Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á myndini síggjast frá vinstru: Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari hjá Krabbameinsfelagnum, Jákup N. Olsen, nevndarformaður, Sólrun Jacobsen, nevndarlimur og Aibritt á Plógv, næstforkvinna.

Krabbameinsfelagið vil hava fleiri limir

Tær næstu vikurnar fer Krabbameinsfelagið undir átak at fáa fleiri limir til felagið.

Krabbameinsfelagið, sum hevur nógv virksemi, fær ongan almennan stuðul. Inntøkurnar eru limagjald og peningagávur.

Tað er umráðandi fyri okkara felag at vera meira framasøkið. Tí er neyðugt við nógvum limum. Soleiðis fær felagið betur hjálpt og stuðlað fólki við krabbameini og teirra avvarðandi, stuðlað gransking og arbeitt við upplýsing og fyribyrging.

Tær næstu vikurnar fer Krabbameinsfelagið undir átak at fáa fleiri limir til felagið. Tað verður millum annað gjørt við, at ringt verður heim til fólk, ið verða spurd, um tey vilja verða limir í felagnum.

Felagið vónar at fólk fara at taka væl undir við átakinum.

Limagjaldið er 200 krónur um árið fyri einstaklingar og 500 krónur fyri feløg.