Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Korona ávirkar framvegis umsetningin

Tað hevur avleiðingar fyri umsetningin hjá tannlæknum, frisørum og fysioterapeutum, at tey noyðast at taka færri kundar inn.

Frisørar, tannlæknar og fysioterapeutar eru millum harðast raktu starvsbólkar í sambandi við korona-tiltøkini. Tey arbeiða tætt at kundum, og tá korona fekk fótafesti í Føroyum, noyddust tey at steingja.

Hóast fleiri vikur við 0 smittaðum, merkja tey framvegis avleiðingarnar av korona.

Færri kundar hvønn dag

Á Tannstovuni í Hvalvík eru bæði gerandisdagurin og umsetningurin ávirkað.

Fyrst lat klinikkin aftur í seks vikur eftir boðum frá danska heilsustýrinum, og øll níggju starvsfólkini fóru í koronaskipanina hjá ALS. Bara viðgerðir, ið ikki kundu bíða, blivu gjørdar.

Tannstovan lat upp aftur fyrst í mai, men alt er ikki sum vanligt. Treytirnar til frástøðu og onnur smittufyribyrgjandi krøv gera, at tey ikki kunnu hava eins nógv viðskiftafólk sum frammanundan. Til dømis kunnu færri vera í bíðirúminum í senn, og tað skal luftast út millum hvørt viðskiftafólk, sigur Oddmar Færø, stjóri í Tannstovuni.

- Vit koyra bara við 75-80% av fulla kapasitetinum, sigur hann.

Dýrari útgerð

Eitt annað, sum ávirkar úrslitið hjá Tannstovuni er, at útreiðslurnar til trygdarútgerð eru nógv øktar. Tannlæknar hava vanliga stór reinføriskrøv, men hesi eru herd í sambandi við korona, m.a. skulu teir brúka eingangsdraktir ella –fyrrikløð til hvønn sjúkling. Hetta gevur eyka útreiðslur.

Harumframt er vanliga trygdarútgerðin dýrkað.

- Fyrr kostaði eitt munnbind 70 oyru. Nú kosta tey 10 krónur stykkið. Og vit brúka tvey munnbind fyri hvønn sjúkling, greiðir Oddmar Færø frá.

Trygdarkrøvini gera eisini, at summar uppgávur taka longri tíð. Tannrøktararnir sleppa í løtuni ikki at brúka ultrascalara, sum er eitt tól at reinsa tenn við. Tannrøktarin má reinsa tenninar manuelt, og hetta tekur longri tíð.

Hyggja at prísleguni

Minkaði kundastreymurin og øktu útreiðslurnar fara at síggjast á ársúrslitinum – profitturin er burtur.

- Hetta ger, at vit noyðast at hyggja upp á prísleguna og møguliga hækka prísirnar, sigur Oddmar Færø.

Enn hava tey ikki tikið støðu til prísirnar, men tað verður væntandi seinni í ár.

Herdu trygdarkrøvini vera galdandi í rúma tíð aftrat, og kyknar smittan aftur, noyðast tannlæknarnir helst aftur at steingja klinikkirnar, væntar Oddmar Færø.

Heima í sjey vikur

Eisini hjá hárfríðkarum hevur korona gjørt seg inn á umsetningin.

 Júniik í Havn hevði stongt í fleiri vikur í vár. Fyrst vórðu lærlingarnir, tey í vandabólki og við smábørnum send til hús um hálvan mars, og bara tríggir hárfríðkarar vóru eftir á salongini. Men avgjørt varð so at steingja heilt, og øll níggju starvsfólkini fóru í koronaskipanina hjá ALS. Summi av starvsfólkunum vóru heima í sjey vikur.

Ikki fyrr enn 4. mai lótu dyrnar í Júniik upp aftur. Fyrstu tíðina við eini rúgvu av trygdarfyriskipanum. Nú er gerandisdagurin meira vanligur, men ikki heilt.

Færri kundar enn vanligt kunnu takast inn, tí eyka reingerðin av borðum og stólum tekur tíð, sigur Ann Jógvansdóttir, stjóri í Júniik. Tey kunnu heldur ikki longur taka fólk inn at klippast, meðan onnur fáa liting í hárið, tí so gerst ov fult í salongini, tá hugsað verður um smittuvanda.

Ferðaseðil + koronatest

Ann Jógvansdóttir ætlar at kanna møguleikan fyri at søkja um stuðul úr hjálparpakkanum til fastar útreiðslur, og hon væntar, at allir sveinarnir á salongini gera tað sama.

At landið er latið upp aftur fyri ferðafólki økir um smittuvandan, ásannar Ann Jógvansdóttir. Hon heldur, at øll ferðandi skulu kannast fyri korona, og tí eigur ein koronatest at fylgja við, tá ið tú keypir ferðaseðil.

- Tað hevði kanska verið best, at landið var stongt, men vit mugu hava ein gerandisdag aftur, sigur hon

Ann Jógvansdóttir viðgongur, at hon óttast fyri, at salongin noyðist at steingja aftur, um smittan tekur seg upp aftur.

Upplating gevur ótryggleika

Súsanna Wardum hevur salongina, Hárlist, í Kollafirði og starvast einsamøll.

