Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

VIDEO: KONSERT Í KELDUNI FRÍGGJAKVØLDIÐ

Komandi fríggjakvøld 13 des kl 20.30 verður ein áhugaverd konsert í Kelduni, Skálafirði, tað vera Kvartettin í Betesda, Zamar og Betesda Duettin, sum koma at luttaka.

Kvartettin í Betesda, sum í ár hevur 45 ára jubileum, er júst útkomin við nýggjari fløgu, innspæld í USA. Fløgan, sum er sera væl móttikin, ber heiti Dýrdarlandið og fara teir m.a. at framføra løg av nýggju fløguni.

Bólkurin Zamar, kom fyrr í ár út við teirra seinnu fløgu, Lat ljósið brenna. Zamar er ein familjubólkur , mannaður við Eyðun Jacobsen og døtrum hansara.

Í 1973 kom ein EP pláta við 4 sangum út, tað var Betesda Duettin sum útgav hesa plátu sum innihelt 4 sangir. Jógvan Mortensen og Eyðun Jacobsen sum manna Betesda Duettina vóru í USA saman við Kvartettini í Betesda og har innsungu teir ein nýggjan sang saman við amerikanskum tónleikarum.

Konsertin sum verður fríggjakvøldið 13 des kl 20.30 er ókeypis. Møguleiki verður at keypa fløgur o.a. eftir konsertina.

Eisini verður bjóða til ein drekkamunn eftir konsertina.

 

 

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=6_-qiFsVci0]