Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kringvarp Føroya hevur leiðslutrupulleikar: Leiðslan ov stórar skógvar

Vit hava hoyrt um klaguna, sum er send Mentamálaráðnum, í samband við setan av tíðindaleiðara til Kringvarp Føroya. Orsøkin til klaguna er, at umsóknin setti ikki krav um journalistiska útbúgving, men tá stjóri og setanarbólkurin viðgjørdi umsóknirnar, vóru tey, sum ikki vóru journalistar, sáldaði frá, meðan valt var í millum tveir umsøkjarar. Liljan Weihe, varð vald í starvið, men klagarin metir ikki, at hon hevur journalistiska útbúgving, og tí so sjálvsagt, eisini átti at verið sáldað frá.

Grein í blaðnum frá 19. desember 2014:

Men tá journalistisk útbúgving als ikki var eitt krav til hetta starv, so átti ongin at verðið sáldaður frá, men øll áttu at verið innkallaði til setanarsamrøðu, tí fleiri av teimum, sum vóru sáldaði frá, høvdu t.d. nógv betri leiðsluroyndir enn tey bæði, sum leiðsla og setanarbólkur valdu burturúr.

Men trupulleikarnir í Kringvarpinum eru ikki nýggir:
Tað gav eisini at býta tá Annika Mittún Jacobsen, táverandi stjóri, sekkjaði Jón Brian Hvidtfeldt fyri vánalig leiðsluevnir, tí hann ikki kláraði at halda játtanina. Hetta hendir heilt aftur í desember 2009. Tá skrivaðu starvsfólkini eitt mótmælisskriv, sum vísti, at stjórin onga undirtøku hevði á stovninum, men hetta gav øðrum møguleika.

------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
Annika Mittún Jacobsen, setti serlig krøv, sum “Jokarin” ikki vildi uppfylla, og so var pláss fyri Liljuni Weihe. Sami “Jokarin” søkti aftur, men hesaferð slapp hann ikki til setanarsamrøðu....
------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

Av 21 tíðinda-starvsfólkum í Kringvarpinum, mótmæltu 17 starvsfólk, at Annika Mittún Jacobsen, segði táverandi tíðindaleiðaranum úr starvinum. Grundgevingin í mótmælisskrivinum var, at Jón Brian Hvidtfeldt, var fakliga kompetentur, og hevði røkt sínar uppgávur eftir teimum umstøðum, hann hevði at arbeiða undir.

Annika missir vald, sum Dia lærir av
Millum hesi starvsfólk, var eisini núverandi stjórin, Dia Midjord, sum her byrjar at duga at síggja, at Anniku Mittún Jacobsen, táverandi stjóri, missir valdið, tí hon ikki heldur seg til tann eina fakbólkin – journalistarnar, men velur breiddina og harvið allar fakbólkarnar í Kringvarpinum, og seinni er tað heilt týðuligt, at tað er júst hjá hesum fakbólkinum, Midjord velur at stuðla. Seinni skrivar leiðandi starvsfólk, umboðandi tøkni í Kringvarpinum, at Dia Midjord, starvsfólkaumboð í stýrinum, umboðaði bara journalistiska fakbólkin í Kringvarpinum.

Tað er tíðuligt, at aldurnar ganga høgar frá tí degi, at Annika Mittún Jacobsen, sigur Jón Brian Hvidtfeldt, úr starvinum. Hetta inniber eisini, at Kringvarpið hevur fleiri avloysarar í starvinum, sum tíðindaleiðarar, men eingin støðast, og tað fær Anniku Mittún Jacobsen, at søkja eftir fyribils leiðara.

Tað, sum sermerkir hesa starvssetan er, at fyrrverandi stjórin, velur ein breiðan setanarbólk við umboðum úr Kringvarpinum, men eisini eru umboð í setanarbólkinum, sum eru uttanfyri stovnin, og við ymiskum fakligum økjum.

Tvørfakligur setanarbólkur velur Liljuna frá, men...
Táverandi stjórin, Annika Mittún Jacobsen, velur at boyggja seg fyri innstillingini hjá setanarbólkinum, og velur journalist til starvið við leiðsluroyndum. Kortini endaði tað við, at táverandi stjórin setti serlig krøv til tann, ið varð valdur, ikki kundi uppfylla, og tí varð pláss fyri Liljuni Weihe, tó at hon, sambært klagu, hvørki var journalistur ella hevði leiðsluroyndir. 