Hon stongdi beint eftir hálvan mars og lat ikki upp aftur fyrr enn fyrst í mai mánað, so umsetningurin fyri allar tær vikurnar er farin fyri skeytið.

Eftir at salongin lat upp aftur, er dagliga kundatalið á leið tað sama. Hon hevur í mesta lagi tvey fólk inni í senn, men soleiðis var eisini áðrenn korona.

Súsanna Wardum er eitt sindur ørkymlað um smittuvandan, nú ferðafólk aftur kunnu koma inn í landið.

- At landið er latið upp aftur, ger tað sjálvandi ótryggari hjá okkum. Eg royni at vera positiv, men eg eri nokk so bangin fyri, at tað kemur aftur, um vit ikki taka royndir, sigur hon.

Súsanna Wardum væntar, at um korona tekur seg upp aftur í Føroyum, verður hon noydd at steingja salongina aftur.

Ímeðan roynir hon at tryggja seg sum best. Kennir hon ikki kundan, sum bíleggur tíð, spyr hon altíð, um viðkomandi hevur verið uttanlands.

Eftir hennara tykki eiga øll ferðandi til landið at verða kannað fyri korona beinanvegin, tey koma hendanvegin og so aftur fimm dagar seinni.

Ógreiður boðskapur

Fysioterapeutarnir hava havt stórar avbjóðingar hetta korona-várið.

Havnar Fysioterapi, sum umframt klinikkina í Havn eisini hevur klinikk í Miðvági og Norðskála, stongdi frá 16. mars og nakrar vikur fram. Øll sjey starvsfólkini fóru í ALS hetta tíðarskeiðið.

Síðani varð latið spakuliga upp aftur, men ikki fyrr enn eftir 18. mai arbeiddu tey nøkulunda sum vanligt aftur.

Ein stór avbjóðing hesa tíðina hevur verið ógreiði boðskapurin frá myndugleikunum. Meðan landslæknin hevur sagt okkurt, hevur politimyndugleikin sagt okkurt annað. Boðskapurin hevur verið sera forvirrandi, sigur Klæmint Isaksen, stjóri í Havnar Fysioterapi.

Hann sigur, at í Danmark gjørdu heilsumyndugleikarnir sera greitt, hvørjar sjúklingar klinikkirnar kundu taka inn. Í Føroyum fingu tey onki at vita, men nevndin í felagnum, Føroyskir Fysioterapeutar, valdi so at heita á sínar limir um at fylgja donsku leiðreglunum.

Mist nógvan umsetning

Eisini hevur tað verið sera trupult at fáa orð á myndugleikarnar viðvíkjandi ivamálum og spurningum, heldur Klæmint Isaksen.

Umsetningurin er rættiliga nógv ávirkaður av korona. Tey mistu allan umsetningin, tá klinikkirnar vóru stongdar og mistu eisini nógv fyrstu tíðina, tá latið varð upp aftur, tí nógvar avmarkingar vóru.

Framvegis er ikki full ferð á. Færri kunnu savnast í bíðirúminum, og reingerast skal eyka væl eftir hvønn sjúkling, og tí koma færri gjøgnum skipanina hvønn dag.

Samstundis er eftirspurningurin eftir viðgerð stórur, tí nógv hava fingið trupulleikar av at arbeiða heima.

- Vit merkja týðiliga, at fólk hava havt vánaligar arbeiðsumstøður heima. Nógv hava pínu út í armarnar, høvuðpínu, ilt í lendunum og aðrar trupulleikar. Tað sama hoyra vit frá fysioterapeutum í Danmark, sigur Klæmint Isaksen.

Tey hava ikki søkt um stuðul úr hjálparpakkanum til fastar útreiðslur, tí tíðarskeiðið, har klinikkirnar vóru stongdar, varaði ikki so leingi. Gjørdist tað drúgvari, kundi tað komið upp á tal, sigur hann.

Nógv í klemmu

Eitt eru fíggjarligu avleiðingarnar hjá fysioterapeutunum. Nakað annað eru avleiðingarnar, sum korona hevur havt fyri sjúklingarnar.

- Nøkur eru veruliga komin í klemmu. Til dømis ung fólk, sum hava fingið stórar skurðviðgerðir, men sum ikki eru sloppin til uppvenjing aftaná, sigur Klæmint Isaksen.

Eisini eldru borgararnir hava havt tað trupult. Almennu venjingartilboðini til eldri hava verið stongd hesa tíðina, og fysioterapi-klinikkirnar hava verið varnar at taka tey inn til viðgerð fyri at verja tey móti møguligari smittu. Hetta hevur verið sera frustrerandi hjá teimum eldru og hevur eisini havt kropsligar avleiðingar fyri tey, sigur Klæmint Isaksen.

Kemur ein onnur smittubylgja, er sera umráðandi, at myndugleikarnir taka atlit til sjúklingarnar. Tað má ikki steingjast yvir ein kamb, soleiðis at ongin fær viðgerð. 

- Sjúklingarnir mugu fáa hjálp, og vit eiga at kunna viðgera ein nógv størri part av sjúklingunum, enn vit gjørdu í vár. Myndugleikarnir mugu kunna líta á, at vit eru heilsustarvsfólk og hava førleikarnar til at avmarka og meta um smittuvandan, sigur Klæmint Isaksen.