Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Konseptið

Mangur man hava grunað yvir at fólk rýmdu av landinum í hópatali í hálvfemsunum. Fyri tað fyrsta átti tað sum hendi, ongantíð at verið hent. Harafturat var eingin arbeiðsloysiskassi og sosialu myndugleikarnir totalt inkompetentir, stóð at lesa í Oyggjatíðindum 28. mars 2014:

Tá ið falleraðir bankastjórar skulu bjargast, fungerar almannaverkið avbera væl, men tá ið tey vanligu fólkini hava trupulleikar, riggar einki. Tey vera vinarliga biðin um at flyta av landinum, tí so fáa tey bæði í posa og sekk.

Tjóvarnir troðka tey fátæku burtur frá fátækradøminum., meðan teir hetsa tey sum fylla í kassan. Og fara so sjálvir eftir pengunum. Tey ríku rinda tó lutfalsliga minni í skatti, enn tey lágløntu. Her tosa vit um rík alment lønt fólk. (Í non-produktivari vinnu). Tey “ríku” hava tó nógv fleiri rættindi og framíhjárættindi. Fyrrv. varabankastjórar fáa sum einki var hent, stjórastørv á almannastovuni. Sjálvt um teir hava verið við til at blaka milliardir út á streymasjógv.

Vanlig láglønt fólk fáa onga hjálp, og sosialráðgevarar duga einans at biðja fólk rýma av landinum. Til Danmarkar, so fáa tey bæði í posa og sekk.

Tá ið vit tosa um blokkstuðul, er talan um svindil fyri eina góða milliard um árið. Fátækrakassin er til tey fátæku, tey sum fylla í hann, vilja sjálvsagt gjarna gjalda til tey fátæku. Men tað eru ikki tey sum eru ringast fyri, sum fáa peningin úr aftur kassanum. Nei, hann fer til millióningar.

Trupulleikin er sjálvsagt, at snúltaranum dámar ikki vertin. Fyri at einki skal bera til í Føroyum, vera útspillingarkampanjur settar í gongd ímóti teimum sum framleiða góða vøru, seriøsum vinnulívsfólki etc.

Dømini eru nógv, Bjarti Mohr bleiv hetsaður av SVf, í løtuni koyrir uppstarturin av úspilling av Bakkafrost.

Fyrst verða tey útspilt í krókunum. Síðani vera tey útspilt offisielt, gjøgnum almennu kanalinar. Teir svína fólk ordiliga til, áðrenn kampanjan rættiliga fer í gongd.

Tey hava eisini brúk fyri “offrum” til teirra avgudar, men seinasta kampanjan ímóti Jørgen Niclassen kiksaði fullkomuliga. Tey høvdu ikki sæð at “gølan” stóð í Oyggjatíðindi í 1997, og pápin at hesari útgávuni var beiggi Sigurd Poulsen, sum var stjóri í “Landsbankanum”, sum Jørgen hevði spart burtur. Harafturat hevði “journalisturin” sjálvur verið ein partur av málinum, tá ið hann starvaðist innan tað almenna. Tagnarskyldu leggja hesi fólk einki í. Men hetsin koyrdi við fullari ferð, og trúvirðið hjá Kvf lækkaði parallelt við kampanjuna, sum varaði heilt til februar 2014. Løgið at Kvf ikki kann nevna eina av teimum óteljandi gølunum í Oyggjatíðindi, fyrrenn 17 ár eru farin. Dimmalætting plagdi at taka greinar úr Oyggjatíðindi umleið tvey og eitt hálvt ár aftaná., at tær høvdu staðið í blaðnum. Hendan “ómentanin” er allastaðni har almennir pengar tevjast, og tey halda seg eisini eiga definitiónsrættin uppá sannleikan.

Aðrar tíðir

Í gomlum døgum togaðu makthavararnir bara í eitt handtak, so var larmandi tøgn. Ídag gongur hetta ikki so leikandi lætt longur. Facebook, Twitter og aðrir sosialir miðlar reka “einglapressuna” aftur. Teirra bíliga undirhald førir ikki til nakað. Líka frá einkisigandi botoxviðgerð í Kvinnu, til “gita hvør eigur hesa stovuna” í Sosialinum.

