Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggja nevndin í Krígssavninum. Vinstrumegin frá eru tey Poul Arni Jacobsen, næstformaður, Tina Jacobsen, eykalimur, Fróði Poulsen, kassameistari, Karl Johan Nielsen, formaður, Marna Jacobsen, skrivari, Sonni Jacobsen, eykalimur, og Dánjal Poulsen, nevndarlimur.

Krígssavnið havt aðalfund

Krígssavnið hevði aðalfund í kvøld, hóskvøldið 24. apríl, í skúlanum í Miðvági. Karl Johan Nielsen og Poul Arni Jacobsen stóðu fyri vali, og vórðu teir báðir afturvaldir fyri tvey ár. Eisini varð Fróði Poulsen valdur í nevndina fyri Magnu Thomassen, ið er farin úr nevndini í ótíð. Eitt ár var eftir av hennara valskeiði, og tí er Fróði Poulsen valdur fyri eitt ár. Sum eykalimir vórðu Tina Jacobsen og Sonni Jacobsen vald.

Nevndin skipaði seg beinanvegin eftir aðalfundin. Karl Johan Nielsen heldur fram sum formaður, Poul Arni Jacobsen heldur fram sum næstformaður, Fróði Poulsen er kassameistari, Marna Jacobsen skrivari, og Dánjal Poulsen nenvdarlimur.

Mánamorgunin klokkan 10 hevur Krígssavnið tíðindafund í grøna SOR-bygninginum við flogvøllin, har framløga verður av framtíðarætlanunum hjá felagnum.