Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kravdi at Frýdal virðir samstarvsavtalu og samstarvsfelagar

Skal samstarvið aftur koma á beint, krevst, at tú í verki virðir samstarvsavtaluna og tínar samstarvsfelagar, var svarið, borgarstjórin, Heðin Mortensen, gav Marin Katrinu Frýdal, í gjár. Vit prentað svarið niðanfyri:

Marin Katrin Frýdal

Skraddaragøta 10

188 Hoyvík

27. mars 2014

Eg vátti við hesum at hava fingið skriv títt dagfest 27. mars 2014 og skal gera hesar viðmerkingar.

Tú gevur fatan av, at undirskjalið til politisku semjuna er ikki gjørt, og at eg sum borgarstjóri ikki havi hildið avtaluna. Um tú ikki veitst tað, so varð hetta undirskjal, ið allir býráðslimir vóru við til at gera, gjørt liðugt og latið býráðslimunum endaliga í apríl 2013. Hetta skjal lýsir høvuðsmálini, ið býráðið setti sær fyri at arbeiða við, og sum býráðið alt eisini hevur hildið seg til.

Tá fíggjar- og íløgurætlanin fyri 2014 varð samtykt í býráðnum 28. november 2013, boðaði eg í býráðssalilnum frá, at fíggjar- og íløguætlanin fór at verða tikin uppaftur til viðgerðar fyrst í komandi ári. Sum tú sjálv nevnir, so var tíðin til fíggjarætlanarviðgerðina knøpp hóast nógvar fundir, har alt býráðið var við, og fundir, har bólkur av býráðslimum var við, so var ikki komið á mál við endaligu raðfestingunum og langtíðaríløguætlanini.

Tað er púra greitt ásett í samstarvsavtaluni og semjuni flokkanna millum, at fíggjarnevndin virkar sum politiskt sambindingarlið millum flokkarnar í samstarvinum. Semjan gav øllum flokkum umboðan í fíggjarnevndini við tí endamáli í mest møguligan mun at tryggja breiða semju um fíggjar- og íløguætlanir, langtíðaríløguætlanir og onnur strategiskjøl av týdningi, og varð hetta beinleiðis skrivað inn í semjuna.

Hetta er ein sera týdningarmikil partur av semjuni, og tað er tí eisini heilt í samsvari við hesa, at fíggjarnevndin tók á seg arbeiðið við at gera uppskot til umraðfestingar í fíggjar- og íløguætlanina fyri 2014.

Tað er í hesum sambandi einstøku floksumboðini í fíggjarnevndini, sum høvdu ábyrgd at tryggja, at uppskotini um umraðfestingar høvdu breiða undirtøku millum flokkarnar og allar býráðslimirnar, júst sum tú sigur, at tær stóru semjurnar skulu viðgerast og avgreiðast í samstarvinum og áðrenn býráðsfundirnar.

At tú, beint undan býráðsfundinum 4. mars 2014 sigur teg ikki kenna til uppskotið, er sostatt ikki mín ábyrgd, tvørturímóti gjørdi eg alt fyri at tryggja, at samstarvsflokkarnir stóðu saman um uppskotið til nýggja fíggjar- og íløguætlanina.

At enda skal eisini ger greitt, at eg eri als ikki samdur við tær í, at nakar býráðslimur hevur verið fyri politiksum órætti í sambandi við fíggjar- og íløguætlanina. Eg góðtaki tí heldur ikki ógvusligu skuldsetingar tínar móti mær og fíggjarnevndini um ódemokratiskt arbeiðslag, og sum eru heilt burturvið.

Vísandi til skriv mítt til tín 26. Mars 2014, har eg biði teg taka støðu til, um tú framhaldandi ynskir at vera partur av breiða býráðssamstarvinum, ið varð undirskrivað í november 2012 við teimum treytum, tað inniber, skal verða sagt, at eg taki til eftirtektar, at tú framhaldandi vil standa við og vil virða samstarvsavtaluna.

Skal samstarvið aftur koma á beint, krevst, at tú í verki virðir samstarvsavtaluna og tínar samstarvsfelagar. Eg fari tí at biðja teg koma á fund við meg kl. 15.00 í dag at umrøða tær treytir, ið verða settar tær í hesum sambandi.

Heðin Mortensen

borgarstjóri