Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Krabbameinsfelagið varpar ljós á munnrøkt í samband við sjúku og viðgerð av krabbameini og skipar fyri tiltaki um evnið

Tiltakið verður mikudagin 2. oktober kl. 19.00 til 21.00 á Hotel Føroyum. Tiltakið er ókeypis  - øll eru vælkomin – tó er tilmelding neyðug.
 
Talan er um eitt alment tiltak við fyrilestrum/framløgum, ætlað fólki, sum hava ella hava havt krabbamein, teirra avvarðandi og starvsfólki í heilsuverkinum, sum í sínum starvi koma í samband við krabbameinssjúklingar og teirra avvarðandi.
 
Viðgerð fyri krabbamein er tíbetur batnað nógv seinastu árini, og alsamt fleiri verða frísk. Hóast nógv liva eitt gott lív eftir sjúku, eru tað tíverri nógv, sum fáa fylgjur av sjúkuni og viðgerðini. Fylgjurnar kunnu vera til stóran ampa, og tær kunnu eisini vísa seg, tá ið long tíð er fráliðin. Ein fylgja, ið er vanlig og sum er til stóran ampa fyri tann sjúka, eru trupulleikar við munninum og tannhaldinum.
 
Munntrupulleikar kunnu koma sum ein fylgja av sjúkuni, ella sum ein fylgja av stráluviðgerð, kemoviðgerð - og ella aðrari medisinskari viðgerð. Góð og røtt munnrøkt til krabbameinssjúk hevur tí sera stóran týdning sum ein liður í at fyribyrgja munntrupulleikum.
 
Fyrilestrarhaldarar verða:
 
Sigga í Garðastovu, tannlækni. Hon fer at greiða frá um munn – og tannheilsu, hvørjir munntrupulleikar kunnu standast av sjúku og viðgerð, umframt hvussu ein kann fyribygja nevndu avleiðingum
 
Jansy Gaardlykke, sjúkrarøktarfrøðingur og dagligur leiðari hjá Krabbameinsfelagnum fer at greiða frá ritgerð um munnrøkt til krabbameinssjúk, ið hon saman við øðrum hevur gjørt í samband við ískoytisútbúgving til bachelor í sjúkrarøkt í 2018.
 
Leif Olsen, socialráðgevi fer at greiða frá, hvørjir møguleikar eru fyri at fáa stuðul frá Almannaverkinum til munn – tanntrupulleikar, og hvat lógin heimilar.
 
Um tú hevur hugskot ella spurningar til Siggu í Garðastovu og Leif Olsen, ið tú vilt fáa svar uppá í samband við teirra framløgur, ert tú vælkomin at senda okkum teir, soleiðis at tey fáa laga sína framløgu til tykkara tørv.