Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kommunustýrislimir til Íslands

Mánadagin 4. mars fara omanfyri 80 kommunustýrislimir í limakommununum í Kommunusamskipan Føroya til Íslands á skeið. Talan er um afturvendandi skeið, sum hava verið hildin í byrjanini av valskeiðinum hjá kommununum fýra seinastu valskeiðini.

Fyri at brynjað og styrkjað kommununstýrislimir í teirra arbeiði og leikluti sum kommunupolitikkarar, so hevur Kommunusamskipan í byrjanini av valskeiðinum skipa eina skeiðsviku, har í nývaldur eins og endurvaldur kommunustýrislimir fáa innlit í grundleggjandi reglur um rættindi og skyldur hjá einstaka politikkaranum, eins og í løgfrøðiligar ásetingar um samanspælið millum politikarar og fyrisiting.

Hetta er 4 valskeiðið uppí slag, at KSF fyriskipar slíkt skeið. Í 2001 og 2005 vóru tey hildin á Den Kommunale Højskole í Danmark, í 2009 og aftur hesaferð verður skeiðið hildið í Íslandi.

Tríggir teir fyrstu daganar eru í høvuðsheitum settir av til undirvísing og politiskt kjak, ímeðan seinasti dagurin er fyrireikaður saman við Íslendska kommunufelagnum. Hendan dagin fáa føroysku kommunustýrilimirnir kunning um íslendsku kommunustýrisskipanina, og vitja á ymiskum kommunalum stovnum á Reykjavíkarleiðini.

Skeiðsferðin hjá Kommunusamskipan Føroya er fyriskipað í góðum samstarvi við íslendska kommunufelagið, Sendistovu Føroya í Reykjavík og Atlantsflog. Ferðalagið verður aftur í Føroyum fríggjadagin 8. mars.