Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kost- og Føðslufelagið gjørt sáttmála við Fíggjarmálaráðið

Forkvinnan í Kost- og Føðslufelagnum, Elisabeth Akursmørk, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, skrivaðu í gjár undir nýggjan sáttmála, sum verður galdandi til tann 1. oktober í 2015. Avtalaði karmurin er tann sami sum hjá øðrum feløgum, sum hava sáttmála við landið.

Av teimum 32 sáttmálunum og avtalunum, sum landið hevur við fakfeløg, eru nú í hesum umfari 5 eftir at endurnýggja.

Í gjár var eisini fundur millum Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, har millum annað varð tosað um, hvussu felags samráðingarnar við Føroya Pedagogfelag skulu skipast. Meir verður tó ikki at frætta um tað, tí partarnir eru samdir um, at samráðingarnar skulu ikki fara fram í fjølmiðlunum.