Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kommunurnar gjalda fyri meginpartin av útreiðsluvøkstrinum á einum øki, sum landið, innihaldsligu og fíggjarligu hevur ábyrgdina av

Frágreiðing um virki felagsins í farna ári og um framtíðarætlanir

Góðu fundarfólk.

Eg skal hervið bjóða tykkum hjartaliga vælkomin á fyrsta aðalfundin hjá nýstovnaða Kommunufelagnum (KF).

Seinasta árið hevur á mangan hátt verið sera hendingaríkt. Nýggj kommunustýri tóku við 1. januar 2013, nýtt kommunufelag fyri allar kommunur í Føroyum varð stovnað 1. januar 2014, og løgtingið hevur nú tikið avgerð um at leggja eldraøkið út til kommunurnar at umsita.

Eg fari í formansfrágreiðingini serliga at leggja dent á at umrøða hesi omanfyrinevndu stórmál, og lata onnur smærri mál liggja á hesum sinni.

Harumframt er talan um eitt nýstovnað felag, so í hesi frágreiðingini verður heldur ikki gjørt stórvegis burturúr at lýsa virksemið hjá gomlu feløgunum í farna ári.

Eitt Kommunufelag

Tann størsta og gleðiligasta hendingin í 2013 er, at tað loksins bar á mál við at leggja bæði kommunufeløgini saman í eitt felag, Kommunufelagið, har allar landsins 30 kommunur nú eru umboðaðar.

Tilgongdin hevur verið drúgv, men nú var tíðin búgvin at taka endaliga stigið. Tað er eingin loyna, at tað serliga hevur verið trupult at finna semju um politisku umboðanina í stýrinum. Loysnin bleiv eitt stýri við 13 borgarstjórum, og fyri uttanfyristandandi kann bygnaðurin í nýggja felagnum tykjast heldur knortlutur, men hetta var ein partur av semjuni, og higartil hevur hetta ikki elvt til trupulleikar.

Eingin ivi er um, at kommunalpolitisku áhugamálini verða best tryggjað í einum savnaðum og sterkum kommunufelagsskapi, og tørvurin á einum sterkum felagsskapi er størri nú enn nakrantíð áður. Stórar avbjóðingar eru fyri framman, millum annað yvirtøkan av eldraøkinum. Umráðandi er eisini, at landsmyndugleikin bert hevur eitt og sama felag at venda sær til, tá um kommunal viðurskifti ræður. Hetta betrar munandi um samskiftið, men hevur eisini sera stóran týdning fyri samráðingarstøðuna hjá kommununum – tí saman standa vit sterkari, lat ongan iva vera um tað.

Ein annar fyrimunur við samanleggingini er, at millumkommunalu stovnarnir, Kommunuala Arbeiðsgevararfelagið og Barnaverndarstovan, sum kommunufeløgini innan samanleggingina áttu í felag, og sum virkaðu sum sjálvstøðugar eindir, nú eru vorðnir samanrunnir partar av kommunufelagnum. Til tess at fáa gagnnýtt umsitingarligu orkuna í nýggja felagnum á fullbestan hátt, er øll fyrisitingin nú savnað í einum og sama húsi.

Eingin ivi er um, at umstøðurnar í felagshúsinum í R.C. Effersøesgøtu ikki eru optimalar. Tey 12 starvsfólkini rúmast illa í húsinum, og tí hevur stýrið lagt fram uppskot um at byggja nýggj felagshøli. Hetta málið er lagt fyri aðalfundin til umrøðu, og vónandi er undirtøka millum limakommunurnar at fara undir hesa verkætlan.

Yvirtøkan av eldraøkinum

Yvirtøkan av eldraøkinum er helst tað einstaka málið, sum hevur fylt mest í arbeiðinum hjá kommunufeløgunum seinasta árið, og fer eisini at verða høvuðsuppgávan hjá felagnum og limakommununum komandi árið. Upprunaliga ætlanin um at leggja økið út 1. januar 2014 varð slept á sumri 2013, og ístaðin varð ætlanin útsett til 1. januar 2015.

Fyri fáum døgum síðani var løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. og løgtingslóg um kommunalt samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m. endaliga samtyktar av løgtinginum. Hóast land og kommunur ikki endaliga eru komnar ásamt um fíggjarliga tørvin og ein endaligan fíggingarleist, so talar alt í løtuni fyri, at eldraøkið pr. 1. januar 2015 verður kommunalt.

