![](/myndir/myndin-17052_r_705_0.jpg)
Dannebrog millum Stong og Eystnes, 25. august 2018 kl.07:30 ávegis inn á Bakka á Glyvrum
Kongalig vitjan - tríggir prinsar og tríggjar prinsessur
Dannebrog millum Stong og Eystnes, 25. august 2018 kl.07:30 ávegis inn á Bakka á GlyvrumVar ein túr í morgun kl.07.00 - Komin til Rituvíkar síggi eg Dannebrog út fyri víkini. Koyrdi ein túr út til sunnastu milluna á Eystnesi og gekk so langt eg kundi út á nesi.
Poul Jóhan Djurhuus
Gjaranes@gmail.com
Skrivað: pjd, Glyvrar 25.08.2018
Tað var vakurt í góðveðrinum í morgun kl.07:30 at síggja Dannebrog sigla millum Stong og Eystnes. Tað var ikki meir enn tað hvíttaði undir stevninum, hetta tí, at skipið skuldi ikki koma til Bakkabryggjuna fyrrenn kl.09:00
Flaggskipið hjá Bakkafrost, Hans á Bakka, lá og bíðaði við Raktanga, og danska verjuskipið sigldi Dannebrog til møtis, og síðani fylgdu bæði skipini við Dannebrog inn á Skálafjørðin.
Hetta er fyrstu ferð, at danska Kongaskipið leggur til bryggju inni á Glyvrum, sum borgarstjórin Torbjørn Jacobsen eisini undirstrikaði í síni vælkomstrøðu á Bakkabryggjuni. Tað var eyðsýnligt, at borgarstjórin, sum sjálvur er Glyvramaður, var stoltur av at bjóða kongaskipinum og Krúnprinsafamiljuni vælkomnum júst har, sum hann hevur slitið sínar barnaskógvar.
Tá stjórin á Bakkafrost, Regin Jacobsen, hevði hildið sína røðu, vórðu kongaligu gestirnir bjóðaðir inn á Bakkafrost at síggja eitt av heimsins fremstu laksavirkjum.
Sídani vard farid út í Bylgjuna og nýggja skótahúsid í Runavíkini. Beint sunnanfyri Skótahúsid var ein fyribils girðing gjørd har ein føroysk rissa vid fylum gekk. Tá kongaliga fylgi kom eftir gøtuni ávegis til Skótahúsið, varð Krúnprinsessan, sum sjálv er reiðkvinna, so betikin av fylunum, at hon heilt óvæntað boygdi seg niður og fór undir girðingina fyri at koma inn til fylini: “Nei hvor er de kære,” hoyrdi onkur, at hon segði.
Tá liðugt var í Skótahúsinium gekk leiðin aftur umborð á Dannebrog, sum enn lá við Bakkafrost. Vit vóru nøkur heilt fá, ið kundu eygleiða tey har. Tá tey komu aftur í land, eftir stutta løtu umborð, høvdu tey lagt føroysku klæðini frá sær, og vóru nú meiri sporty, tí nú gekk túrurin til Tjørnuvíkar og út í Stakkin.
Vit ynskja hesi ungu familju alt gott í framtíðini - Gud signi danska Kongahúsið!