Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kort yvir vegir fyri tunga ferðslu

VEGLEIÐING: Landsverk hevur í eina tíð arbeitt við at kanna, hvar tung ferðsla kann koyra á landsvegakervinum. Stovnurin hevur nú latið gera eitt kort undir heitinum “Blátt veganet”, sum vísir, hvar akfør við eini heildarvekt á 65 tons kunnu koyra, eins og mark er sett á aksiltrýst, breidd og hædd.


Ikki allir vegateinar á landsvegakervinum eru egnaðir til stór og tung akfør. Tí hevur Landsverk í eina tíð kannað, hvar ráðiligt er, og ikki minst hvørjum vegateinum ikki ber til hjá tungari ferðslu at koyra á. Burtur úr hesum er komið eitt kort, sum vísir, hvar akfør kunnu koyra, sum hava eina heildarvekt á 65 tons, eitt aksiltrýst á 10 tons, eina breidd á 3,25 metrar og eina hædd á 4,40 metrar.

Landsverk hevur tosað við kommunur, tunnilsfeløgini og aðrar vegamyndugleikar, ið hava áhuga í at vera við í samstarvinum at fáa allar vegirnar á eitt felags kort.

Allir partar eru samdir um, at hetta fer at lætta um hjá teimum, sum í dag umsita hetta økið at geva koyriloyvir. Tað eru Politiið og vegamyndugleikarnir, ið umsita koyriloyvir.

Frá mánadegnum 6. januar 2020 kann Politiið geva loyvi til tunga ferðslu eftir kortinum “Blátt veganet”. Tá er ikki neyðugt at spyrja vegamyndugleikarnar fyrst. Hetta fer at stytta um avgreiðslutíðina.

Á  fundi í november millum Landsverk, Akstovuna og Politiið var semja um at gera eina royndarskipan í eitt ár. Annars eru mannagongdirnar óbroyttar, tá ið søkjast skal um serloyvi fyri tunga ferðslu.