Kostnaðarstøðið á byggiloyvum
Annfinn Brekkstein, býráðslimur, er í løtuni í fjølmiðlunum og tekur sær heiður av at hava lækkað kostnaðarstøðið á byggiloyvum í Tórshavnar kommunu. Hann og minnilutin hava, sum tað skilst, bukað meirilutan upp á pláss í hesum máli, so nú er skil á.
Tað, Annfinn Brekkstein kallar “gjald fyri byggiloyvi”, er tað, vit í kommununi vanliga kalla íbindingargjald. Íbindingargjaldið hevur verið álagt øllum borgarum í Tórshavnar kommunu, ið hava fingið/fáa byggiloyvi og harvið eru íbundin í vatnleiðingar, kloakkskipanir og vegir.
Henda praksis gongur heilt aftur til 1898.
Verandi íbindingargjald varð álagt í 1969 í samband við útflýggjan av byggiloyvum, og hevur tað verið siðvenja síðan. Tað varð endurskoðað í 1998, og gjaldið var óbroytt, til býráðið 31. januar í 2008 samtykti at endurskoða gjaldið.
Henda broyting viðførdi ein annan leist at rokna nevnda gjald eftir. Mett varð, at nýggi útrokningarhátturin frá 2008 vildi viðvirka til “rættvísari” gjøld og tók eisini hædd fyri nýggjari byggihættum. Men ein vaksandi ónøgd førdi til drúgva málsviðgerð av íbindingargjaldinum, sum er rættiliga fløkt.
Nýggj gjøld vóru fyri í fíggjarnevndini fyri seinastu jól. Eftir nýggjár tók stjórnin avgerð um at mæla til, at politiska skipanin tók støðu til m.a. ein broyttan útrokningarhátt, til tess at fáa eina rættvísari og fyri borgaran bíligari skipan.
Fíggjarnevndin samtykti einmælt at mæla býráðnum til at fremja hesar broytingar fyri bara viku síðan. Beint eftir kom tilmælið fyri á býráðsfundi. Tað varð einmælt samtykt við eini broyting, sum Jan Christiansen, býráðslimur, mælti til.
Samlaða málsviðgerðin hevur verið drúgv og long. Men ongastaðni í málsviðgerðini dugi eg at síggja, at Annfinn Brekkstein hevur havt nakað sum helst við málið at gera, hvørki í nevnd ella aðrastaðir.
Kortini fer hann nú út í fjølmiðlarnar at taka sær heiðurin av einum máli, hann onki hevur havt við at gera, eitt mál, sum stjórn, ein samd fíggjarnevnd og eitt samt býráð hava avgreitt.** Einasta, hann hevur havt við málið at gera, var at luttaka á seinasta býráðsfundi.
So jú, Annfinn Brekkstein, skil er á kostnaðarstøðinum. Men tað er ikki tær at takka fyri.
Heðin Mortensen
borgarstjóri