Tvey sløg av fólkum eru í Føroyum, tey sum gjalda skatt og tey sum liva av skatti. Tey sum gjalda skatt, eru tey sum klára seg sjálvi, meðan tey skattløntu eru tey sum fáa skattapengar av órøttum. Her verður ikki hugsað um fólk við brekum, pensjonistar ella fólk sum av røttum gera nyttu í almennari tænastu. Tí tey sum hava brek, hava fingið tey í lívsins sliti. Fyribrigdið “alamannatjóvur”, er tann kulturur sum livir av almennum pengum av órøttum. Her sær man at heilar familjur standa á fíggjarlógini frá barnsbeini av. Tað er beinleiðis genetiskt pre-disponerað. Einligar mammur, einkjur, slitmenn og pensjonistar fáa í veruleikanum einki á fíggjarlógini.

Kringvarpið er undirhaldið hjá hesum fólkum. Tá almennir pengar skulu gjarast út, fara tey at “granska”. Bretar hava eitt orð fyri hesum. “Chattering classes. Tað er tann stættin, sum tosar restina av fólkinum upp í lag, so skattløntir ókulturar kunnu fáa frið at tøma lummarnar á fólki. Hesi fólk eru tey somu sum spæla andliga myrkaspælið “also”, beinleiðis umsett úr donskum, “altså”, sum er besta argumentið til frama fyri hesum meiningsloysi. Á jiddiskum kallast okkurt “luftgeschaeft”, hetta eru handlar sum ikki eru til. Fyri at halda lív í almennu “luftgeschaeftini” er neyðugt at allar rásir larma í senn. Dømini eru nógv.

Hesir skattløntu granskarar standa í fullum dagsljósi og veva keisarans nýggju klæðir. Tað kunnu tey saktans, tí tey hava fría atgongd beint niður í landskassan eftir pengum. Teirra børn, abbabørn og langabbabørn somuleiðis.

Tómgongdin er hægsta stigið, tí tey skulu alla tíðina vísa á, at einki ber til í Føroyum, tí er tað so neyðugt at ein heil milliard fer í teirra lummar um árið.

Fólksins ogn

Eitt gandaorð hjá hesum fólkum er fólksins ogn. Er tað nakað sum er fólksins ogn, so er tað skatturin. Men hann verður ikki umsitin sum fólksins ogn. Har eru ongar “klokkuklárar mannagongdir”, sum gera at allir borgarar eru líka fyri lógini. Á almannastovuni hevur mann roynt at eksportera trupulleikarnar til Danmarkar, men danir hava steðgað hesum.

Mátin tey brúka orðið “fólksins ogn” uppá, er fyri at gera føroyskum fyritøkum fortreð og fyri at koma í “lummarnar” at taka skatt inn, sum so aftur skal fíggja almennu karrusellini, sum bert er til fyri tey fáu.

Hyggja vit eftir størvunum á Setrinum, so hava tey fáu førleika, men fleiri verða ikki mett kompetent til at granska í nøkrum sum helst. Men tey eru altíð at síggja á portalinum ella í KVF. Talan er um klikuvesin, tí somu fólk ganga aftur í størvum og nevndum, og hvørt av sínum.

Ársins

Einaferð kallaðist okkurt ársins songrødd. Seinni kom so “ársins journalistur”. Og tveir teir vánaligastu, fingu henda ivasama heiður. Skipanin heiðraði teir, tí teir kundu brúkast.

Tá ið “granskararnir” ikki høvdu nakað úrslit, so vóru børnini boðin við, at tekna ein “granskara”. Einki er nóg láturligt hjá hesum fólkum.

Tað er fyri at káva útyvir at tað altíð eru tey við røttu eftirnøvnunum, sum fáa starv í “luftgeshaeftini”, slíkt eyka undirhald sum heiðurslønir, verða býttar út av landskassans peningi.

credo.-