Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á skránni var eisini nevndarval. Fyri vali stóðu Magnus Magnussen, Katrin Kalsberg og Jóhan Poulsen. Tey vóru afturvald fyri eitt 2 ára skeið.

Krabbameinsfelagið hevur havt aðalfund

Krabbameinsfelagið hevur havt aðalfund
 
Á skránni var eisini nevndarval. Fyri vali stóðu Magnus Magnussen, Katrin Kalsberg og Jóhan Poulsen. Tey vóru afturvald fyri eitt 2 ára skeið. Eisini var val av tiltakslimum, fyri valið stóðu Martin Joensen og Elmar Ósa, sum vórðu afturvaldir.
 
Nevndin hevur skipað seg við Duritu Tausen, sum forkvinnu, Sonju Nielsen sum næstforkvinnu og kassameistara. Hini í nevndini eru Magnus Magnussen, Johan Poulsen og Katrin Kallsberg. Tiltakslimir eru Martin Joensen og Elmar Ósá.
 
Á myndini frá vinstru: Sonja Nielsen, Johan Poulsen, Katrin Kalssberg, Durita Tausen og Magnus Magnussen.
 
Ársfrágreiðingin fyri 2017 kann takast niður sum PDF fíla við at trýsta á linkin: http://www.krabbamein.fo/Files/Billeder/Nýggj%20heimasíða/Ársfrágreiðing/Ársfrágreiðing%202017%20.pdf 
 
Brot úr formansrøðuni
Fært tú boðini, at tú ella ein av tínum hevur fingið krabbamein, er tað, sum at alt stendur stilt, og óteljandi tankar fara gjøgnum høvdið eftir lítlari løtu. Tað kennist, sum verður grundvøllurin skakaður. Tá er gott at hava hollar stuðlar at styðja seg til – familju, vinfólk, starvsfelagar, grannar og onnur. Ein av høvuðsuppgávunum hjá okkum í Krabbameinsfelagnum er eisini at hjálpa. Birta vón og lívsmót. Lætta um, tá ið harðast leikar á. Ráðgeva og stuðla.
 
At tað ber til hjá Krabbameinsfelagnum at veita góða og munadygga hjálp, kemst serliga av góðum fíggjarligum stuðlum og øllum tí munadygga arbeiði, sum sjálvboðin gera. Hetta ger, at vit betur kunnu røkka málinum at hjálpa teimum, sum hava ella hava havt krabbamein, umframt at stuðla gransking og gera fyribyrgjandi arbeiði.
 
Eisini 2017 hevur hilnast væl, og nógv er at vera takksom fyri. Aftur kunnu vit ásanna, at Krabbameinsfelagið hevur stóra vælvild millum føroyingar. Millum fyritøkur, myndugleikar, fjølmiðlar, privatfólk, sjúklingar og tey, sum varða av.
 
Undirtøkan fyri Grannakaffi hevur verið góð, fíggjarligur stuðul er fingin til vega til m.a. at geva blað út, ferðaskrivstovan 62°N hevur gjørt av at stuðul fyri hvønn ferðaseðil, sum vinnudeildin selur, umframt at vit hava fingið annan fíggjarligan stuðul.
 
Team Rynkeby Føroyar fekk aftur í ár so stóran stuðul, sum ongatíð fyrr, og 2017 er eisini árið, har tey hava gjørt av eisini at stuðla børnum, sum hava álvarsliga hjarta- ella lungnasjúku.
 
Lip- og lymfødemfelagið er nú partur av Krabbameinsfelagnum, sum sjálvstøðugur hjálparbólkur. Tað fegnast vit um, tí tað vísir seg, at tað eru sera nógvir krabbameinssjúklingar, ið fáa lymfødem eftir sjúku og viðgerð fyri krabbamein.
 
Vit takka innarliga fyri alla vælvild, stuðul og tíð, sum tit øll geva felagnum.
 
- o -
Gransking er alneyðug fyri at loysa krabbameinsgátuna og fyri at tryggja, at krabbameinssjúklingar fáa so góða viðgerð og góðan stuðul, sum til ber.
 
Vit gleðast um, at í 2017 er gongd komin á granskingina. Krabbameinsfelagið og Team Rynkeby hava játtað samanlagt 700.000 kr. til eina phd-verkætlan við heitinum “Kortlegging og greining av krabbameinstilburðum í Føroyum”. Granskingarráðið hevur eisini veitt meiri enn 1,1 mió.kr. í stuðli til hesa verkætlanina, umframt 300.000 kr. samanlagt til tvær aðrar verkætlanir á krabbameinsøkinum.
 
- o -
 
Í 2009 varð fyrsta krabbameinsætlan gjørd fyri Føroyar. Eitt tilmæli var, at seta í verk skreening fyri bróstkrabba. Í 2017 varð komið á mál við tí. Allar kvinnur millum 50 og 69 ár fáa nú annaðhvørt ár tilboð um at verða kannaðar.
 
Krabbameinsætlanin fer skjótt at ganga á 10 ári. Tað er høgur aldur fyri eina krabbameinsætlan. Í Krabbameinsfelagnum høvdu vit vónað, at vit í ársfrágreiðingini fyri 2017 kundu skrivað, at nú er skjøtul settur á at gera nýggja krabbameinsætlan. So er tíverri ikki og tað harmar okkum nógv. Landsstýriskvinnan hevur, bæði í talu og skrift, tikið undir við, at tíðin er búgvin, at vit fara undir at gera nýggja krabbameinsætlan.
 
Okkara áheitan er tí, at landsstýriskvinnan vísir tað í verki. Ongantíð ov skjótt.
 
Durita Tausen,
forkvinna í Krabbameinsfelagnum