Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á myndini síggjast umboð fyri Norðurlendsku krabbameinsfeløgini.

Krabbamein ger ikki mun á fólki, men munur er á fólki, tá ið tey fáa krabbamein

Tíbetur fáa fleiri og fleiri, sum fáa krabbamein, heilsubót og góða hjálp. Tíverri gagnar framgongdin ikki øllum líka væl. Fólk, sum hava stutta útbúgving og lága løn, ella sum búgva einsamøll, eru í størri vanda at fáa krabbamein, og vánirnar at verða frísk eru ikki líka góðar sum hjá teimum, sum hava longri útbúgving og høga løn, ella ikki búgva einsamøll.

Norðurlendsku krabbameinsfeløgini savnaðust 4. september til verkstovu um sosialan ójavna í krabbameini. Kanningar hava staðfest, at ójavnin í krabbameini sæst í allari sjúkugongdini, t.e. hvussu stórur vandin er fáa krabbamein, hvussu tíðliga krabbamein verður staðfest, í viðgerðini, seinfylgjum, tilknýtinum til arbeiðsmarknaðin og hvussu útlitini eru at fáa heilsubót. Eisini er munur á, hvørja krabbameinssjúku, talan er um. Um tað er sjúka, sum nógv fólk fáa ella um tað er meiri sjáldsamt slag av krabbameini.
 
Kanningar í Danmark, Noregi, Finnlandi og Svøríki vísa greitt, at munurin er stórur. Munurin sæst ikki bara, tá ið talan er um krabbamein, men í allari heilsustøðu. Hóast líka víðfevndar kanningar ikki eru gjørdar í Føroyum, so kunnu vit greitt rokna við, at støðan er tann sama her.
 
Kanningar eru eisini gjørdar í Føroyum, og í 2018 gjørdu Sonja Nielsen og Birna Mohr Joensen granskingarverkætlan við heitinum Stuðul til føroyskar krabbameinssjúklingar: Serligar avbjóðingar í mun til at menna sjúklingagongdina í einum lítlum fjarskotnum oyggjasamfelag.
 
Á verkstovuni 4. september greiddi Sonja Nielsen frá granskingarverkætlanini og at tær staðfestu, at tað, sum er týdningarmest at fáa avgreitt í sambandi við sjúkugongdina hjá krabbameinssjúklingum, er:
 
at sjúklingasamskipari er, sum tryggjar, at sjúkugongdin er samskipað
skipaður stuðul til sjúklingin og tey, sum varða av
at allir sjúklingar fáa fylgjara, tá ið teir skulu av landinum í sjúkuørindum
skipað endurmenning.
 
Týðandi er, at meiri verður granskað, eisini á hesum økinum, so at besta grundarlag er fyri at taka røttu avgerðirnar.
 
Alneyðugt er, at vit í  Føroyum eisini gera alt vit kunnu, at fortreytirnar og umstøðurnar eru so góðar og líkar sum til ber, tá ið sjúka rakar. Líka mikið hvør støðan hjá tí einstaka er, tá ið talan er um útbúgving og lønarinntøku. Eisini skal stuðulin vera góður, hóast tað er ymiskt, hvønn stuðul sjúklingurin kann fáa frá teimum, sum varða av.
 
Niðurstøðan á verkstovuni var, at hetta er uppgáva, sum fleiri mugu lyfta í felag – millum onnur politiski myndugleikin, heilsuverk, almannaverk, fakfeløg og sjúklingafeløgini.
 
Á myndini síggjast umboð fyri Norðurlendsku krabbameinsfeløgini.