
Korallir undir Føroyum
Magnus Heinason gjørdi í juni ein túr, har botnurin varð filmaður. Endamálið var at finna korallir undir Føroyum. Hetta var í samband við eina norðurlendska verkætlan um viðbreknar leiðir...
Av teimum 53 upptøkunum vórðu korallir sæddar á 5 upptøkum. Hetta var norðanvert Suðuroyarbanka.
Sokallaður ostabotnur varð sæddur á 19 støðum. Væntandi høvdu fleiri korallir verið sæddar, um kaðalin hevði verið longri. Upptøkurnar vóru somikið góðar, at til bar at síggja fisk og smálutir á botni. Botnurin var sum heild reinur, tó at gamal línureiðskapur varð sæddur viðhvørt.
Les túrfrágreiðingina her: