Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Konsert við Svavar Knúti og Guðrið Hansdóttir í Reinsarínum

Leygarkvøldið 15. juni kl. 20.00 verður konsert í Reinsarínum við Svavar Knúti og Guðrið Hansdóttir. Tey eru vinfólk og hava fyrr spælt konsertir saman í Føroyum, Íslandi og Týsklandi.

Eisini kenna vit Svavar frá ársins sangi í 2015, Tokan, sum hann skrivaði saman við Marius Ziska. Svavar hevur fyri kortum latið útgavuna Ahoy! Side A úr hondum, sum hevur fingið sera góð ummæli.

Guðrið Hansdóttir er av royndastu og mest virknu føroysku sonkvinnum. Hon hevur síðan debutútgávuna í 2007 spælt seg langt inn í okkara hjørtu, har hon hevur tikið fastatøkur. 

Við løgum á bæði føroyskum og enskum hevur hon ríkað tann føroyska sangskattin við rørandi og mjúkum popp-folk tónleiki við íblástri frá m.a. svenskum poppi og songkvinnuni Kate Bush.  

Meira kunning fæst á www.torsgota.fo