Stutt eftir hetta fer Annika Mittún Jacobsen, úr starvinum, og í stjórastarvið kemur Dia, sum longu tá hevði funnið útav at gjøta í stýrinum, og tryggja sær maximalan stuðul við tyngdini á aktuelt-deildina. Soleiðis følir í hvussu so er “tøknin” á stovninum tað. Tey føldu seg nevniliga ikki umboðaði av Dia Midjord. 

Dia Midjord hevur lært av Anniku Mittún Jacobsen. Hann skal í hvussu so er ikki leita sær eftir umboðum til setanarbólk við breiðum fakligum førleikum, uttanfyri stovnin. Vandin tá er helst ov stórur fyri, at tann skeivi persónurin verður innstillaður, sum best egnaður.

Onga fakliga og óhefta breidd** Haraftrat sýnist leiðslan at halda, at áhugamálini verða best tryggjaði um setanarbólkurin ikki hevur breiðan fakliga førleika, men bert er manna við umboðum úr aktuelt-deildini, og at hetta best verður tryggjað, um stjórin sjálvur er limur í setanarbólkinum, tí so veit hann hvat hann skal taka støðu til tá setanarbólkurin hevur innstillað tann rætta til starvið.

-----------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
“Jokari” fekk starvið frá tvørfakligum setanarbólki framum Liljuna
-----------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

Soleiðis bleiv tað eisini tá Liljan Weihe, varð sett í tíðindaleiðari-starvið, sum Kringvarp Føroya søkti eftir uttan serlig faklig krøv – og als ikki við kravinum um eina journalistiska útbúgving. Her søkti stovnurin breiddina.

Men sambært klaguni til Mentamálaráðið, sigur Eivind Jacobsen, ið sjálvur søkti starvið, at Liljan Weihe, hvørki er journalistur, ella hevur leiðsluroyndir, og at fleiri høvdu størri leiðsluroyndir enn setti tíðindaleiðarin, og tí vóru sakligar orsøkir ikki fyri, at sálda umsøkjararnar frá. Vit hava eisini fyrr verið inni á, at tvey, av fimm vórðu tikin út til setanarsamrøðu. Liljan Weihe og Høgni í Jákupsstovu, tó at navnið á hinum persóninum, ikki hevur borið til at fingið váttað, so er hann nevndur, sum hin persónurin.

“Jokari” fær starvið sum tíðindaleiðari í boði
Tá Høgni í Jákupsstovu er journalistur, og kortini ikki fær starvið, tó at tað, sambært setanarbólkinum, er sera tætt í millum umsøkjararnar, so má orsøkin til, at Liljan Weihe, varð vald framum, at hon hevur munandi størri leiðsluroyndir enn Høgni!

Men hevði hon tað?! Sambært klagaranum, so hevði Liljan Weihe, hvørki journalistiskar ella leiðsluroyndir, men var kortini tikin framum.

Lat okkum bara taka uppaftur her, at teir umsøkjarar, sum ikki hava journalistiskar royndir, verða beinanvegin sáldaðir frá, tó at hetta ikki var nakað krav í starvslýsingini lýsingini, men har var eitt undantak – ein “Jokari”, sum vit skulu venda aftur til.

Lat okkum so fara aftur til Anniku Mittún Jacobsen, og hennara setanarbólk, tí har finna vit ein áhugaverdan jokara. Talan er um persónin, sum óhefti fakbólkurin metti at hava bestu evnini, at leiða tíðindadeildina, men fekk kortini ikki starvið, tí viðkomandi vildi ikki ganga undir tey krøv, sum táverandi leiðsla setti fyri starvinum, og hetta krav kom væl við hjá Liljuni Weihe, sum harvið fekk møguleikan “.

"Jokarin” søkti aftur, men hesaferð bleiv hann valdur frá
Oyggjatíðindi skilir, at sami “Jokari” aftur hesaferð søkti starvið, sum tíðindaleiðari í Kringvarpinum, men var hesaferð ein av teimum, sum varð valdur frá, og ikki slapp til setanarsamrøðu, tó at setanarbólkurin hjá Anniku Mittúni Jacobsen, viðmælti hendan persónin betri egnaðan enn Liljan Weihe.

Men hesaferð var heldur ikki ein tvørfakligur og óheftur setanarbólkur, ið skuldi taka støðu. Hesaferð var setanarbólkurin mannaður við við teimum røttu fólkunum, sum øll koma úr tíðindadeildini, og har stjórin eisini luttekur á fundum, helst fyri at tryggja sær, at alt gongur rætt fyri seg.