Hetta má metast sum størsta einstaka avbjóðingin hjá kommunala geiranum nakrantíð. Kostnaðurin av økinum er um 400 mió. kr., og talan er um eitt øki við oman fyri 1000 starvsfólkum. ** Men enn eru ikki allar súðir syftar.

Kommunufelagið hevur gjørt vart við, at eldraøkið ikki verður kommunalt, fyrrenn allir tættir í umskipanini eru uppá pláss. Tí hóast tvær týdningarmiklar lógir nú eru samtyktar, so er talan um rammulógir, sum ikki áseta annað enn teir karmar, sum kommunurnar skulu virka undir, tá ið eldraøkið verður kommunalt.

Framhaldandi vantar ein grundleggjandi útgreining og ikki minst ein avmarking av eldraøkinum, soleiðis at kommunurnar kunnu kenna seg tryggar við at yvirtaka økið 1. januar 2015.

Í øðrum lagi er tað ein sannroynd, at eldraøkið hevur verið fyri ógvusligum sparingum seinastu árini. Gamaní er samlaða játtanin til økið vaksin nógv, men hetta kemst fyrst og fremst av teimum útbyggingum, sum eru farnar fram á eldraøkinum.

Veruleikin er, at sparingar eru framdar á økinum seinastu árini, serliga innan heimatænastuna, samstundis sum eindarprísurin fyri røktarheims- og sambýlispláss hevur verið fallandi.

Hetta kom av álvara undan kavi í 2013, tá ið ógvuslig krøv um sparingar komu frá leiðsluni í Almannaverkinum - krøv, sum bæði fingu starvsfólk og avvarðandi at ressast og tala at. Úrslitið varð, at stór eykajáttan mátti veitast eldraøkinum í 2013. Og nú tykist søgan at endurtaka seg. Vit hoyra í fjølmiðlunum, at starvsfólk mótmæla ætlaðu sparingum, tí tey hvørki fakliga ella menniskjasliga kunna góðtaka avleiðingarnar.

Seinasta uppleggið frá Landsstýrinum rør framundir, at 372 mió. kr. skulu flytast kommununum í sambandi við útleggingina.

Kommunufelagið metir framvegis ikki, at henda upphæddin er nøktandi, tí hon leggur ikki upp fyri teimum eyka tænastum, eitt nú innan endurvenjingarøkið, sum samtykta lógin leggur upp til, umframt at upphæddin bert røkkur til ein rakstur, sum seinastu árini er skorin inn á bein. Kommunurnar kunna ikki yvirtaka økið við slíkum fíggjarligu fyritreytum. Neyðugt verður at land og kommunur koma ásamt um, hvat verulig kostnaðurin av økinum eigur at verða. Alt annað er bert við til at skapa órógv.

Samstundis vísa demografisku framskrivingarnar, at talið av eldri fólki verður tvífaldað um 20-30 ár. Tí verður avgerandi neyðugt eisini at tryggja kommununum fígging til raksturin av eldraøkinum í framtíðini, og ikki bert pr. 1. januar 2015.

Flestu okkara munnu tó vera samd um, at verandi uppgávu- og fíggjarliga býtið á eldraøkinum ikki kann halda áfram. Tvíbýtta ábyrgdin er ikki skynsom, og ógreiðu myndugleikaviðurskiftini á eldraøkinum hava havt við sær, at eldraøkið í dag í stóran mun er eyðkent av vantandi gjøgnumskygni og óskynsomum rakstri.

Serliga týðuligir eru strukturellu skeivleikarnir, sum mynda økið. Áhaldandi hevur verið fokuserað uppá at byggja nýggj røktarheim og sambýli, meðan serliga heimatænastan, endurvenjingin og aðrar røktarheimsfyribyrgjandi tænastur verða skornar inn á bein. Hetta eru dýrar og stuttskygdar loysnir, sum harumframt eru í andsøgn við ynski brúkarans, sum vil verða verandi í egnum heimi sum longst.

Flestu okkara eru samd um, at eldraøkið liggur best hjá kommununum. Tað er umráðandi, at uppgávurnar á eldraøkinum verða loystar so nær borgaranum sum gjørligt. Hetta gevur møguleika fyri at tillaga loysnirnar til staðbundin viðurskifti og í tráð við tørv brúkarans, samstundis sum vit skapa eitt vælgrundað fólkaræðisligt støði fyri valdu loysnunum.

Somuleiðis hevur kommunan lættari við at finna smidligar og minni byrokratiskar loysnir, og hetta skuldi í síðsta enda havt við sær, at einstaki borgarin fær sum mest fyri skattakrónurnar.

