Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kommunusamskipan Føroya hevur gjørt samstarvsavtalu

Kommunusamskipan Føroya hevur gjørt samstarvsavtalu við Council of European Municipalities and Regions (CEMR).

Á fundi í Brússel beint undan jólum góðkendi stjórnin í Council of European Municipalities and Regions einmælt at geva Kommunusamskipan Føroya serligan atlimaskap í felagsskapinum.

CEMR er felagið fyri kommunufeløg í Evropa

CEMR er felag fyri allar kommunalar og regionalar felagsskapir í Evropa. CEMR varð stovnað í Geneve longu í 1951 av borgarstjórum í nøkrum evropeisku stórbýum. Endamálið við felagsskapinum var og er at styrkja lokala fólkaræðið og lokala myndugleikan í Evropeisku londunum. Í øðrum lagi at styrkja samskiftið og samstarv millum kommunur og kommunufeløg í Evropa.

Í dag er CEMR størsti felagsskapurin í heiminum fyri regionalar og kommunalar myndugleikar. Í felagsskapinum eru 55 limir, ið fyrst og fremst eru kommunufeløg og býarfeløg. Teir 55 limirnir umboða fleiri enn 100.000 kommunalar og regionalar myndugleikar.

Politiska nevndin í CEMR telur uml. 140 limir. Formaður fyri felagsskapin er borgarstjórin í Stuttgart, Wolfgang Schuster. Felagsskapurin hevur tvær skrivstovur, eina í Paris og eina í Brússel, við tilsamans 20 starvsfólkum.

CEMR 60 ár.

Í samband við at CEMR hevur 60 ár á baki var serliga nógv gjørt burtur úr fundinum hesaferð. Millum gestarøðarnar á fundinum vóru millum annað José Manuel Barroso formaður í Evropa kommisjónini.

Á fundinum fekk Gunvá við Keldu, forkvinna í Kommunusamskipan Føroya høvi, til at greiða fundarluttakarunum frá um felagsskapin KSF, og um føroysk kommunu viðurskifti í síni heild. Hetta vakti somikið stóran áhuga, at kommunufeløg úr Estlandi, Týsklandi og so fjarskotnum landi sum Albania hava sýnt stóran áhuga fyri at vitja í Føroyum.

KSF serligan atlimaskap

Orsaka av ríkisrættarligu støðu Føroya ber ikki til hjá KSF at fáa fullan limaskap í CEMR, men bert ein serligan atlimaskap. Hetta merkir at KSF ikki hevur atkvøðurætt á politiskum fundum í CEMR. Hinvegin fær KSF atgongd til allar politiskar og fyrisitingarligar fundir í CEMR, eins og tað stendur KSF frítt at luttaka í øllum verkætlanararbeiði, ið CEMR fyriskipar.

Endamálið hjá KSF við at søkja limaskap í CEMR er fyrst og fremst at fáa samstarv og samskifti í lag við kommunur og kommunufeløg uttanfyri norðanlond. Havandi í huga avmarkaðu fíggjarligu og fyrisitingarligu orkuna hjá KSF, fer KSF at samstarva við tey norðurlendsku systirfeløgini, sum øll hava skrivstovur í Brússel.

Komandi ársfundur hjá CEMR verður hildin í september 2012 í Cadiz í Spania. Temaðið á fundinum verður desentralisering, menning og fólkaræði.