Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Komu sóu og hoyrdu Eivør í stóru stíli

- tað var ein av heilt stóru konsertunum í Løkshøll í gjárkvøldið 

Satt at siga so ætlaði eg mær ikki á konsertina, men eg var glaður fyri at eg og konan fóru, tí vit fóru tónleikaliga væl mettaði heimaftur.

Eg hevði sett mær stórar vónir til konsertina og má siga, at eg merkti ein sera væl samanspældan bólk, sum hevði sett konseptið upp eftir øllum tí, vit áhoyrarar vildu hoyra.

Bólkurin er eisini væl trimmaður, tí tey hava júst verið á drúgvari konsert í Týsklandi, sum eisini kundi merkjast.

Sum eg havi nevnt áður, havi eg fylgt Eivør í nógv ár og kann hvørja ferð merkja ein málrættaðan vøkstur.

Tað eg ofta havi bitið merki í er, at hon onksursvegna megnar at “handfara” ymsar sjangrur á ein meistarligan hátt, sum fær okkum áhoyrarar at koma við.

Vit bæði sótu og tosaðu um hetta við hennara evnum, tá vit koyrdu heim aftur eftir konsertina, at tað neyvan hevði givið nakra meining, at hon fór á skúlabonk, tí Eivør hevur bara hetta borið, at hon setur sær nakað fyri og fær tað at rigga.

Tað er ikki ein og hvør, ið kann megna slíkt, men hon hevur nokk henda málrættaða treiskleikan og viljan, sum eg siti eftir við.

Tá konsertin var hálvrunnin, fóru hinir tónleikararnir av pallinum og tók Eivør í lagið “Eg veit” við kassaguitarinum og eftir hetta “Trøllabundin” við trummuni.

Tað var ein sera grípandi uppliving, tí her kom so aftur hennara tónleikaliga styrki til sjóndar og saman við super íslendska ljóðmanninum, fingu tey alt at fara upp í eina hægri eind.

Eivør er ein fantastiskur tónleikari og lagskrivari og tað er ein frøi at fylgja henni, tí hon hevur hesi heilt serstøku evnini at fáa okkum við.

Hon hevur eisini sera dugnaligar tónleikarar við sær í Mikael Blak, Høgna Lisberg og manninum Trónda Bogasyni, sum eisini gevur tónleikinum ta rúmd, sum vit vóru vitni til í gjárkvøldið.

Onkur helt fyri, at onkuntíð var ov nógvur “gangur,” men her má eg so aftur siga, at væl skipaða arbeiðið hjá ljóðmanninum fekk alt at fara upp í eina hægri eind.

Ein sera góð konsert við góðum ljósi, sum esini gav okkum eina serstaka uppliving.

Fríðálvur A. Jensen

Hesar myndirnar hevur Birita Hansen tikið og liggja á profilinum hjá Løkshøll:

https://www.facebook.com/media/set/?set=a.680393918732491.1073741833.608627729242444&type=1