Fyri gongdina í arbeiðinum at leggja eldraøkið út til kommunurnar er umráðandi, at ósemjurnar viðvíkjandi fíggingini verða loystar so skjótt sum møguligt. Tað er umráðandi, at kommunurnar sleppa í gongd við at arbeiða við innihaldsliga og visjónera partinum av eldraøkinum.

Áhaldandi kjakið millum land og kommunur um fíggingina er ikki serliga uppbyggjandi og kann - um tað heldur áfram – eisini skapa ótryggleika, serliga millum okkara eldru borgarar. Tí er tað eisini skylda okkara, bæði hjá kommunu- og landspolitikarum, at finna semju í hesum máli. ** Men tíðin rennur, og longu 1. mai 2014 skulu kommunurnar hava funnið saman í samstarv og hava gjørt samstarvsavtalur, ið skulu innihalda:

1) Heitið á samstarvinum, har orðið “tænasta” skal innganga

2) Hvussu dagliga umsitingin verður skipað, og hvar hon er staðsett

3) Hvussu visitatión/upptøka verður skipað

4) Hvussu ognarviðurskiftini verða skipað

5) Hvussu íløgur verða skipaðar

6) Á hvønn hátt leiðslubygnaðurin verður skipaður

7) Á hvønn hátt eftirlit verður skipað 4

8) Hvør hevur avgerðarrættin á økinum heimatænasta, eldrarøkt v.m. og tekur avgerðir vegna kommunurnar í samstarvsøkinum. Bert ein avgerðarmyndugleiki kann vera í hvørjum samstarvi

9) Hvør er setanarmyndugleiki á økinum heimatænasta, eldrarøkt v.m. Bert ein setanarmyndugleiki kann vera í hvørjum samstarvi”.

Hetta er sjálvsagt ein stór avbjóðing fyri einstøku økini, og havandi í huga eitt nú fløktu ognarviðurskiftini á eldraøkinum, so verður hetta ivaleyst eisini ein torfør uppgáva. Men eg ivist tó ikki í, at kommunurnar fara at náa fram til skilagóðar loysnir eisini á hesum økinum.

Kommunufelagið fer komandi tíðina at skipa fyri fundum bæði fyri fyrisitingum og politisku skipanina, har eldraøkið verður sett á breddan, og har umrøðan vónandi í størri mun fer at snúgva seg um innihaldið og skipanina av eldraøkinum í framtíðini.

Viknandi inntøkugrundarlag og øktar útreiðslur

Ein annar og grundleggjandi trupulleiki hjá kommununum er viknandi inntøkugrundarlagið, sum kemst av, at alsamt fleiri skattaborgarar eru fevndir av ymiskum serskattaskipanum.

Einasta inntøkugrundarlagið hjá kommununum er skatturin, og tá ið hetta grundarlag viknar, so er vandi fyri, at tilverugrundarlagið hjá kommununum hvørvur.

Tað er sjálvandi gott, at okkara arbeiðsførleikar eru eftirspurdir í øðrum londum, og hesin bólkur førir eisini nógvan kapital inn í samfelagið.

Hetta sæst eisini aftur í øðrum inntøkum, so sum MVG og øðrum avgjøldum, men alt hetta fellur í landskassan, meðan kommunurnar í høvuðsheitum bert eru fíggjaðar umvegis lønarskattin.

Tá ið landið samstundis áhaldandi leggur eykaútreiðslur á kommunurnar, og ikki samstundis gevur kommununum lut í nýggjum inntøkum, so er veruligur vandi á ferð.

Eykaútreiðslur hetta seinasta árið eru t.d. broytingar í kunngerð um brúkaragjøld fyri børn á stovni hjá landinum. Sambært broytingunum varð gjaldið hjá kommununum fyri børn, ið fáa eitt samdøgurstilboð á landsins stovnum, meira enn tvífaldað.

Fyri kommunurnar merkti hetta eina samlaða útreiðsluøking upp á millum 3,5 og 4 mió. kr. Sostatt eru tað kommunurnar, sum í veruleikanum fara at gjalda fyri meginpartin av útreiðsluvøkstrinum á einum øki, sum landið, sambært barnaverndarlógini, hevur alla ta innihaldsligu og fíggjarligu ábyrgdina av.

Fleiri onnur dømi eru eisini um, at almennir stovnar áleggja kommununum órímiliga stór gjøld fyri tænastur – gjøld, sum als ikki eru í samsvari við veruliga kostnaðin av tænastunum. Gott dømi um hetta eru matrikuleringsgjøldini hjá Umhvørvisstovuni. Kommunurnar góðtaka ikki, at tær umvegis hesi gjøld eru við til fíggja landsins stovnar.

