Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Krabbameinsfelagið fegnast um aldursmark fyri solariumnýtslu

Løgtingið hevur samtykt at banna nýtslu av solariumsól fyri ung undir 18 ár. Hetta er í tráð við tilmæli í Krabbameinsætlanini og hjá heimsheilsufelagsskapinum, WHO.

- Í Krabbameinsfelagnum fegnast vit um, at aldursmark á 18 ár endiliga er er samtykt. 

Móðurmerkjakrabbamein er eitt álvarsligt vandamál í øllum Norðurlondum, og tey flestu hava longu 18 ára aldursmark. Við hesum verður stig tikið til at verja børn og ung undir 18 ár. Hetta er eitt greitt og týdningarmikið signalvirði til eitt nú foreldur, vísir Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum á.

Uppskotið er tó samtykt í skerdari uppgávu, sum merkir, at tað framvegis verður loyvt almennum stovnum, so sum svimjihallum, at selja solariumsól.

- Hetta halda vit vera spell. Tað er undranarvert, at alment riknar svimjihallir, sum annars liva av at selja góða heilsu, eisini sleppa at bjóða eina vøru, sum sjálvt í smáum mongdum er prógvað at vera vandamikil. Men tað týdningarmesta er tó, at svimjihallir framyvir hava skyldu at hava eftirlit við aldursmarkinum, metir Jákup N. Olsen.

Samtykta solariumlógin tekur ikki støðu til ómannaðar sólstøðir. Upprunaliga var annars ætlanin, at ómannaðar sólstøðir skuldu bannast, tí tá er ógjørligt at hava eftirlit við aldursmarkinum. Hetta kravið var ikki við í uppskotinum hesaferð. Tað vil siga, at einki forðar ungfólki undir 18 ár at leggja seg undir solariumsól á ómannaðum sólstøðum. So kann verða spurt, um vandamálið við at ung og børn taka solariumsól við hesi lógini verður mett at vera loyst:

- í verandi løtu meta vit lógina vera eitt fet rætta vegin. Aldursmarkið er eisini galdandi í ómannaðum sólstøðum, tó at har er torført at hava eftirlit. Hetta er triðju ferð, at uppskot er lagt fyri tingið, og eftir øllum at døma er hetta so langt sum politiska skipanin er sinnað at fara. Vit meta sum so ikki, at vandamálið við solariumsóldyrkarum undir 18 ár er loyst. Vit fara at fylgja við gongdini, og virka fyri at minka um talið á teimum sum fáa húð- og móðurmerkjakrabbamein, sigur Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum.