Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kommunurnar vilja eina samfelagsliga umskipan, ið styrkir kommunalu skipanina munandi

Frágreiðing um virki felagsins í farna ári og um framtíðarætlanir

Inngangur

Góðu fundarfólk, eg skal bjóða tykkum hjartaliga vælkomin á aðalfund hjá Kommunusamskipan Føroya (KSF).

Hetta seinasta árið hevur verið hendingaríkt í nógvar mátar. Árið hevur verið merkt av nógvum politiskum rembingum, og hetta farna tíðarskeiðið hava vit ikki havt færri enn tríggjar ymiskar samgongur. Samgongan millum ABC flokkarnir slitnaði í apríl mánað 2011, og í umleið eitt hálvt ár høvdu vit á fyrsta sinni eina minnilutastjórn í Føroyum. Í oktober var nýval, og í november varð verandi samgongu millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin, Miðflokkin og Sjálvstýrisflokkin skipað.

Politiska virksemi hjá KSF er altíð nógv tengt at landspolitisku støðuni og teimum ætlanunum, sum landsins stjórn hevur. Óstøðug politisk viðurskifti virka eisini órógvandi í mun til arbeiðið hjá KSF. Hópin av politiskum ætlanum, sum ongantíð verða framdar í verki, lógaruppskot sum verða tikin aftur ella falla burtur í samband við nýval, fyri síðani at verða sett fram aftur í broyttum líki av einum øðrum stjórnarberandi meiriluta á tingi. Hetta hevur nærum verið gerandisdagur seinasta árið.

Alt hetta valskeiðið, ið nú gongur á síðsta árið hjá okkum kommunustýrislimum, hevur verið tosað um kommunal-, fólkaskúla- og pensjónsreformar. Men ósemjan millum flokkarnar í skiftandi samgongum hevur verið so mikið grundleggjandi, at tað ikki hevur eydnast at fremja nakran av hesum reformum. Eisini sitandi samgonga tykist hava ætlanir um kollveltandi reformar, og beint undan jólum framdi sitandi samgonga grundleggjandi broytingar í skattliga býtinum millum land og kommunur, ein broyting, sum kann koma at hava ógvusligar avleiðingar fyri fíggjarliga inntøkugrundarlagið hjá kommununum í framtíðini.

Eg fari í formansfrágreiðingini at leggja størstan dentin á at umrøða nøkur av hesum stórmálum, og eg verði tí at lata nøkur av teimum smærru málunum, ið uppi hava verið í farna ári, fara aftur við borðinum. At umrøða hvørt einstakt mál verður ov drúgt. Eg vísi til yvirlitið yvir tey mál, ið hava verið til hoyringar hetta seinasta árið, sum er fylgiskjal til formansfrágreiðingina.

Ávegis einum kommunu reformi

Alt hetta kommunuvalskeiðið hevur verið tosað um ein kommunureform.

Í oktober 2009 varð álitið “Kommunur, eindir og uppgávur 2009” handað landsstýriskvinnuni í kommunumálum.

Álitið hevði tilmæli um:

 hvørjar tær kommunalu eindirnar í framtíðini skuldu verða

 hvørji øki skuldu leggjast til kommunurnar

 hvussu økini, ið skuldu leggjast kommununum, skuldu fíggjast

Í álitinum var eisini mælt til, at verandi kommunuvalskeið varð stytt til 2 ár, og at kommunurnar longu 1. januar 2011 skuldu leggjast saman við lóg.

Hesum tilmæli kundi KSF sjálvsagt ikki taka undir við, og í samband við aðalorðaskiftið um kommunureformin í løgtinginum sást, at serliga tilmælini um at skerja valskeiðið og leggja kommunurnar saman við lóg heldur onga undirtøku høvdu ímillum stjórnarberandi flokkarnar. Síðani hevur verið arbeitt við at fáa málið um kommunala bygnaðin í Føroyum avgreitt innan 1. januar 2013, tá ið komandi kommunustýri taka við.

