Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Krabbameinsfelagið sigur hjartans takk

Krabbameinsfelagið fegnast um stóru undirtøkuna og stóra stuðulin, sum var latin ísamband við stuðulstiltakið, sum Bót til Bata, bólkurin hjá Krabbameinsfelagnum saman við ítróttarfelagnum Treystinum skipaðufyri 28. september.

Krabbameinsfelagið ynskir at siga hjartaliga takk til Ítróttarfelagið Treysti og til øll tey sjálvbodnu í Bót til Bata og onnur sjálvboðin, sum hjálptu til við praktiskum uppgávum, høvdu innsløg í ítróttarhøllini bæði sang, dans og fyrilestur. Takk til Hjartafelagið og til "sjúkrahús-toymi" sum høvdu bás i ítróttarhøllini aftaná renningina. Takk fyri vælvild at lána ítróttarhøllina. Takk til Anniku Olsen, landstýriskvinnu og Karsten Hansen, landsstýrisman fyri at seta dagin og skjóta renningina ígongd. Hjartans takk til øll tykkum, sum stuðlaðu við at renna, keypa eitt bandana ella á annan hátt lótu gávu til felagið. Inn komu tilsamans 70.195 krónur.

Hjartaliga takk øll somul.