Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kringvarp Føroya heldur seg til lógina

Lógin heimilar Kringvarpinum at fáa inntøkur frá ískoytisveitingum, lýsingum og spølum.

- Kringvarpið brýtur hvørki kringvarpslógina ella hevur ein aggressivan lýsingarpolitikk, staðfestir Dia Midjord, stjóri í Kringvarpi Føroya.

Kringvarpið hevur verið á breddanum á Portalinum seinasta samdøgrið í sambandi við ein sáttmála, sum Kringvarp Føroya hevur gjørt við eitt felag um at útvega stovninum ískoytisveitingar – sponsorveitingar – sum Kringvarpið hevur heimild til eftir kringvarpslógini.

Skal Kringvarp Føroya megna at veita føroyingum eina rímiliga public service tænastu, sum Mentamálaráðið hevur gjørt sáttmála við Kringvarpið um, hevur tað alstóran týdning, at inntøkurnar hjá stovninum ikki halda á at lækka, greiðir Dia Midjord frá.

Inntøkurnar frá handilslýsingum og kunngerðum eru lækkaðar munandi seinastu fimm árini. Í 2007 vóru inntøkurnar frá lýsingum og kunngerðum stívliga 12 mill. kr. Í fjør vóru somu inntøkur lækkaðar niður í 7.4 mill.kr. Tað merkir, at henda inntøkukeldan er næstan lækkað 5 mill. kr.

- Tí kann ikki sigast, at Kringvarp Føroya hevur uppraðfest lýsingarnar, sigur stjórin í Kringvarpinum.

Harafturat er inntøkan frá spølunum eisini lækkað munandi. í 2007 vóru hesar inntøkurnar slakar 6,9 mill.kr., men í fjør var henda inntøkan bara 3,1 mill.kr. Við øðrum orðum er inntøkan frá spølum lækkað 3,8 mill. kr.

- Henda gongdin hevur ávirkað virksemið hjá Kringvarpinum munandi. Vit hava verið noydd at siga fleiri fólkum úr starvi og talið á sendingum eru nógv færri bæði í útvarpinum og í sjónvarpinum. Men henda gongdin kann ikki halda fram, um vit nøkulunda skulu halda public service sáttmálan, og tí royna vit at halda tørn við m.a. at troyta møguleikan fyri ískoytisveitingum, serliga í samband við størri tiltøk, vísir stjórin í Kringvarpi Føroya á.

Kringvarpið hevur tvinnar møguleikar at útvega sær pengar til at fíggja raksturin – annaðhvørt frá kringvarpsgjaldi ella frá kunngerðum/lýsingum/sponsoratum/spølum. Grein 8 í kringvarpslógini sigur, at virksemið hjá Kringvarpi Føroya verður “fíggjað við kringvarpsgjaldi, kunngerðar- og lýsingarinntøkum, sponsorering og øðrum virksemi, sum er knýtt at uppgávum stovnsins. Kringvarp Føroya hevur loyvi til at skipa fyri inntøkugevandi eydnuspølum.“

Mentamálaráðið, sum varðar av Kringvarpinum, hevur áður boðað frá, at Kringvarp Føroya skal ikki rokna við hægri kringvarpsgjaldi ella einum prístalsviðgjørdum kringvarpsgjaldi.

- Tá KvF hevur tvinnar møguleikar at fáa fleiri inntøkur, og møguleikin at hækka kringvarpsgjaldið ikki er til staðar, so sigur tað seg sjálvt, at Kringvarpið fer eftir hinum møguleikanum. Sum stjóri havi eg búskaparligu ábyrgdina av Kringvarpinum, og tá lógin heimilar Kringvarpinum at hava inntøkur frá lýsingum og spølum, so gera vit eina roynd at steðga afturgongdini, sigur Dia Midjord. Gekkaspælið er endurskoðað, og skipanin við vinningum er broytt fyri at útvega stovninum fleiri inntøkur.

Í fleiri ár hevur Kringvarp Føroya havt lýsingarfólk, sum hava fingið provisión av teimum inntøkum, tey hava útvegað. Umframt lýsingarnar hava tey eisini gjørt avtalur um ískoytisveitingar frá fyritøkum, stovnum og handlum.

Men við tað at lýsingarfólkið nú hevur aðrar uppgávur í stovninum, hevur KvF gjørt avtalu við ein annan persón, sum hevur eitt smápartafelag, Progress, um at útvega stovninum ískoytisavtalur. Royndarsáttmálið er undirskrivaðar við felagið.

- Hetta er eina og aleina gjørt í eini roynd at steðga minkandi inntøkunum hjá Kringvarpi Føroya, soleiðis at grundarlag er at veita hyggjarum, lurtarum og lesarum eitt so gott tilboð sum gjørligt, sigur Dia Midjord.

Stjórin í Kringvarpi Føroya vísir staðiliga aftur, at Kringvarpið er við at avtofta føroyska miðlalandslagið, sum ført verður fram

- Tað hevur stóran týdning fyri ta demokratisku tilgongdina at hava so nógvar og ymiskar fjølmiðlar sum gjørligt, fyri at lýsa og ikki minst viðgera samfelagsligu málini, slær Dia Midjord fast.

Tórshavn, 1. mai 2013