Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kommunurnar fáa fíggjarligan fyrimun av broytingunum á eftirlønarøkinum

Kommufelagið hevur í brævið, dagfest 14 desember 2015 – og stílað bæði Fíggjarnevndini og Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum – umbiðið, at Fíggjarmálaráðið kemur við eini nærri greining av fíggjarligu ávirkanini á kommunurnar vegna nevndu tingmál.
 
Ávirkan vegna tingmál nr. 38 (Eftirlønarlógin)
Kommunurnar fáa allan skattin frá pensjónsinngjøldum. Broytingin hevur við sær, at inntøkurnar verða færri enn um gjaldið hækkaði 1% sum ætlað. Hvussu nógv minni ber helst ikki til at siga neyvt.

Í brævinum vísir Kommunufelagið til upphæddina 16 mió.kr. Men hetta er upphæddin sum roknað var við, at skatturin av pensjónsinngjøldum fór at vaksa við í miðal árliga fram til 2028. Ásannandi, at tey flestu hava pensjónsskipan við væl hægri inngjaldi enn tey 3%, sum kravið hevði verið næsta ár, so er henda upphæddin ov høg. Meira sannlíkt er, at vøksturin verður væl minni enn 16 mió. kr. fyrstu árini, og væl hægri enn 16 mió. kr. seinastu árini fram til 2028.

Men hóast ósamt, so hevur Fíggjarmálaráðið valt at nýta upphæddina 16 mió. kr. í hesi greining. Men havast má í huga, at talan er um ringasta føri fyri kommunurnar.

Sera umráðandi er at gera vart við, at óansæð upphædd, so er talan einans um ein fyribils miss fyri kommunurnar, tí endaliga prosentið á 15 verður varðveitt. Tað vil siga, at upphæddina, sum kommunurnar missa í 2016 vinna tær aftur í 2017, upphæddina tær missa í 2017 vinna tær aftur í 2018, o.s.fr. Sum frálíður missa kommunurnar onki av broytingini.

Inngjøld sambært eftirlønarlógini fáa frádrátt í skattskyldugu inntøkuni. Hetta hevur við sær, at um 16 mió. kr. minni verður rindað í skatti av pensjónsgjøldum verða í staðin umleið 8 mió. kr. rindaðar í kommunuskatti, tí kommunuskattaprosentið er umleið helvtina av skattaprosentinum í pensjónsskattinum, sum er 40%.

Ávirkan vegna tingmál nr. 42 (hækking av inngjaldi í samhaldsfasta)
Kommunurnar verða ávirkaðar sum arbeiðsgevari, tí tær frá 2016 skulu rinda 0,5% meira í grunnin av útgoldnum lønum. Hetta hevur – sambært Kommunufelagnum – við sær eina meirútreiðslu fyri kommunurnar á 6 mió. kr. árliga. 

Kommunurnar verða eisini ávirkaðar sum skattamyndugleiki við tað, at hækkaða inngjaldið fer at hava við sær, at árliga útgjaldið til hvønn pensjónist hækkar við umleið 800 kr. um mánaðin. Hetta hevur við sær, at skattskylduga inntøkan hjá hvørjum pensjónisti hækkar við 9.600 kr. árliga. Av hesum 9.600 kr. fáa kommunurnar í miðal umleið 2.030 kr. í kommunuskatti.

Samanlagt hækka skattainntøkurnar hjá kommununum við 15,3 mió.kr. í 2016 vegna eyka hækking í Samhaldsfasta. Talið av pensjónistum økist munandi komandi árini, og roknað verður við næstan eini tvífalding upp á sikt. Hetta hevur við sær, at skattainntøkurnar vegna hækking í Samhaldsfasta fara at tvífaldast sum frálíður.  

Samlað ávirkan á kommunurnar av tingmálunum nr. 38 og nr. 42

                                                                                  Í 2016                Sum frálíður

Lægri pensjónsskattur vegna minni pensjónsinngjøld          -16,0                  0                                                
 
Hægri kommunuskattur vegna minni pensjónsinngjøld         +8,0                   0
 

Økt arbeiðsgevaragjald vegna inngjald AMEG                     -6,0                 -6,0
 

Øktar skattainntøkur vegna økt útgjald AMEG                   +15,3                 +30
 

Tilsamans                                                                     +1,3                 +24
 
Undir teimum fyritreytum, sum eru lýstar omanfyri, verður samlaða ávirkanin á kommunurnar vegna tingmálini 38 og 42 sum víst í talvuni omanfyri. Í 2016 verður væntandi talan um eina meirinntøku á 1,3 mió. kr., og sum frálíður verður roknað við eini árligari meirinntøku til kommunurnar á umleið 24 mió. kr.

At enda vil eg leggja afturat, at í greiningini omanfyri er ikki tikið við, at kommunurnar harumframt fáa umleið 2,2 mió. kr. meira í skattainntøkum í 2016 í sambandi við, at landsstýrið hevur skotið upp at hækka viðbótina í fólkapensjónini (tingmál nr. 29).


Fíggjarmálaráðið 14. desember 2015

Kristina Háfoss
landsstýriskvinna