Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Konjunkturbarometrið: Størri bjartskygni millum fólk og í vinnulívinum

Úrslitini í nýggjastu konjunkturkanningini hjá Fíggjarmálaráðnum vísa, at brúkarar og vinnulív eru sum heild bjartskygdari og hava merkt framgongd seinasta árið. Ídnaðar- og tilfeingisvinnurnar hava tó merkt afturgongd í bíleggingunum men vænta fleiri bíleggingar frameftir.

Samlaða treystitalið í nýggjastu konjunkturkanningini í Konjunkturbarometrinum hjá Fíggjarmálaráðnum er farið úr 7 upp í 16 seinasta árið. Hetta er greitt, nú nýggjastu úrslitini í konjunkturkanningini eru til taks.

Konjunkturbarometrið gevur ábending um, hvussu brúkarar og vinnulív meta um tíðirnar, hvussu støðan í búskapinum er beint nú, gongdina í farna ári og útlitini komandi árið.

Húsarhaldini og tann parturin av vinnuni, ið livir av heimliga eftirspurninginum, eru bjartskygdari og hava merkt framgongd seinasta árið. Fólk hava fingið fleiri pengar at ráða yvir. Tey spara upp og keypa størri og drúgvar nýtsluvørur. Tað gevur øktan eftirspurning og sølu í handils-, tænastu-, og byggivinnunum.

Nakað øðrvísi er myndin av ídnaðar- og tilfeingisvinnunum. Hetta eru serliga útflutningsfyritøkurnar. Har hevur verið afturgongd í bíleggingum seinasta árið, og goymslurnar eru vorðnar ov stórar. Útflutningsvinnurnar og heimligu vinnurnar vænta tó, at bíleggingarnar økjast komandi árið.** Her eru nøkur av úrslitunum í nýggju konjunkturkanningini:

• Byggivinnan hevur havt økt virksemi og hevur frameftir tørv á størri arbeiðsmegi. Serliga smærri fyritøkur hava merkt framgongd, meðan stórar byggifyritøkur ikki hava merkt nakra serliga framgongd

• Handilsvinnurnar hava merkt øktan eftirspurning og sølu

• Tænastuvinnurnar hava merkt stóran eftirspurning og framgongd men vænta ikki sama eftirspurning frameftir

• Húsarhald hava fleiri pengar millum hendurnar, tey økja uppsparing og nýtslu

• Ídnaðar- og tilfeingisvinnurnar hava færri bíleggingar og verri er at sleppa av við vørur. Tí eru goymslurnar øktar. Hesar vinnur vænta fleiri bíleggingar frameftir

Konjunkturbarometrið er best skipaða og mest umfatandi metingin av gongdini og útlitunum fyri føroyska búskapin. Metingarnar skulu sjálvandi altíð takast við neyðugum fyrivarni.

Øll úrsliti í konjunkturkanningini í Konjunkturbarometrinum hjá Fíggjarmálaráðnum eru at finna í hjáløgdu kunning og í tilhoyrandi skjølum niðanfyri.

Frágreiðing:

http://www.fmr.fo/I2net/Data/Register/0209ff11-ab5d-42ff-8ed7-68b8145134c5/21101720-b612-4b2a-b8cd-786827144249/f1fa217d-4ff8-4f86-bf0f-601ef12688c1.pdf

Tænastuvinnan:

http://www.fmr.fo/I2net/Data/Register/0209ff11-ab5d-42ff-8ed7-68b8145134c5/557929c5-a890-4c8f-a786-39dbaacc3c6f/f1fa217d-4ff8-4f86-bf0f-601ef12688c1.pdf

Handilsvinnan:

http://www.fmr.fo/I2net/Data/Register/0209ff11-ab5d-42ff-8ed7-68b8145134c5/c96ac349-809e-4dc4-a9b1-e04d973d492d/f1fa217d-4ff8-4f86-bf0f-601ef12688c1.pdf

Byggivinnur:

http://www.fmr.fo/I2net/Data/Register/0209ff11-ab5d-42ff-8ed7-68b8145134c5/ebfa97bf-1e6d-44da-9d5c-d8a0209fc9fd/f1fa217d-4ff8-4f86-bf0f-601ef12688c1.pdf

Brúkarar:

http://www.fmr.fo/I2net/Data/Register/0209ff11-ab5d-42ff-8ed7-68b8145134c5/d2c858df-eafb-4605-af81-907b886c47be/f1fa217d-4ff8-4f86-bf0f-601ef12688c1.pdf

Brúkarar og vinna tilsamans:

http://www.fmr.fo/I2net/Data/Register/0209ff11-ab5d-42ff-8ed7-68b8145134c5/353641de-b73f-46ad-b27b-50e1bda0ce7d/f1fa217d-4ff8-4f86-bf0f-601ef12688c1.pdf

Tilfeingisvinna.

http://www.fmr.fo/I2net/Data/Register/0209ff11-ab5d-42ff-8ed7-68b8145134c5/3852bf1e-cfd9-43a1-bcc8-bec1cba1619b/f1fa217d-4ff8-4f86-bf0f-601ef12688c1.pdf