Annað dømi um øktar útreiðslur liggur í løgtinginum í løtuni. Ætlanin er at broyta skúlatannrøktina til at fevna um børn upp til 18 ár. Hetta fer eisini at kosta kommununum uml. 4 mió. kr.

Ætlanir eru somuleiðis um at broyta reglurnar fyri fríplássum á dagstovnum, og tað fer eisini at kosta kommununum pening.

Samstundis sum lógarbundnu útreiðslurnar hjá kommununum áhaldandi vaksa, so røkist einki fyri, at kommunurnar fáa lut í nýggjum inntøkukeldum. Eitt ítøkiligt dømi um hetta, er ætlaða tilfeingisgjaldið hjá fiski- og alivinnuni. Allar nýggjar inntøkur av hesum fella í landskassan – ikki eitt oyra í kommunukassarnar. Samstundis er tilfeingisgjaldið við til at minka um skattagrundarlagið hjá kommununum.

Serliga hugstoytt er tað fyri kommunurnar, at tær ongan part fáa av tí eykaskatti, sum verður lagdur á alivinnuna. Tað eru jú fyrst og fremst kommunurnar, ið skapa alivinnuni karmar og hava útreiðslur av hesum, so sum til spillivatnsætlanir, reint vatn og atløguviðurskifti.

Tá ið málið var til fyrstu viðgerð í løgtinginum, kom týðuliga fram, at løgtingslimir hildu hetta vera órímiligt mótvegis kommununum. Men av tí at landskassanum vantar pening, so er kortini ikki sannlíkt, at kommunurnar fáa nakran lut í hesum nýggju inntøkunum.

Hendan gongdin við øktum lógarbundnum útreiðslum, minkandi inntøkugrundarlagi og alternativum inntøkukeldum, kann ikki halda fram. Tá ið kommunurnar samstundis - við landsins leiðara á odda - áhaldandi fáa at vita, at tað eru kommunurnar, sum mugu veita teimum lægru inntøkunum lætta, so hongur tað als ikki saman.

Kommunurnar hava einans eina inntøkukeldu, og tað er kommunu- og partafelagsskattur. Fáa kommunurnar ikki aðrar inntøkumøguleikar, so eru lítil útlit til, at kommunurnar kunnu veita láglønarbólkum nakran lætta.

Hetta er eitt mál, sum skal takast í álvara, og sum má loysast av landi og kommunum í felag. Tað er landsins stjórn til lítla virðing og sóma at kasta kommununum fyri, at tær ongan lætta hava veitt, og sostatt óbeinleiðis eru atvoldin til, at ein bólkur av føroyingum livir undir sera trongum korum.

Landið hevur, gamaní, givið ein skattalætta, men hetta varð gjørt við at forskatta pensjónir. Í hesum sambandi vórðu uml. 100 mió. kr. tiknar frá kommununum. So í roynd og veru eiga kommunurnar góð 40 % av tí skattalætta, sum varð veittur í landsskattinum.

Høvdu kommunurnar fingið sín lut í forskattingini av pensjónunum, so hevði verið laga manni hjá kommununum at latið skattalættar. Men sitandi samgonga valdi at geva allan skattalættan umvegis landsskattin, og tí liggur ábyrgdin av, hvussu skattalættin varð býttur millum lønarbólkarnar, sostatt eisini fyrst og fremst hjá landsstýrinum.

Vantandi fólkavøkstur

Ásannandi, at fyri kommunurnar er fólkavøkstur og búskaparvøkstur óloysiliga knýtt at hvørjum øðrum, hevur KF í samstarvi við Vinnuhúsið sjósett eina verkætlan undir heitinum “ Vit velja Føroyar” sum eitt amboð til at fáa størri fólkavøkstur í Føroyum.

Aðalmálið er at fáa eina hugburðsbroyting millum okkum, tey lesandi og útisetar sum heild, við tí endamáli at minka um fráflyting og økja um tilflyting. Ætlanin er gjøgnum ymisk átøk at geva okkum sjálvum, útisetum og øðrum eina positivari mynd av føroyska samfelagnum, og at broyta tann negativa og stundum mótleysa retorikkin, sum hevur myndað almenna rúmið seinastu tíðina.

Onkursvegna tykist gongdin í Føroyum spakuliga at broytast. Hugburðurin til egið samfelag er vorðin meira positivur. Kommunurnar hava eisini hvør í sínum lagi gjørt sítt til, at ungdómurin skal støðast í nærumhvørvinum. Fleiri fjarlestradeplar hava sæð dagsins ljós seinasta árið, lættar verða latnir barnafamiljum við lækkandi stovnsgjøldum og øktum barnafrádráttum - alt tiltøk, ið skulu fáa yngru ættarliðini at velja Føroyar.

Um tað er hesi verkætlanini fyri at takka ella ikki, skal eg ikki taka dagar ímillum, men tað hómast týðuliga ein hugburðsbroyting millum føroyingar. Ein positivur hugburður til okkara samfelag er eisini neyðugur, tí kappingin frá okkara grannum um fólkatilfeingið er hørð.

At enda

Nú kommunurnar standa fyri ovurhonds stórum avbjóðingum, hevur ein samskipandi og sterkur kommunalur felagsskapur sum Kommunufelagið størri týdning enn nakrantíð.

Hóast vit ofta tykjast ósamd, og kanska til tíðir eisini eru ósamd, so eigur tað at eydnast okkum at finna loysnir innan felagsskapin. Tí í einum fólkaræði byggir alt grundarlag á semjur - eingin áhugapartur fær allan sín vilja ígjøgnum. Men ríka kjakið er tað, sum fær ein politiskan felagsskap sum Kommunufelagið at hava virði. Vit eiga at minnast til, at vit umboða alt Føroya fólk, og at tað forpliktar og áleggur okkum at taka støðu og tora at bróta mørk, so vit gera mun, okkara borgarum og samfelagnum sum heild, til frama.

Saman standa vit sterkari, og hava vit í Kommunufelagnum eina felags støðu og eina felags fatan, so er lítil ivi um, at landsins leiðsla er noydd at taka hetta til eftirtektar.

Greiða málið hjá KF eigur at vera eitt samfelag, har ábyrgdarsterkar, burðardyggar og virkisførar kommunur umsita øll viðurskifti av týdningi fyri borgaran. Kommunurnar skulu vera ein nógv meira avgerandi partur av fólkastýrinum, har nærleikin millum politikara og borgara tryggjar betri tænastu, betri umsiting og betri møguleikar fyri virknari borgaraluttøku og harvið samfelagsligum framburði.

Tí eiga vit eisini nú - í sambandi við stóru avbjóðingarnar á eitt nú eldraøkinum - altíð at spyrja okkum sjálv, hvat ið tænir tí einstaka borgaranum best.

Hóast eldraøkið er ein ovurhonds stór avbjóðing, so er lítil ivi um, at kommunurnar eru tann myndugleikin, sum við røttu fyritreytunum er best førur fyri at veita borgaranum bestu tænastuna. Tí er avgerandi spurningurin ikki, hvørt økið skal liggja hjá kommununum ella ikki, men heldur, at vit sum felagsskapur skulu standa saman um at fáa neyðugu fyritreytirnar upp á pláss, soleiðis at eldraøkið og onnur øki við, kunnu gerast kommunal í framtíðini.

Tað skal verða mín vón, at allar hesar fyritreytir eru komnar uppá pláss innan 1. januar 2015. Við hesum orðum fari eg at enda formansfrágreiðing mína, og samstundis nýta høvið at takka stýri, starvsbólki og øllum starvsfólkunum í Kommunufelagnum, fyri gott samstarv hesar fyrstu mánaðirnar, eg havi verið formaður í nýggja kommunufelagnum.

Eisini fari eg at nýta høvi til at takka fráfarnu stýrunum í gomlu kommunufeløgunum fyri leiklut teirra í samanleggingini av feløgunum.

Vón og ynski mítt sum formaður komandi árini er, at tað góða og dynamiska samstarvið, sum hevur eyðkent gomlu feløgini, skal halda fram í nýggja felagi okkara - til frama fyri kommunala geiran og alt Føroya fólk. Mín vón er at hetta nýggja felagið verður við til menna og styrkja allan tann kommunala geira, og at felagið kann gerast tann savnandi og semjusøkjandi politiska røddin hjá kommunala geiranum, sum skal koma okkum øllum til góðar, og sum í almenna rúminum og yvirfyri landsins myndugleikum, verður ímyndin av at kommunurnar standa saman, og vilja verja rættindini hjá kommununum og harvið lokala fólkaræðinum.

Takk fyri og framhaldandi góðan fund.

Tórshavn 04. apríl 2014

Heðin Mortensen

Formaður

Kommunufelagið