Mitt í summarsteðginum, 4 juli 2011, vóru 9 lógaruppskot sent felagnum og øllum landsins kommununum til hoyringar við 14 daga hoyringsfreist.** Innihaldið í uppskotinum var í stuttum:

 At tær kommunur, sum ikki høvdu lagt saman sjálvboðið 1. juni 2012, vórðu lagdar saman við lóg, soleiðis at á kommunuvalinum á heysti 2012 skuldu veljast 9 nýggj kommunustýri at taka við 1. januar 2013.

 Eldrarøktin skuldi leggjast kommununum at umsita frá 1. januar 2014.

 Fólkaskúlin skuldi skipast í økir samsvarandi komandi kommunalu eindunum, og í seinasta lagi 1. august 2014 skuldi øll fólkaskúlaskipanin eftirmetast.

 Útlegging av økjum til kommunurnar at umsita skuldi fíggjast við eini afturberingarskipan og blokki.

Eftir ætlan skuldu kommunurnar framyvir fíggjast við kommunuskatti, afturbering og blokki. umframt at ávís serskipan skuldi virka fyri Sandoynna. Afturbering og blokkur skuldi setast í verk í samband við, at eldrarøktin var løgd til kommunurnar. KSF átalaði, at eitt uppskot av so stórum samfelagsligum týdningi varð sent kommununum við 14 daga hoyringsfreist mitt í summarsteðginum, men valdi kortini at viðgera uppskotið seriøst og konstruktivt.

Eitt samt stýri í KSF tók undir við at skipa Føroyar í burðardyggar og virkisførar kommunalar eindir, ið framyvir kunna átaka sær flest allar borgaratænastur. Grundsjónamiðið hjá KSF er, at kommunurnar eru tann myndugleikin, sum er best førur fyri at veita hesar tænastur og at tillaga tænasturnar til staðbundna tørvin eftir einum skynsamum bygnaðarligum og fíggjarligum leisti.

KSF hevur áhaldandi ásannað, at verandi kommunubygnaður, sum í løtuni telur 30 kommunur, ikki er skynsamur, og at neyðugt er at umskipa kommunala geiran, um fleiri týðandi málsøki skulu leggjast út til kommunurnar. Men KSF hevur ongantíð tikið undir við tvungnari samanlegging av kommununum, og uppskotið, sum Innlendismálaráðið legði fram, var júst at meta sum tvungin samanlegging.

KSF mælti tí landsstýrinum til at taka hædd fyri teimum hoyringsskrivum, ið komu frá einstøku limakommunum felagsins, og í samráð við einstøku kommunurnar og økini í landinum at finna.

Ársaðalfundur 2012 Síða 5 fram til neyðugu semjurnar um nýggjan kommunalan bygnað. Um kommunurnar gjørdist 7, 9 ella møguliga fleiri hevði minni týdning. Avgerandi fyri KSF var, at arbeiðið við at umskipa kommunalan geiran helt áfram við tí endamáli at fáa fleiri uppgávur til kommunurnar at umsita. Hetta er í síðsta enda til gagns fyri allar borgarar í landinum og ein týðandi fyritreyt fyri størri landafrøðiligari javnvág í menningini av føroyska samfelagnum. Stýrið fyri Kommunusamskipanina legði enn einaferð herðslu á, at umskipanin skal vera ein samlað heild, ein pakki, og undir ongum umstøðum eigur at verða sett í verk sum staklutir uttan samanhang. Kommunusamanleggingar, flytan av málsøkjum frá landi til kommunur, fíggingarleistur og lógargrundarlag skulu viðgerast undir einum. Tey 9 uppskotini vóru løgd fyri tingið beint eftir Ólavsøku og vóru eftir 1. viðgerð beind í nevnd. Hóast uppskot var lagt fyri tingið um at fáa uppskotini úr aftur nevnd, áðrenn løgtingsval var útskrivað, eydnaðist hetta ikki, og tá ið løgtingsval var útskrivað 27. september, til at verða leygardagin 29 oktober, fullu uppskotini burtur. Í november var nýggja samgonga skipað, og í samgonguskjalinum varð ásett, at samgongan tekur undir við, at kommunurnar gerast færri og størri. Kommunusamanleggingin skal vera sambært lóg um sjálvbodna kommunusamanlegging. Innlendismálaráðið skipar fyri fólkaatkvøðu í øllum kommunum tíðliga á vári í 2012. Kommunurnar yvirtaka ábyrgdina av eldraøkinum og fólkaskúlaøkinum. Viðvíkjandi eldraøkinum var ásett, at hetta skuldi yvirtakast 1. januar 2014, ímeðan ongin tíðaráseting var fyri fólkaskúlan.

Ein fólkslig tilgongd** Nýggja landsstýrið er sostatt samt um, at kommunusamanlegging skal fara fram sjálvboðin, innanfyri 7 ella møguliga 8 givin øki. Samstundis hevur landsstýrið sett sær fyri at skipa fyri eini fólkaatkvøðu í øllum kommununum í Føroyum, sum sannlíkt verður hildin seint í apríl mánað.

Hesin leistur, at skipa fyri vegleiðandi fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging, er tann leistur, sum eftir øllum at døma væntast at fáa breiðastu undirtøkuna bæði í kommunal- og landspolitiskum høpi, til tess at náa málinum um at fáa størri og sterkari kommunalar eindir.** KSF tekur í prinsippinum undir við, at vegleiðandi fólkaatkvøða verður nýtt sum amboð í ætlanini at broyta kommunala bygnaðin. Men sambært kunngerðaruppskotinum, sum er sent til hoyringar, eru nógvir ógreiðir spurningar, og tíðarfreistin er enn einaferð sera knøpp.

Sambært uppskotinum verður borgarin spurdur, um hann ynskir, at allar kommunur í ávísum øki verða skipaðar í eina kommunu. Úrslitið kann verða sera trupult at tulka eftirfylgjandi. Í hvønn mun eru úrslitini í einstøku kommununum treytað av úrslitinum í øðrum kommunum? Fara kommunustýri at leggja saman, hóast ikki allar kommunur í einum øki taka undir við samanlegging, og hevur borgarin í slíkum førum ikki atkvøtt á skeivum fyritreytum? Eisini valdar óvissa, hvørt landið skal skipast í 7 ella 8 øki, og eingin ábending er um, hvussu landsstýrismaðurin ætlar at fáa hetta staðfest.

KSF hevur í sínum hoyringsskrivi gjørt vart við, at allar óvissir máa ruddast av vegnum, innan ein møgulig fólkaatkvøða verður hildin. Ein týðandi fyritreyt fyri, at úrslitið av fólkaatkvøðuni eftirfylgjandi kann brúkast er, at land, kommunur og borgarar hava somu fatan av, hvatendamálið við fólkaatkvøðuni er, og at serliga borgarin kann gjøgnumskoða, hvørjar møguligar avleiðingar úrslitini av fólkaatkvøðuni koma at hava, bæði fyri kommuna og fyri tann einstaka. Er ógreiða um hesi viðurskifti, er fólkaatkvøðan ikki nýtilig.

KSF hevur tí heitt á Innlendismálaráðharran um. í samráð við kommunufeløgini og við kommunurnar í ásettu økinum, at gera eina ætlan fyri, hvussu møgulig ivamál kunna verða greidd og soleiðis tryggja, at land, kommunur og ikki minst borgarin hava somu fatan av, hvat ið atkvøtt verður um, og hvussu eitt úrslit eftirfylgjandi skal tulkast

Verða hesi viðurskifti ikki greidd innan fólkaatkvøðan verður hildin, er vandi fyri, at hon kemur at gera størri skaða enn gagn og seinkað heldur enn at skunda undir gongdina fram ímóti, at skipa Føroya í størri og burðardyggari kommunalar eindir. KSF hevur, hóast nógv ivamál, valt at stuðla ætlanunum um eina fólksliga tilgongd, millum annað fyri at fáa enda á afturvendandi kjakinum, hvørt kommunusamanlegging skal fara fram sjálvboðið ella tvingast ígjøgnum við lóg. Men um ein møgulig fólkaatkvøða fer at enda hetta kjakið, kann bert tíðin vísa.

