Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Koyr Samhaldsfasta har íð pipari grør

Hesi mergjaðu orðini átti fyrrverandi formaður Sambandsflokkin Edmund Joensen, aftaná at Janaðarflokkurin hevði lagt uppskoti fyri Løgtingi um at seta á stovn Samhaldsfasta fyri gott og væl 20 árum síðan.

Síðani tá er nógv vatn runnið, eins og nógvir av okkara pensionistun hava fingið eitt ískoyti aftur at síni fólkapensión. Ikki tí, ískoyti úr Samhaldsfasta átti at veri væl hægri enn tað er í dag, tí skyldurnar og føstu útreiðslur pensionistana røkka als ikki til teirra tørv nú vit skriva 2013.

Men sambært Dimmu í kvøld so er ríkiligt ar taka av nú eginogn í Samhaldfasta fyri 2012 var 998 milliónir krónur. So helst er hon ídag væl omanfyri milliardina.

Sum øllum kunnugt, so stendur á gomlun nøglum hjá okkara Løgmanni, í royndini at bjarga sínum politiska lívið. Onkur vil verða við, at hann er vorðin til eitt jo jo, ella ein politiskan sprellimann, og tað er ikki tann rivan í samgonguni, ið hann ikki kann tetta, bert hann kann bjarga sær politiskt.

Ein royndin var, at hann persónliga uttan heimild skuldi ræna 150 milliónir krónur úr fæi Landsbankans. Hetta fyri at tryggja sær avgerðandi atkvøðurnar til privatu tunnilsætlanina, tí hansara samgonga var komin í minniluta. Hetta var av ongun, helst tí at Fíggjarmálaráðharrin hevur sligið hann á fingrarnar.

Í øllum politiska rokinum sum hevur verið, hevur sami Fíggjarmálaráðharri verið kúrrur sum kettan, samstundis sum hann aftan fyri politisku leiktjøldini hevur arbeitt við eini heilt aðrar ætlan, nevnliga Samhaldsfasta Eftirlønargrunnunum, eins og at bjarga Løgmanni politiskt. Nú er ikki nokk við at skatta framtíðar pensiónir til skattalætta. Neiiii nú er Gud hjálpi mær ætlanir sambært Dimmu, at pantseta eginognina í tí grunni sum í 1991 varð stovnsettur til at geva komandi pensionistum ein fíggjarligan fløva aftur at fólkapensióni, ið líkasum í dag nærum er á hungursmarkinum.

So kann ein spyrja seg sjálvan um okkara stjórnaleiðari og hans fylgisneytar eru spinnandi ørir. Ella eru vit veruliga við at fáa Mugabe líknandi støður her á landið.

Vit hava ein stjórnarleiðara sum er vassaður so langt út, at samstundis sum hann hevur tikið ræði av egna Landsstyrismanni sínum, so ætlaði hann sambært fjølmiðlunum í morgun ikki at hetta stig kom at hava avleiðingar fyri Kára P. Højgård.

Men seinri ídag segði hann seg bíða eftir meira skjølum, fyri at taka støðu um hvørt tunnilsmálið fekk avleiðingar fyri Landsstyrimannin innlendismálum. Henda støða Løgmanns er fullkomuliga absurd. Fyrst tekur hann ræði av sínum egna Landsstyrismanni, væl vitandi um, at hann situr sum Løgmaður við einum minniluta í Løgtinginum aftan fyri seg.

Haraftur at eru tað ikki nú 150 milliónir krónur ið hann hevur brúk fyri, at bjarga sær politiskt. Nei, nú skal hann Gud hjálpi mær í hesum føri hava eginogn Samhaldsfasta, og pantseta hesa eginogn, soleiðis at hann aftur hevur ein meiriluta í samgonguni, sum kann bjarga hansara politiska lívið.

Er tað veruliga eingin í samgonguni sum kann ímynda sær, at henda absurda politiska komedia ikki kann halda áfram. Fær tað sum er hent ikki fylgjir fyri Landsstyrismannin í innlendismálum, so eigur Løgmaður at leggja kongin. Um ikki, ja so hava vit veruliga anarki í landsins leiðslu, íð kemur at gjøgnusúrga okkara samfelag, langt fram í tíðina.

Og hví skal tað ikki tá ið vit eru vitni til ein sovorðnan politiskan glantrileik, sum ikki fyrr er sæddur í Føroya politisku søgu.

Frank Davidsen