Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Krabbamein og korona í Føroyum

Í fleiri londum uttan um okkum er talið av nýstaðfestum krabbameinstilburðum lægri orsakað av koronufarsóttini, men eftir øllum at døma er korona handfarin so mikið skynsamt í Føroyum, at vit ikki síggja hesa gongdina.

Í fleiri londum uttan um okkum, hevur koronufarsóttin ávirkað, hvussu nógvir krabbameinstilburðir eru
staðfestir. Færri tilburðir eru staðfestir í ár, og krabbamein hevur verið staðfest seinni í sjúkugongdini.

etta hava tey eitt nú kannað í Stóra Bretlandi 1
, USA 2
, Hollandi 3
, Svøríki 4
, Norðurírlandi 5og Danmark 6
.

Tíbetur síggja vit ikki hesa gongdina í Føroyum. Títtleikin av krabbameini er tann sami ella eitt sindur hægri í mánaðunum, meðan korona hevur herjað, borið saman við sama tíðarskeið tey seinastu fýra árini. Í mars og apríl mánaði vóru tølini nakað hægri enn undanfarin ár. Tað síggjast smá sveiggj, men hetta er væntandi við so smáum tølum.

Tað er ikki sannlíkt, at færru staðfestu tilburðirnir í londunum uttan um okkum standast av, at tað veruliga eru færri tilburðir. Heldur er talan um eina sonevnda undirdiagnostisering, t.e. at ikki allir
krabbameinstilburðir verða staðfestir. Tað er trupult neyvt at vísa á, við kanningum grundaðar á hagtølini,

hví so er, men roknað kann verða við, at serliga tvær orsøkir gera seg galdandi. Onnur er, at heilsuverkið hevur verið ovbyrjað av handfaringini av koronufarsóttini - eisini kommunulæknin, ið ikki hevur havt møguleika at tikið ímóti sjúklinginum, ella at hann hevur drálað at sent sjúklingin til nágreiniligari kanningar.

Hin orsøkin kann vera, at fólk hava aftrað seg at fara til lækna, tí tey hava borið ótta fyri at verða smittað við koronu, ella tí at tey ikki hava viljað ovbyrjað heilsuverkið, serliga fyrstu tíðina, farsóttin herjaði.

Tølini í Føroyum eru fingin til vega úr sjúklingajournalum, og allar nýstaðfestar krabbameinsdiagnosur eru tiknar við. Hetta er síðan borið saman við tølini somu tíð árini frammanundan. So eru tølini
aldursstandardiserað, t.e. lagt er upp fyri aldri, so tað rættvísandi kann verða borið saman við undanfarin ár.

Handfaringin av koronu í Føroyum hevur merkt, at vit hava verið minni ávirkað av strongum tiltøkum.
Heilsuverkið hevur heldur ikki verið so nógv ávirkað av, at fólk hava verið innløgd við koronu, sum fyrst var stúrt fyri. Tað kann vera orsøkin til, at staðfestu krabbameinstilburðirnir ikki eru fækkaðir í Føroyum, eins og aðrastaðni.

Hetta er at fegnast um, tí tað er týdningarmikið, at krabbamein verður staðfest tíðliga í sjúkugongdini, so at viðgerð kann verða veitt á besta hátt.

Umframt at hava týdning fyri føroyska heilsuverkið og krabbameinsøkið í Føroyum, verður henda uppgerð eisini brúkt til millumtjóða samanbering ímillum Norðurlond. Endamálið er at síggja, hvussu tað hevur ávirkað krabbameinsøkið, at korona er handfarin so ymiskt.

Tó at tølini í Føroyum ikki hava verið ávirkað, so er týdningarmikið at leggja dent á, at um so er, at ein
varnast sjúkueyðkenni, sum kunnu vera tekin um krabbamein, er avgerandi at seta seg í samband við
kommunulæknan. Her ber til at lesa um sjey tekin, sum kunnu vera ábending um krabbamein:

https://www.krabbamein.fo/Default.aspx?ID=314

Krabbameinsfelagið

Marnar Fríðheim Kristiansen

Allir krabbameinstilburðir eru gjørdir upp fyri hvønn mánað árini 2016-2020. Tølini eru aldurssett eftir
norðurlendskari støðisvekt. Keldan til hagtølini er sjúklingajournalir, har fyrsta krabbameinsdiagnosan er tikin við. Reyði stabbin eru tølini í 2020. Teir bláu stabbarnir vísa tølini frá 2016-2019 og tann grøna linjan er miðal fyri árini 2016-2019.

Talið av nýstaðfestum krabbameinstilburðum er ikki lækkað, hóast tað kundi verið væntandi, um so var, at korona hevði tarnað heilsuverkinum í vanliga virkinum at viðgera og útgreina.

Úrslitini benda á, at góða handfaringin av koronufarsóttini í Føroyum hevur tryggjað, at heildarútgreinanin av krabbameini ikki hevur verið stórvegis ávirkað.

1. Maringe C, Spicer J, Morris M, et al. The impact of the COVID-19 pandemic on cancer deaths due to
delays in diagnosis in England, UK: a national, population-based, modelling study. Lancet Oncol
[Internet] 2020;21(8):1023–34. Available from:

http://www.sciencedirect.com/science/article/pii/S1470204520303880
2. Kaufman HW, Chen Z, Niles J, Fesko Y. Changes in the Number of US Patients With Newly Identified
Cancer Before and During the Coronavirus Disease 2019 (COVID-19) Pandemic. JAMA Netw Open
[Internet] 2020;3(8):e2017267–e2017267. Available from:

 https://doi.org/10.1001/jamanetworkopen.2020.17267
3. Dinmohamed AG, Visser O, Verhoeven RHA, et al. Fewer cancer diagnoses during the COVID-19
epidemic in the Netherlands. Lancet Oncol [Internet] 2020;21(6):750–1. Available from:

http://www.sciencedirect.com/science/article/pii/S1470204520302655
4. Uppskjuten cancervård - Jämförelse av antalet nyregistrerade cancerfall under covid-19-pandemin
2020 och motsvarande period 2019 [Internet]. [cited 2020 Dec 10]. Available from:

https://www.cancercentrum.se/globalassets/covid-19/rapport_uppskjuten_cancervard_covid19-
varen2020_vers1.0.pdf

5. Recent trends in the number of pathology samples indicating cancer in Northern Ireland [Internet].
2020 [cited 2020 Dec 10]. Available from:

https://www.qub.ac.uk/researchcentres/nicr/FileStore/PDF/Covid19/Filetoupload,986705,en.pdf
6. Skovlund CW, Friis S, Dehlendorff C, Nilbert MC, Mørch LS. Hidden morbidities: drop in cancer
diagnoses during the COVID-19 pandemic in Denmark. Acta Oncol (Madr) [Internet] 2020;1–4.Available from: https://doi.org/10.1080/0284186X.2020.1858235

Sí greinina her.