Fíggjarliga býtið millum land og kommunur

Tollaksmessudag 2011 var ein kollveltandi broyting av skattaviðurskiftunum hjá øllum føroyingum samtykt av Føroya Løgtingi.

Talan var um løgtingsmál nr. 103: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum skattalógum (flatskattur), og løgtingsmál nr. 104: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av rentutryggingum v.m.

Við hesum uppskotinum fingu vit eina flatskatta líknandi skipan, samstundis sum ein broyting fór fram viðvíkjandi skatting av pensjónum.

Flatskatta líknandi skipanin, sum løgtingið samtykti, hevur við sær ein skattalætta fyri flest allar borgarar landsins. Fyri at fíggja hendan skattalættan, var avgerð samstundis tikin um, at øll pensjónsgjøld framyvir verða skattað við inngjald heldur enn við útgjald. Við øðrum orðum verða skattainntøkurnar av eftirlønum fluttar fram, eini 30 til 35 ár. Meirinntøkurnar av at skatta pensjónir við inngjald eru mettar at geva landskassanum omanfyri 150 mió. kr. ella áleið tað sama, sum skattalættin er mettur at kosta.

Stóri trupulleikin fyri kommunala geiran er, at ímeðan verandi skipan hevði tryggjað kommununum helvtina av inntøkunum frá skattinum av pensjónum, so fara kommunurnar als ongan ágóða at fáa av eftirlønarskattinum í framtíðini. Einfalt tí, at allur skattur av eftirlønum við inngjald framyvir fellur í landskassan.

Samstundis fara kommunurnar við tíðini at missa tær inntøkur, ið kommunurnar longu í dag hava av eftirlønarskatti.

Havandi í huga, at inngjøldini til pensjónsuppsparingar eru skjótt vaksandi og eftir ætlan skulu gerast 15% av samlaða lønarmassanum í samfelagnum, so merkir hetta í stuttum, at kommunurnar ongan skatt fáa av 15 % av øllum lønarútgjaldingunum í samfelagnum.

Avleiðingarnar av hesum vóru als ikki viðgjørdar millum land og kommunur, innan uppskotið var lagt fyri tingið.

KSF gjørdi vart við síni sjónarmið í fjølmiðlunum í samband við viðgerðina í fíggjarnevndini, eins og skriv var sent øllum løgtingslimum og Fíggjarmálaráðnum.

Úrslitið var, at KSF varð boðið á fund í Fíggjarmálaráðnum beint undan 3 viðgerð av uppskotinum. Fíggjarmálaráðharrin lovaði á fundinum, at viðurskiftini viðvíkjandi fíggjarligu avleiðingunum fyri kommunurnar skuldi takast uppaftur, og at ætlanin ikki var, at kommunurnar skuldu hava fíggjarligan miss orsakað av uppskotinum.

KSF hevur síðani rykt Fíggjarmálaráðið eftir nærri frágreiðing um, hvørjar ætlanir Fíggjarmálaráðið hevur til tess at halda kommunurnar skaðafríðar í samband við broyttu skattingina av pensjónunum.

Sambært samgonguskjalinum skulu kommunurnar yvirtaka eldraøkið, og samstundis skal sáttmáli gerast millum land og kommunur um, at samlaða skattatrýstið ikki skal vaksa. Við øðrum orðum merkir hetta, at kommunurnar skulu yvirtaka eitt málsøki, sum í framtíðini helst verður størsta fíggjarliga avbjóðingin hjá vælferðarsamfelagnum, samstundis sum inntøkugrundarlagi verður munandi skert. Hetta hongur á ongan hátt saman, og fer hetta ikki at verða góðtikið av KSF.

