Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Seinasta leygardag var stór stuðulskonsert í bygdahúsinum á Strondum, sum Lív Jónsveinsdóttir Hansen tók stig til.
Seinasta leygardag var stór stuðulskonsert í bygdahúsinum á Strondum, sum Lív Jónsveinsdóttir Hansen tók stig til. Allar inntøkurnar frá konsertini fóru óskerdar til Krabbameinsfelagið og tað var ikki smávegis, sum kom burturúr. Krabbameinsfelagið hevur fingið 76.000 kr., sum vit eru ógvuliga takksom fyri.  

Á konsertini fekk Krabbameinsfelagið høvi at greiða frá sínum arbeiði. Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari í Krabbameinsfelagnum, segði m.a.: 

Martin Thorborg er ein kendur danskur íverksetari. Hann hevur einaferð sagt: ”Góð hugskot eru silvur. Fólk, ið gera góð hugskot til veruleika, eru gull”. 

Og tað er júst tað, mann kann siga um Lív Jónsveinsdóttir Hansen. Hon fekk eitt gott hugskot, sum hon skjótt gjørdi til veruleika. Og stóra, stóra takk fyri tað!  

Eitt megnar tiltak. Bæði tónleikarar, frásøgufólk, einstaklingar, hjálparfólk, fyritøkur og nógv onnur hava verið skjót at taka lógvatak saman við Lív, so hetta gjørdist veruleiki. Fyri Krabbameinsfelagið er hetta gull vert.  

Hetta tiltak er við til at hjálpa okkum at hjálpa. At hjálpa og vegleiða fólki, sum hava krabbamein og eisini teimum, sum varða av, er stórur partur av arbeiðinum hjá felagnum. Øll skulu hava møguleika at fáa hjálpina, og tí er hon eisini ókeypis. 

Felagið ynskir at vísa tí sjúka og teim avvarðandi á glottar og saman fáa hesar at víðkast mest møguligt, so vónin, ljósið og lívsmótið aftur kunnu spíra. 

Inntøkurnar hjá felagnum eru limagjald og gávur. Fyri at Krabbameinsfelagið kann hjálpa, er týðandi, at tað eru nógv, sum rætta eina hjálpandi hond, eisini at fáa pening til vega. Tí fløvar hetta tiltak almikið  – og tað ger veruliga mun. 

Vit eru tí ovurfegin og eyðmjúk um ta stóru vælvild, frá fyriskipara og øllum tykkum, ið á ein ella annan hátt hava tikið lut í hesum tiltaki. 

Vit kunnu bara staðfesta, at virði av hesum tiltaki fevnir nógv longur enn tað peningaupphædd, sum kemur inn. Øll, ið luttaka og stuðla, taka lógvatak saman og eru við til at lyfta byrðar saman við okkum. Eisini at varpa ljós á krabbamein hjá teimum, ið gerast sjúk og familju teirra. Við tykkara persónliga stuðuli og luttøku, eru tit við til at gera silvur til gull.