólk, sum ikki rættiliga kundu sigast at vera borðbær, sambært danska stjóranum, sum ætlandi skuldi fylgja við hesum bankanum, men megnaði at vassa í land fyri ikki at dálka sítt egna trúvirði.

Tað, sum hyggjharnir ikki fingu at vita var, at hesin internetbanki var svenski, Scandia Bank, og sum við sama stjóranum, hevði havt hall í fýra fylgjandi ár, og at tað kundi vera orsøkin til, at neyðugt var hjá Eik, at broyta strategi, sum hesin danskin stjórin kanska ikki skuldi vera partur av.

Kortini vóru slíkir persónar, ið gjørdu sendingina áhugaverda. Men Kringvarpið, sum ikki dugur til annað enn at renna aftaná maktini, vísti við hesi sending, at tey høvdu valt at skifta hest, frá Eik Banka til Financiel Stabilitet.

Sendingin var ákæruritið hjá Financiel Stabilitet.

Har var eisini gamli kenningurin, Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi Føroya Banka stjóri, sum í Føroyum umboðaði donsk áhugamál, og seinni fekk hann so eisini til uppgávu at finna høvd og hala í Eik-ævintýrinum, sum bygdi á eitt ørt Kaupthing konsept, har váðin var stórur og vinningurin lítil og eingin, og at bankin eisini luttók í vinnuligum konseptum, sum ikki vóru borðbar, sambært lógini.

Tað var júst Astrup, sum segði um Vagn Andersen, at hevði leiðslan í Eik bara gjørt tað hon skuldi, so funnu tey skjótt útav, at maðurin var kendur frá narko-miljønum, og hevði ein fongsulsdóm aftanfyri seg fyri tað sama.

Hash-lægen hevði hjúnarfelaga, sum við dómi hevði fingið forboð at hava vinnuligt virksemi í samband við hús ella bygningar.

Eik Banki fíggjaði stórt sæð alt, sum kom fyri kjaftin í Europa, sjálvt Klaus Kludder-hús, sum vóru nýtt til horuhús. Og trygdin var ongin fyri bankan.

At fáa hetta ævintýr at rigga, var neyðugt at hava onkran inni í Eik, sum kundi metast at hava ávíst trúvirði. Ein slíkan funnu tey í Danmark. Hann hevði neyðugu fyritreytirnar, var nógv avhildin, og hartil hevði hann arbeitt í Føroyum, enntá, sum dómari í Føroya rætti, so trúvirði hansara var í lagi.

Trupulleikin var bara, at hann kundi ikki koma í nevndina hjá Eik, tí hann var skuldsettur fyri eitthvørt óregluligt í øðrum samanhangi, men tað mundi so ikki vera mett at vera nøkur forðing hjá Eik-bandanum.

Hesin veruleikin var so ikki partur av sendingini. Helst tí, at hetta var at ganga persónum ov nær, og tað var ikki ætlandi sambært Fíggjarligum støðufesti.

Kringvarpið var alla staðnar aftaná Marner Jacobsen, og tryggjaði manninum eina gylta viðgerð inni í ævintýrheimin, sum ongan enda sýntist at hava. Hann var í veruleikanum filmstjørnan við ørmunum uppi, sjampus í gløsunum, sum Kringvarpið hevði valt at lýsa, sum persónin, øll og alt skuldu hyggja upp til. Fantasturin, gandakallurin og gudurin, sum øll áttu at leggja seg fløt fyri.

Nú bleiv túrurin hjá Kringvarpinum inn í ævintýrheimin saman við Eik-fólkunum, knappliga brúktur til at skapa sær neyðugu frástøðuna til Eik-gøluna. Tað pyntaði tó ikki uppá sendingina, at fokus var á ein deildarleiðara hjá Eik, ið endaði, sum stjóri, og gylti vegurin hjá Eik kundi lýsast enn betur í Kringvarpinum.

Hyggjarnir fingu so eisini at vita, at Eik leiðslan var heiðrað í øllum møguligum samanhangi. Tað varð heldur ikki spart uppá rósini, og so var sjónvarpsbrot, sum lýsti Bárð á Steig Nielsen, sum í rósandi vendingum, glorifiseraði vegin hjá Eik út í heim, og vit fingu at vita, at maðurin seinni gjørdist partur av Eik-samtakinum á nevndarstøði.

Tað var heilt tíðuligt, at Bárður Nielsen, skuldi uppfatast hjá hyggjarunum, sum hentur idiotur, ið rann ørindir fyri Eik fyri at sleppa framat fatinum, men eingin skuldi hugsa um, at tað var sjónvarpið, ið bar tíðindini inn í húsini, sum partur av arbeiðinum, at sita á Eik-hestinum, sum í sendingini var skiftur út við hestin hjá Financiel Stabilitet.

Jú Kringvarpið visti at borðreiða við ákæruritinum hjá Financiel Stabilitet, men royndin at fjala sín egna leiklut á sama Eik-hesti, og gera Kringvarpið til statistin, ið einki visti, riggaði ikki. Og tað var ómetaliga pínligt, at Jan Lamhauge, sum eisini segðist vera annar av teimum, sum fyrireikaði sendingina, ikki dugdi grundleggjandi heimaarbeiði, sum t.d. at vita hvat hann skuldi spyrja um, segði ikki so lítið, og tað var Marner Jacobsen, heldur ikki seinur at fanga og serva.

Kringvarpið hevði skift hest, men tað riggaði ikki at lýsa seg sum statist í egnum journalistiskum ævintýri.

Handan leikin hevði Kringvarpið ikki vant nóg væl.

Dan Klein, journalistur


Greinin var á netinum 27. oktober 2014 klokkan 11:02