Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kostnaðurin als ikki ræðandi

Politiskt eigur at finnast fíggjarligt rúm í løguætlan landsins, sigur løgtingsmaðurin, Bill Justinussen, úr Miðflokkinum í viðmerkingunum til munnligan fyrispurning til Bjørn Kalsø, landsstýrismann.

1. Nær ætlar landsstýrismaðurin at koma í Tingið við uppskoti um broytingar í verklagslógini fyri skúladepilin í Marknagili?

2. Nær ætlar landsstýrismaðurin, at spakin skal setast í stóru byggiverkætlanina?

Viðmerkingar:

Rúm tíð hevur gingið, síðani landsstýrismaðurin kunngjørdi, at stóra byggiverkætlanin í Marknagili fór at kosta munandi meiri enn tað, sum Løgtingið á vári í 2008 samtykti. Síðani tá hava tey, sum fakliga varða av verkætlanini, kýtt seg fyri at minka um kostnaðin, soleiðis at verkætlanin ikki fór fyri bakka.

Endiliga sær út til, at hetta hevur eydnast so mikið væl, at meirkostnaðurin er minkaður úr 150 mió. niður í góðar 60 mió. Áhaldandi átrokandi tørvurin hjá serliga studentaskúlanum í Hoydølum og Tekniska skúla í Havn at fáa nýggjar umstøður trýstir nú so nógv politisku skipanina, at neyðugt er at fara í gongd skjótast gjørligt.

Ein verkætlan fyri góðar 450 mió. krónur kann tykjast ovurstór. Men samanborið við eindarkostnaðin í øðrum líknandi byggiverkætlanum er kostnaðurin als ikki ræðandi. Politiskt eigur at finnast fíggjarligt rúm í løguætlan landsins.

Á Glyvrum 21. januar 2013

Bill Justinussen