Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Krevur nógv samstarv millum nógvar partar

Vælkomurøða FarGen 23. September kl. 14.00 á Hotel Føroyum.

Góðu áhoyrarar,

Tað er mær ein gleði og heiður, at bjóða tykkum her til okkara høvuðstað, og tað er við stoltleika, at eg sum borgarstjóri síggi Tórshavn hýsa eini ráðstevnu sum hesari, ið viðger markamótsmøguleikar á íleguøkinum. Hetta er í tráð við okkara ætlan, okkara visjón um, at Tórshavn skal verða ein virkin lestrar- og granskingarbýur, og ikki minst at vit hýsa eini ráðstevnu við altjóða fakfólki á fremstu rók.

Hugskotið ella visjónin FarGen er hugtakandi, tí vit fara inn og gagnnýta okkara styrkir sum eitt lítið og tætt samfelag. Talan er ikki um at gera tað sama, men at bróta burturúr nýggjum, at síggja eina avbjóðing – og møguleikar – og so bretta upp um armar og gera ein føroyskan leist, sum hevur góðan møguleika at seta karmin fyri heimin á hesum øki – og sum eisini kann gerast okkara lokomotiv við gransking og menning.

Íleguvitanin skal helst kunnu menna og áhaldandi betra okkara heilsuverk. Men vit skulu ikki gloyma, at við at staðseta eina slíkan ætlan í Føroyum menna vit førleikar, nýhugsan – og ikki minst spennandi arbeiðspláss. Eisini kann hetta gerast snaringspunktið í einum livandi, sterkum, opnum og altjóða granskingarumhvørvi – í Tórshavn.

Vit eru sum býur í harðari kapping við aðrar høvuðstaðir, bæði í kapping um heilar – men eisini í innovation – nýhugsan. Fiskur er enn ein høvuðstáttur í okkara samfelag – og eisini á hesum øki er tað lítil ivi um, at íleguvitan gerst sera týdningarmikil í framtíðini, bæði tá talan er um fiskivinnu og aling.

So vónandi verður íleguvitan eisini ein grundleggjandi partur á hesum vinnugeirum um skamma stund, og vónandi verður ílegugransking ein av høvuðstættunum í nýggja granskingarsetrinum Inova, sum vit eisini eru errin av at hýsa í Havn.

Tórshavnar Kommuna er stolt av hesi verkætlan, men eg má eisini minna á, at hetta er ein verkætlan, sum krevur nógv samstarv millum nógvar partar, bæði kommunalar, landsmyndugleikar og vinnu – og hetta samstarv mugu vit, sum so ella so koma í kontakt við FarGen, vera við til at lyfta – saman – til frama fyri okkum øll.

Hjartaliga vælkomin øll og hervið er FAR GEN ráðstevnan 2012 sett.

Takk fyri

Heðin Mortensen

Borgarstjóri