Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Krabbameinsfelagið fíggjar granskingarverkætlan innan bróstkrabba í Føroyum

Tordis Kristiansdóttir, lækni og granskari, hevði leygardagin 24. september ein fyrilestur í Føroyum saman við vegleiðara sínum Anne Marie Gerdes, yvirlækna og professara á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn, har hon legði fram ávegis úrslit av hennara granskingarverkætlan innan bróstkrabba í Føroyum.

Staðfest er, at títtleikin av bróstkrabba í Føroyum er nakað lægri enn til dømis í hinum Norðurlondunum. Men hóast títtleikin av bróstkrabba í Føroyum er minni, er deyðiligheitin størri. Hví so er, er ein av spurningunum, sum Tordis arbeiðir við.

Granskingarverkætlanin innan bróstkrabba í Føroyum, sum tekur støði í 397 sjúklingum búsitandi í Føroyum í árunum 1984 til 2008, er í tveimum pørtum - ein epidemilogiskur og ein genetiskur partur. Epidemilogiski parturin, har Tordis Kristiansdóttir kannar orsøkirnar til, hví títtleikin av bróstkrabba er lægri og deyðiligheitin er størri í Føroyum, verður eftir ætlan liðugur til várs 2012. Í løtuni kannar hon, um munur er á lívstíli og ílegu hjá kvinnum í Føroyum og aðrastaðni.

Granskingarverkætlanin hjá Tordis Kristiansdóttir er stuðlað av Krabbameinsfelagnum í samstarvi við Ílegusavnið.