Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroya Rættur hevur dømt p/f Nortwest Pelagic í Miðvági at rinda endurgjald til ein mann, sum tíðliga í 2012 av órøttum varð koyrdur í land.

Koyrdur av av órøttum – fær slakar 55.000 í endurgjaldi

Dánjal Johansen, reiðari á ídnaðarskipinum Atlantsfarinum hevur í Føroya Rætti fingið dóm fyri, at reiðaríið skal rinda endurgjald til ein mann, sum tíðliga á vári í 2012 av órøttum varð koyrdur í land.

Eftir: Ingolf S. OlsenBólkur:

54.482,65 krónur í endurgjaldi. Tað hevur Føroya Rættur gjørt av, at miðvágsreiðaríið Northwest Pelagic, ið eigur ídnaðarskipið Atlantsfarið, skal rinda einum av manningini, sum tíðliga í 2012 knappliga og uttan ávaring misti kjansin, hann hevði við Atlantsfarinum.

Maðurin, ið var kokkur umborð, var farin sum avloysari við einum øðrum skipi tíðliga um várið í 2012, tí hann bæði av skipara og reiðara á Atlantsfarinum hevði fingið at vita, at skipið eftir ein sildatúr í januar ikki skuldi aftur til fiskiskap, fyrr enn í mai.

Hann hevði boðað bæði reiðaranum og táverandi skiparanum á Atlantsfarinum frá hesum, og teir søgdu tað vera í lagi.

Men langt áðrenn tað, meðan maðurin er umborð á hinum skipinum sum avloysari, verður hann biðin um at mynstra aftur við Atlantsfarinum, sum hevði ligið í Skagen og skuldi heim at riggast til fiskiskap.

Hann boðar frá, at tað kann hann ikki fyrr enn 3. apríl 2012, tá hann er leysur av hinum skipinum.

Hann gongur út frá, at alt er í lagi við tí, og at hann enn telist millum teirra, ið fast mannaðu Atlantsfarið. Ikki fyrr enn hann seinni í sms’boðum til Dánjal Johansen reiðara roynir at fregnast eftir, nær hann sleppur umborð aftur, og nær teir skulu á makrel, finnur hann út av, at nýggjur maður er komin í hansara stað, og at reiðarin ikki ætlar, at hann skal umborð aftur.

Reiðarin rør sjálvur fram undir, at hann ger hetta í hevnisøku fyri, at manningin hevði reist eitt annað mál móti reiðarínum. Tí tá avkoyrdi maðurin seinastu ferð í sms-boðum spýr, nær teir skulu á makrel, svarar Dánjal Johansen, at hann kann spyrja sínar skipsfelagar og formannin í Fiskimannafelagnum. Spurdur, hvat hann meinar við hesum, svarar Dánjal Johansen: “Tit hava sent sildatúrin í 2011 í rættin”.

Hetta samskifti, sum er partur av grundarlagnum undir dómsúrskurðinum hjá Føroya Rætti, endar við, at avkoyrdi maðurin krevur eina skrivliga uppsøgn og grundgeving fyri, hví hann ikki slapp við aftur.

Í rættarmálinum hevur reiðarin grundgivið við, at hann metti mannin vera rýmdan av skipinum. Hann kendi onki til, at maðurin skuldi hava boðað sær frá, at hann fór við einum øðrum skipi, meðan hann bíðaði eftir, at Atlantsfarið skuldi avstað aftur.

Reiðarin, sum sjálvur eisini ofta hevur mynstrað sum skipari við Atlantsfarinum, helt upp á, at tað er hann, sum setur fólkið á skipinum. Av tí, at hann ikki hevði gjørt avtalu um, at maðurin kundi mynstra við øðrum skipi, metti hann mannin vera rýmdan av Atlantsfarinum, tí hann var ikki tøkur, tá hann skuldi mynstra har.

Aðrir av táverandi manningini á Atlantsfarinum og formaðurin í Fiskimannafelagnum vórðu avhoyrdir sum vitni í málinum. Ein segði seg seg ikki vita, um skiparin hevði myndugleika at seta fólk, men allir hinir menninir søgdu, at tað vanliga umborð á Atlantsfarinum var, at skiparin setti fólkið. At hetta eisini er vanlig praksis, kundi formaðurin í Fiskimannafelagnum vátta.

Avkoyrdi maðurin hevði kravt Northwest Pelagic eftir 54.482,65 krónum í uppsagnarløn samsvarandi ásetingunum í sáttmálanum millum Reiðarafelagið og manningarfeløgini.

Omaná hetta varð kravt, at reiðaríið skuld rinda 1,5 prosent í rentu av uppsagnarlønini frá tí degi, málið varð stevnt í rættin, tað var 12. oktober 2012.

Maðurin fekk fult viðhald í øllum krøvunum.

Í sambandi við málið, hevði Fiskimannafelagið framt arrest í Atlantsfarinum, og rætturin dømdi eisini reiðaríið at viðurkenna, at arrestin var framd í samsvar við lógina. Somuleiðis varð Northwest Pelagic dømt at rinda Føroya Fiskimannafelag 13.000 krónur fyri sakarmálskostnað.