Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Korndalsbýlið á Íslandsferð

Fyri trimum árum síðani vóru fleiri eldri búfólk av Korndalsbýlinum á Eiði á ferð í Danmark. Tann ferðin ydnaðist so mikið væl, at starvsfólkini tóku stig til aftur í ár at skipa fyri eini uttanlandsferð fyri búfólkini. Hesaferð gekk leiðin til Seyðisfjarðar við Norrønu og haðani víðari við bussi til Akureyrar.

Hóast ein gerst eldri og kanska eitt sindur óhjálpin, so ber framvegis væl til at vera virkin og ferðast, um rætt verður borið at. Hetta prógvaðu búfólk og starvsfólk á Korndalsbýlinum á Eiði, tá tey fyri trimum árum síðani settu sær fyri at fara á eina Danmarkarferð. Tey tóku flogfarið hjá Atlantsflog til Billund og koyrdu síðani til Norðurjútlands, har tey steðgaðu í fimm dagar og vitjaðu ymiskt har á leiðini.

Ferðin var so mikið væl eydnað, at starvsfólkini ikki himpraðust við at taka stig til eina nýggja ferð nú trý ár seinni. Hesaferð stóð Ísland á skránni.

Av teimum 15 búfólkunum, sum pláss er fyri í Korndalsbýlinum, fóru 8 búfólk – í aldrinum 76 til 88 ár – avstað í einum ferðahópi, sum taldi 25 fólk. Hini í ferðalagnum vóru 10 starvsfólk, 4 gestaferðandi, 2 bilførarar og 1 kokkur.

Komin til Seyðisfjarðar gekk leiðin móti Akureyri, sum við onkrum steðgi tók umleið 4-5 tímum at koyra.

- Vit byrjaðu at hugsa um hetta fyri einum ári síðani, og í oktober tóku vit avgerð um at fara við Norrønu til Íslands. Á Akureyri er eitt sera væl egnað stað, Sæluhús, at búgva fyri fólk, sum brúka koyristól. Ein síðuvinningur við hesum ferðamálinum var, at Siglufjørður, sum liggur ein koyritíma frá Akureyri, er vinarbýur við Eiði, so tað var upplagt at fara tann vegin, sigur Helfrid Kruse Poulsen, deildarleiðari á Korndalsbýlinum. Hon heldur, at ferðin var sera væl eydnað, hóast størsti parturin av ferðaliðnum fingu bæði spýggisjúku og búkilsku, sum vardi 1-2 samdøgur hjá hvørjum einstøkum. Nakað, sum tey vórðu smittaði við umborð á Norrønu av øðrum ferðafólkum, ið høvdu fingið ilskuna.

Býráðsformaður tók ímóti
Undir ferðini, sum vardi 10 dagar frá 4. til 14. mai, sóu tey nakrar av náttúruperlunum í Íslandi: Mývatn, Góðafoss, og heitar keldur, umframt at tey vitjaðu ymsastaðni. Eitt nú gomlu sildahavnina á Siglufirði, har nógvir føroyingar arbeiddu ella sigldu frá í góðu sildatíðini fyri nøkrum áratíggjum síðani. Móttøkan á Siglufirði var framúr góð. Borgarstjórin, Steinunn María Sveinsdóttir, tók ímóti, saman við Sverrir Sveinsson, formanni fyri eldrafelagið í býnum. Borðreitt varð sjálvandi við sild og góðum drykki afturvið á einum bátasavni, ið liggur har.

Felagskommunan fyri býirnar har á leið bjóðaði til døgurða, og síðani vitjaðu teydagtilhaldið í býnum, har eitt eldrakór sang, og bjóðað varð til kaffi og annað gott. Aftan á skipaðu vinarbýarvertirnir fyri harmonikudansi. Nógvir av íslendingunum, sum vóru til staðar, hava vitjað á Eiði bæði eina og tvær ferðir, so vinarlagið og hýrurin var av tí besta.

Eisini vitjaði føroyska ferðalagið ellisheimið Hlíð á Akureyri, har móttøkan somuleiðis var avbera góð. Merkið varð vundið á stong, og íslendska kringvarpið, RUV, var á staðnum og gjørdi sjónvarpsinnslag burturúr føroysku vitjanini. Um kvøldið var hugnaløta við orkestri og dansi.

Spurd um, hvat tey eldru fáa burturúr eini slíkari ferð, sigur deildarleiðarin á Korndalsbýlinum soleiðis:

- Hóast fleiri av búfólkunum á ymsan hátt hava skerdan førleika, so er einki at ivast í, at tey fáa nógv burturúr. Undan ferðini gleða tey seg sera nógv, tí tey hava eitt felags mál at síggja fram ímóti, sum brýtur av tann kanska eitt sindur einstáttaða dagligdagin. Tey njóta at vera saman á ein annan hátt bæði í tí smáa og tí stóra, og aftan á hava tey nakrar felags upplivingar um ferðina, sum tey kunnu minna seg aftur á við práti og nógvum góðum myndum, sigur Helfrid Poulsen.

Avbera góður stuðul
Deildarleiðarin á Korndalsbýlinum vísir á eitt dømi um, hvussu gevandi ferðin var fyri búfólkini, at tríggjar av kvinnunum, sum mestsum vóru givnar at binda, tóku stokkarnar framaftur, meðan tær vóru í Íslandi.

Veðrið var fyri tað mesta gott, men kavin lá framvegis í landslagnum, og tað var rættiliga kalt við 1-2 stigum undir frostmarkinum. Tískil var ikki ráðiligt hjá teimum eldru at vera úti ov leingi í senn, men av tí, at alt var so væl fyriskipað, órógvaði kuldin ikki stórvegis.

Ferðin hevur ikki kostað eldrabýlinum nakað, tí búfólkini hava rindað fyri egna ferð, meðan Eiðis kommuna stuðlaði við eini upphædd fyri hvørt búfólk svarandi til tað, sum skúlabørn fáa, tá tey fara á lestrarferð uttanlands.

Helfrid Kruse Poulsen sigur, at stuðulin frá bæði fyritøkum, einstaklingum og øðrum hevur verið ómetaliga góður í sambandi við at lata lutir til og skipa fyri bingo, sjavskafé og bindikafé, so ferðin kundi gerast til veruleika.

Korndalsbýlið fer í næstum at bjóða avvarðandi hjá búfólkunum til eitt hugnakvøld, har tey millum annað fara at hyggja eftir teimum mongu myndunum, sum vórðu tiknar undir ferðini.

Heimið á Eiði er partur av VEKS, sum er kommunalt samstarv um eldraøkið millum Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunur. Les meira á www.VEKS.fo .