
Krabbameinsstýrisbólkurin
Vit í krabbameinsfelagnum eru fegin um, at Krabbameinsstýrisbólkurin er farin til verka. Endamálið hjá bólkinum er, at geva landsstýrismanninum eina breiða fakliga ráðgeving á krabbameinsøkinum, gera status av krabbameinsøkinum í Føroyum og at fylgja við, at tilmælini í krabbameinsætlanini verða fylgd.
Tey, ið manna Krabbameinsstýrisbólkin eru:
Sigurð Ó. Vang, sjúkrahússtjóri
Bjarni á Steig, leiðandi yvirlækni
Maria Debess, sjúkrarøktarfrøðingur
Dorrit Beck Joensen, kommunulækni
Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum
Høgni D. Joensen, landslækni
Jóhan Poulsen, yvirlækni
Pál Weihe, yvirlækni
Poul Geert Hansen, aðalstjóri, formaður
Jan Simonsen, deildarstjóri, skrivari