Koronukjakið er ov einsporað
Tað var áhugavert og skelkandi at hoyra sálarfrøðingin Helga Rasmussen, tosa um ógvusligu avleiðingarnar tað kann hava fyri ungfólk at vera isolerað frá sínum vinum.
Tað er bart út ræðuligt at síggja, at hóast samfelagið klárar seg betri enn nakrantíð á búskaparliga økinum, fylgir trivnaðurin ikki við. Nei, í grundini verður trivnaður millum tey ungu alsamt verri.
Einsemi og meiningsloysi eru við til at skapa skúlaaftran, sjálvmedisinering, depressión og sjálvmorð.
Tað rennur mær kalt niður eftir rygginum at lesa slíkt.
Nógv verður tosað um at verja útsettar bólkar: sjúk og gomul. Alt gott um tað, men vit kunnu ikki fara so harðliga fram, at vit kanska skapa størri trupulleikar enn vit loysa.
Um handfaringin av farsóttini fer at hava við sær, at fleiri ung vaksa um við sálarligum meini, hava vit kanska mist meiri upp á langt sikt enn vit vunnu upp á stutt sikt.
Eisini tey sjúku og gomlu líða av einsemi í hesum tíðum.
Tað er vert at endurtaka tilmælið frá Helga Rasmussen til okkumi landins leiðslu:
"Eg vildi ynskt at nøkur tilmæli verða gjørd har:
• Ungdómurin far ein felagsskap at virka í
• Ungdómurin verður stuðlaður í síni menning sum sosial menniskju
• Ungdómurin sær meining - eisini fyri seg
Tíðin er komin har vit muga seta átøk í verk, sum minka um mest hóttandi farsóttina: Óttan og depressióna sum herjar millum børn og ung."
Svarthvítur koronuretorikkur
Koronuretortikkurin er vorðin alt ov svarthvítur.
Óttin er øgiligur millum koppsett at verða smittað av ókoppsettum, tí koppsetingin verjir ikki so væl sum áður hildið. Hetta er við at blíva til eina kollektiva øði ímóti ókoppsettum, og einsíðugu tilmælini frá heilsumyndugleikunum um koppseting og skuldsetingar móti teimum ókoppsettu gera ikki støðuna betri.
Tað fer ein hets fram móti ókoppsettum í hesum døgum, og tey munnu kenna seg sera uttanfyri, tí nærum øll tykast vera ímóti ókoppsettum. Tey eiga ongan góðan. Nøkur kenna seg isolerað og nøkur umhugsa at flyta til Svøríkis, har tað framvegis ber til at liva meiri frítt.
Í Føroyum kenna tey ókoppsettu eitt stórt bólkastrýst. Heilt nógv hava koppsett seg av trýsti og ágangi frá myndugleikum, familju, vinum, starvsfeløgum, ja enntá av sínum arbeiðsgevarum. Nøkur sleppa als ikki til arbeiðis, tí tey nokta.
Koppseting er eitt amboð, men kann ikki standa einsamalt. Tað ber ikki til at føra ein politikk, ið einans koyrir eftir hesum eina sportinum. Koppsetingin hevur avmarknaðan virknað. 90% eru koppsett, men ongantíð so nógv smittað, og fá trúgva longur upp á lovaða floksimmunitetin.
Samstundis gerast lýsingarnar í sjónvarpinum alsamt meiri áleypandi og skingrar. Hesin svarthvíti framferðarhátturin undirgrevur í longdini álitið á myndugleikarnar.
Í hernað móti svørtu fárunum?
Nógv hava stóran ampa av koronufarsóttini, men tað tykist sum enn fleiri hava ampa av teimum átøkum, ið verða brúkt til at tálma smittuni - alt frá niðurlæsing av skúlum til útihýsing av ókoppsettum frá teirra arbeiði. Hetta eru ógvuslig inntriv, ið tey sterkastu væl kunnu klára.
Men tey veiku kenna seg ikki hoyrd, men drivin runt sum seyðir í eini rætt.
Koppsetingin er sjálvandi ein týðandi partur av koronuhandfaringini, men tað eru so nógv onnur skilagóð átøk mann kundi gjørt, uttan at skula seta fólk í bás: tey, sum eru innanfyri og tey sum eru uttanfyri. Meini, at sálarfrøðingar rópa tað ingroup og outgroup. Tað sær næstan út sum, at mann ynskir at gera tey svørtu fárini til eina fíggindamynd, ið skal fáa tey hvítu at makka rætt.
Sjálvt í Løgtinginum er snjóhvíta Ingilín Strøm farin í hernað ímóti varginum Jenis.
Hetta eru øgiliga bílig politisk poeng, ið javnaðarkvinnan roynir at skora.
Mann hon hava í umbúnað at senda ókoppsettar tinglimir til hús, eins og mann nú hevur gjørt í Lettlandi?
Hvør skuldi í fjør trúð, at koronupolitikkur at enda gjørdist til identitetspolitikk?
Jaspur Langgaard
løgtingsmaður fyir Sambandsflokkin