Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Krav um reiðiligheit

Vit, ið eru komin nakað væl upp í árini, mugu flest øll hava trupult við at fata dagsins boð um skrivliga váttan um reiðiligheit í starvinum, áðrenn mann kann fáa tað. Hetta var ikki tað, ið vit vuksu upp við. Øll tóku tað sum givið, at fólk vóru reiðilig, og tað vóru tey eisini í so stóran mun, at tað einans vóru fá undantøk.

Eingin skilti, at nakar kundi fáa seg til slíkt. Og fólksins dómur var mangan harður.

Men tíðir broytast og soleiðis er eisini við reiðiligheitini. Nú ræður um at vera snildur (annað hugtak fyri óreiðiligur). Fíggjarligir ráðgevarar standa fyri skotum, og tað er yvirhøvur ikki uttan orsøk. Ráðgevingin hevur verið sum Harra Guð veit, men altíð teimum sjálvum og teirra fíggjarstovnum at gagni. Og mong hava fingið fíggjarligar lúsingar, so at tey nóg illa hava kunnað reist seg og gingið víðari. Sjálvandi er váttan um reiðiligheit av somu orsøkum neyðug. Og vónandi førir tað til, at fólk kunnu føla og uppliva tann tryggleika, tey alla tíðina áttu at havt, men sum tey ikki hava fingið.

Men nú reiðiligheit er á skránni, so mugu vit bara ásanna, at tað ikki bert eru teir fíggjarligu ráðgevararnir, ið eiga at prógva, at teir eru reiðiligur, tí samfelagið er farið á glið vegna manglandi trúvirði og óreiðiligheit á mongum økjum.

Hvat við at fingið løgtings- og landsstýrisfólk at undirskriva reiðiligheitsváttan. So hevði mangt verið ørvísi, m.a. við flatskatti og makreli við pensiónum og koyripengum, og so høvdu tey smáu fingið nakað væl meira, meðan tey stóru høvdu fingið tilsvarandi minni. Læknar høvdu arbeitt minni fyri Novo Nordisk og meira fyri hin einstaka patientin.

Reiðiligheit innan mvg. og skatt hevði givið nógvar 10-tals mill. kr. til føroyska landshúsarhaldið, soleiðis at m.a. sálarliga sjúk og breka annars kundi fingið tær sømdir, tey m.a. eftir undirskrivaðum ST-sáttmála eiga.

Frammanfyristandandi er nakað, ið rann mær í huga, tá eg hoyrdi tíðindini. Fyrst gav tað mær tó ein lítlan skelk, nakað ið risti meg, tí at eg ikki heilt skilti, at vit skulu vera komin so langt út á skráplanið, at ein skrivtlig váttan fyri reiðiligheit skuldi vera neyðug áðrenn starvsetan. Sera mannminkandi og fúl, fúl skomm.

Dagfinnur Danbjørg.