Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Konni Kass og Momo á G!

Nú bert 17 dagar eru til Syðrugøta gerst karmur um G!Festivalin vera kunnu vit avdúka, at tvey nøvn afturat eru komin á skránna. Talan er um føroyskt/donsku poppduoina Momo og Sementvinnaran Konni Kass. 

Konni Kass
Konni Kass er sildur nýggj, hóast hon áður hevur vitjað á G! í fólkatónleikahøpi. Men sum solistur er tað fekst, nýtt og spennandi, tá vit bjóða Konni Kass við bólki sínum á G!

Herfyri vann bólkurin tónleikakappingina Sement, og Konni Kass gjørdi á tann hátt veruliga innrás í tónleikatilvitskuna hjá føroyingum.

Bólkurin hevur Konni Kass á odda, og við sær hevur hon Knút Háberg Eysturstein á ljómborðum, Torleik Mortensen á bass og Per I. Højgaard Petersen leikar trummur. Løgini, eins og tekstin, hevur Konni skrivað, meðan bólkurin saman skapar ljóðmyndina. Hetta eru fangandi feit løg við góðum stemningi.

Momo
Afturat ársins skrá á G! legst eisini Momo, ið er eitt sera áhugavert samstarv millum føroyska sangskrivaran Dánjal á Neystabø og danska noisegittarleikaran Stephan Sieben, sum hevur við sær søtan melodiskan synth popp, ið leiður tankarnar til tropurnar og ævigt sólskin.

Teir kallað seg Momo eftir japanska orðinum fyri ferskur, og við at hugsa um júst eina sevjumikla fersku fært tú eina góða mynd av tónleikinum hjá Momo – njótilsi og gleði.

Fyrsta útgávan, sum er á veg, snýr seg eisini um frukt, og er á tremur við smílandi yrkingum og løgum sum ‘Coconut Lover’, ‘Strawberry Dance’, ‘Apple Song’ og ‘A Whiter Shape of Grapes’. Løg ið eru perfekt at dansa til.
Fyri at fáa júst tað røttu framleiðsluna, hava teir sligið seg saman við navnframa Rune Borup, ið hevur staðið fyri framleiðslu av m.a. Slowolf, I Got You On Tape og Vinnie Who.

Tónleikurin er fangandi og sveimandi elektropoppur – júst tað rætta til at fáa summarlagið fram á G! Vit gleða okkum at bjóða til eina tropiska løtu.