Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kommunurnar gjalda skattalættan

Í dag fáa landskassin og kommunurnar áleið hvør sína helvt av skattinum av pensjónunum. Sambært nýggja samgonguskjalinum ætlar landsstýrið at fáa allan skattin og soleiðis við lóg skerja inntøkugrundarlagið hjá kommununum. Hetta átalar Kommunusamskipan Føroya harðliga.

Sambært samgonguskjalinum ætlar landsstýrið at seta í verk eina flatskatta-skipan. Endamálið er, at tað skal loysa seg betur at arbeiða. 

Eftir ætlan skal landsskatturin ikki verða hægri enn 20% fyri inntøkur undir 600.000 kr. Av inntøkum ímillum 600.000 og 1 mió. kr verða løgd 5% eyka, og á inntøkur omanfyri 1 mió. kr. verða onnur 10% kravd inn í skatti. Samstundis skal botnfrádrátturin í landsskattinum hækkast úr 30.000 uppí 65.000 kr.

Kommunusamskipan Føroya leggur seg ikki útí skattapolitik landsins, men í hesum førum er talan um kollveltandi broytingar, ið fáa stóra ávirkan á kommunurnar.

Skattaumleggingin í landsskattinum fer í fyrstu atløgu at geva minni inntøkur til landskassan. Fyri at fáa javnvág í, so ætlar landsstýri at skatta alla pensjónsuppsparing í samband við inngjald heldur enn við útgjald. Hetta fer í fyrstu atløgu at geva meirinntøkur á millum 150 og 200 mió.kr, men væntast kann at hendan upphædd verður skjótt vaksandi komandi árini.

Um tað er ein skilagóð avgerð ella ikki at skatta pensjónsuppsparingar í sambandi við inngjald heldur enn við útgjald, vilja vit í fyrstu atløgu lata liggja. Hinvegin vil KSF staðiliga mæla til, at ein neyv faklig útgreining verður gjørd, áðrenn avgerð verður tikin.

Størsti trupulleikin, sæð úr einum kommunalum sjónarhorni er, at landið kannar sær allan skattin av pensjónunum. Hetta er ein grundleggjandi broyting í mun til verandi skipan, og fer hetta at hava ógvusliga ávirkan á fíggjarligu fyritreytirnar hjá kommununum í framtíðini.

Verandi skipan

Vit hava í dag trý høvuðssløg av pensjónsútgjaldum, sum eru kapitaleftirløn, lutaeftirløn og lívrentu.

Kapitaleftirløn verður útgoldin í einum og skattað við 35%. Skatturin verður býttur millum land og kommunur, soleiðis at 60% fellur í landskassan og 40% til kommunurnar. Skatturin verður býttur út á kommunurnar eftir fólkatali.

Lutaeftirløn verður útgoldin sum mánaðarlig veiting í 10 ár og skattað við vanligum a-skatti. Lívrenta verður útgoldin sum mánaðarlig veiting restina av lívinum og skattað við vanligum a-skatti ella á sama hátt sum lutaeftirløn.

Eins og galdandi er fyri annan a-skatt, fer umleið helvtin av skattinntøkunum frá lutaeftirlønum og lívrentu í ávikavist kommunu- og landskassa. Tað merkir í stuttum, at í galdandi skipan fella sløk 50% av skattinum av pensjónsútgjaldum í kommunukassarnar, og góð 50% enda í landskassanum.

Uppskotið frá landsstýrinum

Sambært uppskotinum frá landsstýrinum skulu øll pensjónsinngjøld verða skattað í tí løtu, tey verða goldin inn. Avleiðingarnar eru, at pensjónsútgjaldingarnar ikki verða skattaðar við útgjaldi í framtíðini, men í staðin verður ein skattafrí veiting.

Rættiliga einfalt kann sigast, at skattainntøkurnar av pensjónum verða fluttar á leið 30 til 40 ár fram.

Veruligi trupulleikin fyri kommunurnar er, at meðan skatturin av pensjónsútgjøldum í dag verður býttur millum land og kommunur, so fer skatturin við tíðini bert at fella í landskassan. Havandi í huga, at inngjøldini til pensjónsuppsparingar eru skjótt vaksandi og eftir ætlan skulu gerast 15% av samlaða lønarmassanum í samfelagnum, so er talan um inntøkur á hundraðtals milliónir, sum kommunurnar fara missa í framtíðini.

Hesi viðurskifti verða als ikki nevnd og enn minni viðgjørd í samgonguskjalinum. Hinvegin verður boðað frá, at kommunurnar skulu yvirtaka eldraøkið, og at sáttmáli samstundis skal gerast millum land og kommunur um, at samlaða skattatrýstið ikki skal vaksa. Tað vil siga, at kommunurnar skulu yvirtaka eitt málsøki, sum í framtíðini helst verður størsta avbjóðingin hjá vælferðarsamfelagnum, samstundis sum inntøkugrundarlagi verður munandi skert. Hetta hongur ikki saman.

Lætt at geva, tá onnur gjalda

Kommunurnar kunnu undir ongum umstøðum góðtaka, at landsstýrið ger seg so grundleggj-andi inn á framtíðar inntøkugrundarlagi hjá kommununum. Verður uppskot landsstýrisins framt, er sannlíkt, at kommunuskatturin í framtíðini fer at vaksa munandi fyri at byrgja upp fyri teimum avmarkingum, sum landsstýrið hevur gjørt í inntøkugrundarlagnum, og tá er als einki vunnið hjá tí einstaka.

Kommunusamskipan Føroya ásannar, eins og flest onnur í samfelagnum, at høga skattatrýstið í Føroyum er ein trupulleiki, og kommunurnar eru til reiðar, saman við landsmyndugleikunum at viðgera møgulig stig, ið lætta um byrðarnar hjá borgaranum.

Einsíðugt at fremja ein skattalætta í landsskattinum, sum fyrst og fremst kommunurnar í framtíðini koma at gjalda fyri, er lítið virðiligt og enn minni nøkur haldgóð loysn.

Kommunusamskipan Føroya fer á komandi stýrisfundi at viðgera allar tættir í nýggja samgonguskjalinum.

Gunvá við Keldu

Forkvinna í Kommunusamskipan Føroya