Eitt er vist, tað ber ikki til at flyta undirskotið í landskassanum yvir í kommunukassarnar. Hetta verður eisini staðfest í seinastu frágreiðing frá búskaparráðnum, har greiða niðurstøðan er, at “Tað loysir ongan grundleggjandi fíggingartrupulleika í almenna geiranum at flyta skattainntøkur frá kommununum til landið”.

Verður hetta leisturin framyvir, er sannlíkt, at kommunuskatturin í framtíðini fer at vaksa munandi fyri at byrgja upp fyri teimum avmarkingum, sum landsstýrið hevur gjørt í inntøkugrundarlagnum, og tá er als einki vunnið hjá tí einstaka.

Yvirtøka av málsøkjum

Sambært samgonguskjalinum er ætlan landsstýrisins, sum áður nevnt, at kommunurnar skulu yvirtaka eldraøkið 1. januar 2014, og eftir hetta skal fólkaskúlin, sum tað næsta stóra málsøkið, yvirtakast.** Skjøtul er longu settur á arbeiðið at útgreina eldraøkið. Ávísar kommunur hava longu sett fyrireikandi arbeiðsbólkar, eins og fyrsti fundurin hevur verið millum landsstýriskvinnuna og kommunufeløgini um, hvussu fyrireikandi arbeiðið framyvir skal skipast.

Eisini hevur fundur verið millum kommunufeløgini og Almannaráðið viðvíkjandi barnaverndarøkinum, og í hesum sambandi hevur eisini verið umrødd ein møgulig yvirtøka av samdøgursstovnunum á barnaverndarøkinum. KSF metir fleiri fyrimunir vera við at leggja alt barnaverndarøkið undir ein myndugleika. Verandi tvíbýti av fíggjarliga og innihaldsligu ábyrgdini á økjunum, er alt ov ofta atvold til ikki nøktandi loysnir, har størri dentur verður lagdur á at sleppa sær undan útreiðslum, heldur enn at roynt verður at finna bestu loysnina til frama fyri brúkaran.

Men KSF krevur, at hesi málsøki verða væl og virðiliga lýst, innan farið verður undir veruligar samráðingar um at yvirtaka hesi økini frá landinum.

Serlig fíggjarligt fyrivarni má takast viðvíkjandi eldraøkinum, sum orsakað av demografisku broytingunum í samfelagnum helst verður størsta avbjóðingin í framtíðar vælferðarsamfelagnum. Samstundis hevur sitandi samgonga við sínum skattaumleggingum skert inntøkugrundarlagið hjá kommununum frá pensjónistum, sum í framtíðini koma at fáa pensjónirnar útgoldnar sum nettoveitingar.

Yvirtikin málsøki og eftirlit

Grundsjónarmiðið hjá KSF viðvíkjandi yvirtiknum málsøkjum er, at hesi eiga at verða skipað við rammulógum, ið geva kommununum rásarúm at finna staðbundnar og skynsamar loysnir, heldur enn við detaillógum, sum stýra kommununum út í æsir, og sum kunnu gerast fyrisitingarliga stirvnari og dýrari at umsita.

Á øllum ábyrgdarøkjum, sum kommunurnar varða av, er eitt áhaldandi trýst frá landsins myndugleikum fyri neyvari reguleringum og eftirliti við kommununum. Hetta hava vit sæð bæði á dagstovnaøkinum og barnaverndarøkinum. Helst verður støðan tann sama, tá ið farið verður undir yvirtøku av nýggjum málsøkjum.

KSF metir, at hetta rák ímóti detailstýring má steðga. Tíðin er komin, at vit mugu fara undir eitt yvirskipað orðaskifti um, hvussu vit ætla okkum at skipa hetta samfelagið. Ikki er neyðugt at hava so neyvt eftirlit við kommunugeiranum, sum longu stendur til svars fyri veljaranum fjórða hvørt ár. Her liggur veruliga fólkaræðisliga eftirlitið.

Í øðrum lagi enda rokningarnar fyri herda eftirlitið aloftast aftur hjá kommununum sum ymisk sløg av nýtslu- og eftirlitisgjøldum, einfalt tí at landsins stovnar ikki hava fíggjarliga grundarlag til at føra eitt nøktandi eftirlit.

Sjálvsagt skulu vit hava reglur at ganga eftir, men ikki er neyðugt, at landsmyndugleikin hevur eftirlit við hvørjari avgerð, ið tikin verður av kommunalum myndugleika. KSF sær stóran vanda í hesum ráki, ið kann gerast ein vanlukka fyri samfelagið og fólkaræðið og enda við, at vit kollsigla av berari ovurumsiting. Landsins uppgáva er at skapa kommununum góðar karmar at virka undir.

Innlendis samstørv

Eisini spurningurin um at leggja kommunufeløgini saman hevur verið fyri í undanfarna ári. Hóast Kommunusamskipan Føroya tekur fult undir við, at allar kommunur í Føroyum eiga at verða skipaðar í eitt kommunufelag, er sera trupult at koma ásamt um, hvussu politiska umboðanin í nýggjum felag skal verða. Fyribils liggur arbeiðið stilt, men feløgini eru samd um at taka møguligar samráðingar uppaftur, eftir at ætlaðu fólkaatkvøðurnar hava verið.

Felagskommunali stovnurin SEV hevur eisini verið í andgletti seinasta árið. Tað skal ikki verða nøkur loyna, at kommunurnar ikki eru samdar í øllum viðurskiftum viðvíkjandi SEV. Sum ikki einaferð, tá ið ósemja ræður innanhýsis, so gerst felagskapurin veikur yvirfyri ágangi útifrá.

Hetta sást týðiliga í samband við, at Vinnumálaráðið lat gera eitt álit undir heitinum “Heildarætlan fyri elorkuøkið í Føroyum”. Hóast tað eru kommunurnar, sum í stóran mun varða av elorkuframleiðsluna, vóru hvørki umboð fyri SEV ella kommunurnar við í arbeiðsbólkinum, sum skrivaði álitið.

Tilmæli og niðurstøður í heildarætlanini vóru í stóran mun merktar av, at kommunurnar og SEV ikki høvdu luttikið í arbeiðinum. Hugburðurin mótvegis SEV og kommununum var yvirhøvur merktur av vantandi áliti. Innihaldið, greiningar, niðurstøður og tilmæli í heildarætlanini vóru sum heild ivasom og í summum førum beinleiðis villleiðandi. Niðurstøðan var í stuttum, at Interkommunali stovnurin SEV hevði ligið betur hjá landinum, og at SEV átti at verið latið landinum, helst kostnaðarfrítt.

Hesin ágangur hevði hóast alt eina positiva avleiðing. Kommunufeløgini og Sev settu ein arbeiðsbólk við 6 politiskum umboðum, umframt umboðum frá fyrisitingunum í feløgunum, at viðgera heildarætlanina. Rúgvismikið tilfar av viðmerkingum varð framleitt og sent Vinnumálaráðnum. Síðani hevur fundur verið millum partarnar og avtalað er at seta ein arbeiðsbólk, ið skal viðgera elorkuøkið í Føroyum á einum meira samstarvssinnaðum grundarlagi.

Hetta er eitt gott dømi um, at saman standa vit sterkari, og royna vit semjur innanhýsis, so er størri møguleiki fyri, at okkara kommunalu sjónarmið vinna frama. Altjóða samstørv.

Á fundi í Brússel beint undan jólum góðkendi stjórnin í Council of European Municipalities and Regions einmælt at geva Kommunusamskipan Føroya serligan atlimaskap í felagsskapinum

CEMR er størsti felagsskapur í heiminum fyri regionalar og kommunalar myndugleikar. Í felagskapinum eru 58 limir, ið fyrst og fremst eru kommunufeløg og býarfeløg. Teir 58 limirnir umboða fleiri enn 100.000 kommunalar og regionalar myndugleikar.

Endamálið við felagsskapinum er at styrkja lokala fólkaræðið og lokala myndugleikan í londum í Evropa og at arbeiða ímóti tíðarrákinum, sum er, at avgerðarrættur í alsamt størri mun verður tikin frá lokala fólkaræðinum og lagdur hjá stórum miðfyrisitingum, ið ikki geva lokala tørvinum ans.

Orsakað av ríkisrættarligu støðu Føroya ber ikki til hjá KSF at fáa fullan limaskap í CEMR, men bert ein serligan atlimaskap. Hetta merkir, at KSF ikki hevur atkvøðurætt á politiskum fundum í CEMR. Hinvegin fær KSF atgongd til allar politiskar og fyrisitingarligar fundir í CEMR, eins og tað stendur KSF frítt at luttaka í øllum verkætlanararbeiði, ið CEMR fyriskipar.

Endamálið hjá KSF við at søkja limaskap í CEMR er fyrst og fremst at fáa samstarv og samskifti í lag við kommunur og kommunufeløg uttanfyri norðanlond. Havandi í huga avmarkaðu fíggjarligu og fyrisitingarligu orkuna hjá KSF, verður luttøka okkara tó avmarkað, men vit vænta okkum hóast hetta nógv av samstarvinum, samstundis sum vit vóna, at samstarvið kann mennast, sum tíðin líður.

Framtíðarætlanir

Kommunusamskipanin hevur nú meira enn 12 ár á baki. Felagsskapurin er vaksin bæði í limatali og íbúgvaratali – vit umboða nærum 34.000 borgarar, ella umleið 70% av samlaða fólkatalinum.

Greiða málið hjá KSF hevur altíð verið eitt samfelag, har ábyrgdarsterkar, burðardyggar og virkisførar kommunur umsita øll viðurskifti av týdningi fyri borgaran. Kommunurnar skulu verða ein nógv meira avgerandi partur av fólkastýrinum, har nærleikin millum politikkara og borgara tryggjar betri tænastu, betri umsiting og betri møguleikar fyri virknari borgaraluttøku og harvið samfelagsligum framburði.

Lat heldur ongan iva vera um, at kommunurnar vilja eina samfelagsliga umskipan, ið styrkir kommunalu skipanina munandi. Vit verða ongantíð samd í øllum lutum, men í einum fólkaræði byggir alt grundarlag á semjur, eingin áhugapartur fær allan sín vilja ígjøgnum. Hetta eru fyritreytirnar, tá ið tú livir í einum vælvirkandi fólkaræði. Men saman standa vit sterkari, og hava vit í KSF eina felags støðu og eina felags fatan, so er lítil ivi um, at vit koma at skunda undir landsins leiðslu, soleiðis at hendan eisini kennir seg noydda at hava eina støðu.

Góðu felagar, vit eru farin inn í eitt valár, og í heyst verður kommunustýrisval. Hjá onkrum okkara verður hetta kanska seinastu ferð, at vit eru á aðalfundi hjá KSF, annaðhvørt vit velja at leggja frá okkum ella onkur okkara gerst ov stuttur á komandi kommunustýrisvali.

KSF fer at taka væl ímóti teimum kommunustýrislimum, sum verða valdir í heyst. Farið er undir at fyrireika ein skeiðspakka, líknandi tí sum var bjóðaður tykkum fyri trimum árum síðani.

Her at enda fari eg at takka stýrinum, starvsbólkinum og skrivstovuni fyri gott samstarv. Eg skal eisini takka umboðunum hjá KSF í arbeiðsbólkum og nevndum fyri tað góða arbeiðið, tey hava gjørt fyri KSF og limakommunurnar í hesum valskeiðinum. Mín vón er, at vit sum kommunufelagsskapur framhaldandi kunnu styrkja og menna okkum saman og ávirka tey mál, sum hava týdning fyri umstøðurnar hjá okkara kommunum og fólkinum, her býr - tað er endamálið.

Við hesum orðum lati eg aðalfundinum orðið og ynski tykkum ein framhaldandi góðan dag.

Takk fyri.

Tórshavn, hin 16. mars 2012

Gunvá við Keldu

Forkvinna

Kommunusamskipan Føroya