
Kommunuskúlaætlanin fekk góða móttøku
Nógv fólk var møtt til borgarafundin í kommunuskúlaauluni í gjárkvøldið, har spennandi ætlanin við Kommunuskúlanum varð løgd fram fyri almenningin.
Býararkitekturin Birita Wardum legði fyri og borgarstjórin beyð vælkomin. Bústaðir greiddu frá samstarvinum við Tórshavnar kommunu og partarnar annars í málinum.
Umboð fyri Selmar Nielsen Arkitektar greiddu frá innrættingini av kommunuskúlanum og umboð fyri Bústaðir greiddu frá byggitøkniligu viðurskiftunum.
Tekniski stjórin Mikael Viderø greiddi frá um partalagshugtakið. Verkætlanarleiðarin Bergur Rask Olsen greiddi frá um skipan av arbeiðsplássinum í byggitíðini og formaðurin í byggi- og býarskipanarnevndini Tróndur Sigurdsson og borgarstjórin tóku saman um.
Aftaná høvdu áhoyrarar høvið at síggja eitt modell av skúlanum og at síggja verandi skúlastovur á fyrstu hædd.
Nógvir áhugaverdir spurningar vórðu havdir á lofti, sum panelið svaraði uppá. Arbeiðið fer í gongd fyrsta dagin. Skúlin verður “pakkaður inn” og útsíðan verður gjørd liðug eftir fáum mánaðum. Síðan verður farið undir ar arbeiða innandura. Skúlin skal standa innflytingarklárur næsta summar.