Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vit í Krabbameinsfelagnum hava bíðað spent eftir, at kvinnur í Føroyum fóru at fáa bjóða mammografiscreening.

Krabbameinsfelagið fegnast um, at mammografiscreening nú er sett í verk

Dan Klein --- 04.03.2017 - 06:55

Vit í Krabbameinsfelagnum hava bíðað spent eftir, at kvinnur í Føroyum fóru at fáa bjóða mammografiscreening.
 
Nakrir av fyrimununum eru at:
- sjúkan verður staðfest tíðliga
- viðgerðin verður mildari
- vandin fyri medisinskari eftirviðgerð er minni
- stúranin er minni hjá teimum kvinnum, sum fáa at vita, at einki er at síggja.
 
Tað krevur góða fyrireiking at seta mammografiscreeningina í verk og Landssjúkrahúsið hevur fyrireikað hetta væl. At kanningarnar fara at verða gjørdar fýra ferðir um árið ger, at liggur tað ikki fyri at koma til ásettu tíðina, er ikki neyðugt at bíða leingi til næsta kanningarumfar.
 
Tá ið kanningin er gjørd, er tað næsta, at kvinnan skal fáa boð um, hvat kanningin vísti. Allar, allar flestu kvinnurnar fara tíbetur at fáa at vita, at einki er at síggja, men at bíða eftir svarið, er hjá flestu fólkum ein tíð við stúran. Tí fegnast vit um, at kanningarnar eru lagdar soleiðis til rættis, at tann bíðitíðin er stutt. Hvat svarið so er.
 
Fleiri kvinnur í Føroyum hava verið til mammografikanningar gjøgnum árini, hóast tað ikki hevur verið talan um skipaða screening. At allar kvinnur millum 50 og 69 ár nú fáa tilboðið, halda vit vera eitt framstig. Nú fáa allar sama tilboð og tí eisini sama møguleika at taka av tilboðnum.
 
Krabbameinsfelagið takkar fyri, at frá politiskari síðu er mammografiscreeningin raðfest og at Landssjúkrahúsið hevur lagt orku í at seta hana í verk og at skipað hana væl. 
 
Á myndini: Ann Østerø, leiðari á Røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum.